Gev eina jólagávu 2025

Tí at so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

Jóhannes 3:16

Sum lítil børn, vit frøddust jólamorgni á,
vit gávur fingu tá,
tað gleði bar.

Men vit vistu ei til fulnar,
um tað barn, sum tá var føtt,
tí størsta gávan, gevast kann,
tá givin var.

Vit eru nú mitt í adventstíðini, bíðitíðin til barnið verður føtt og vit minnast føðing Jesusar. Orðini omanfyri eru úr sanginum Vit vóru orsøk, sum Samsint sang í 90'unum og Heini Lützen eisini hevur givið út aftur seinni.

Í OM Føroyum hava vit vanliga eina innsavning í adventstíðini, har vit heita á okkara vinir og stuðlar at geva pening til onkur serlig endamál. Adventsinnsavningin hjá OM Føroyum fer í ár til OM í Norðurlondum.

Trýst á eina mynd niðanfyri fyri at lesa meiri um tey ymisku londini.

OM Noreg

OM Danmark

OM Føroyar

OM Svøríki

OM Finland

Gávurnar fylla nógv á jólum. Uttan iva halda nógv, at tær fylla ov nógv. Ein kemur kortini ikki uttan um, at gávurnar, ella rættari tann eina serliga gávan, spælir ein heilt grundleggjandi leiklut á jólum. Tí tað var á jólum, at Orðið gjørdist menniskja við holdi og blóði og búsettist ímillum okkum. Jú, tað er á krossinum, at Jesus gav Sítt lív, at Faðirin í síðsta enda gav Sín Son, men tað er eingin deyði utttan føðing, tað er eingin krossur uttan krubbu, tað eru eingi páskir uttan jól.

 

So sum vit minnast Gávuna, við stórum G, sum varð givin tá, nú vit geva okkara nærmastu gávur, lat okkum eisini minnast til tey, sum arbeiða við at geva boðskapin um Gávuna víðari til tey, sum enn ikki hava fingið hana, sum ongantíð hava hoyrt søguna um Gávuna.

 

Í OM Føroyum hava vit vanliga eina innsavning í adventstíðini, har vit heita á okkara vinir og stuðlar at geva pening til onkur serlig endamál. Adventsinnsavningin hjá OM Føroyum fer í ár til OM í Norðurlondum.

 

Í døgunum fram til jóla fara vit at varpa ljós á arbeiðið hjá OM í Norðurlondum. Í desembur fara vit at leggja videobrot og myndir út frá ymisku londunum, har vit greiða frá virkseminum í ymisku norðurlondunum. Vónin er, at tit, saman við okkum, fara at minnast til at biðja fyri teimum og geva teimum eina jólagávu eisini. Tað er eggjandi at lesa um, hvussu trúboðararnir í grannalondum okkarar royna at náa út til tey ónáddu, sum í mongum førum eru tilflytarar, samstundis sum tey gera sítt til at kunna um tørvin á trúgvandi at fara út í heim at boða gleðiboðskapin

 

Trýst á eina mynd omanfyri fyri at lesa meiri um tey ymisku londini.

Til ber at stuðla við at flyta eina upphædd á konto hjá OM Føroyum í Betri Banka 9181-0004262192 og viðmerkja 'advent'.