Formansfrágreiðing 2014
OM AÐALFUNDUR 11. APRÍL 2015
Byrjan
Tá alt varð oyðilagt og menniskjað fallið, kom Gud við eini fyrijáttan. Henda fyrijáttan, at Gud signaði Ábraham, tjóðina Ísrael og øll fólkasløg, er framvegis frísk og Guds virkisætlan.
Tá Gud setti sína signing í verk, síggja vit Guds kærleika í verki. Gud valdi fyrst Ábraham, síðani Ísrael og at enda okkum. Vit lesa í Jóhs. 3,16, at soleiðis elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna. Síðani sigur Guds orð, hvussu Gud elskaði teg og meg persónliga, at Gud gav okkum sín Heilaga Anda í hjørtu okkara, og við Honum fylti hann hjørtu okkara við sínum kærleika, við at sýna okkum sín kærleika í Jesusi Kristi.
Hetta er okkara motiv, hetta er okkara drívkraft: Jesus Kristus, og við somu orðum, sum Paulus kom við til Korint, vil eg siga, at vit í OM koma ikki við øðrum enn orðinum um krossin, sum er Guds kraft til frelsu. Hetta er tað, sum vit gera. Hetta er tað, vit fara við, og hetta ynskja vit at mobilisera tykkum í Føroyum við. At samkomur og missiónshús senda síni vitnir út við orðinum um krossin – vitnisburðinum.
Eingin fundur ella samkoma í OM uttan bøn. Tí kunnu vit eisini áminna hvør annan at vera úthaldandi í bønini og biðja Gud um at signa okkara útsendu og biðja fyri Guds orði, at hann letur dyr upp, so menniskju koma til trúgv á Jesus. Vit eru ein biðjandi felagsskapur og kunnu vitna um Guds trúfesti, hvussu Hann aftur og aftur hevur svarað bønum okkara. Vit kunnu vitna um, hvussu Gud hevur leitt okkum gjøgnum bønarlívið.
Vit kunnu enn einaferð líta aftur um bak og takka Gudi og Harra okkara fyri hansara trúfesti og fyri tænastuna, vit hava fingið náði til at standa í.
Visjón, missión og framtíðarætlan
Vit hava arbeitt í longri tíð við at leggja eina framtíðarætlan (strategi) fyri OM Føroyar. Hetta eru vit nú komin á mál við. Seinni á fundinum hava vit eina stutta framløgu av tí, vit fara at arbeiða við næstu trý árini. Tit fáa faldarar, sum greiðir betri frá framtíðarætlanini enn framløgan. Takk fyri, um so er, at tit vilja biðja áhaldandi fyri OM og ætlanunum, vit hava lagt.
Leiðsla og starvsfólk
Vit hava ta stóru gleði at hava sera góðar og dugnaligar dagligar leiðarar í Oddmar og Anitu Tausen. Tey eru sera íðin og mynda OM í tí dagliga. Fleiri og fleiri venda sær til OM í dag, og vit síggja vøkstur í talinum á teimum, sum vilja vera við at bera øðrum fólkasløgum orðið um krossin. Samtíðis eru vit við til at menna samkomur og missiónshús við at lata teirra fólk fara út í missión. Tá tey so koma heimaftur við royndum og ment sum lærusveinar, kunnu tey geva íkast til samkomurnar og missiónshúsini.
Anita og Oddmar uppliva eisini stríð – andligt stríð. Hóast vit kunnu gleðast um alt, tey hava fingið á skaftið, so ásanna vit eisini, at orkan er avmarkað. Góðu vinir og limir, latum okkum vera áhaldandi í bønini fyri okkara dagligu leiðslu, at Gud varðveitir, styrkir tey og gevur teimum alt tað, teimum tørvar til dagin og vegin.
Vit kunnu eisini gleðast um, at Jóhan Petur Johannesen luttekur í tí dagliga arbeiðnum við einum parti av síni tíð. Hetta er sera gott orsakað av tí vaksandi virkseminum. Tíverri hava vit ikki fíggjarligu orku til at seta Jóhan Petur í lønt starv enn, hóast tørvurin er stórur. Jóhan Petur hevur serliga havt ábyrgd av toymisarbeiði okkara so sum TIM, stuttíðarmissión og Transform. Kunnu tit biðja Gud um at lata onkrar dyr upp, so vit kunnu fáa fíggjarligan stuðul til hansara løn? Dagliga leiðsla okkara hevur gjørt eitt skjal, har til ber at tekna seg til fastan stuðul hjá teimum, sum eru úti við OM, ella eitt nú til Jóhan Petur, sum virkar her heima. Verið eisini áhaldandi í bønini fyri Jóhan Peturi.
OM hevur havt gleði av, at fleiri onnur eru komin at hjálpa í dagliga virkseminum, eitt nú Annika Christiansen av Strondum og Rósa Rasmussen úr Runavík.
Líka síðani OM Føroyar varð stovnað, hevur Pól Andrias Larsen tikið sær av øllum, sum hevur við heimasíðu, blað og alt tílíkt at gera. Pól Andrias er lesandi, og tí hava vit havt tørv á einum fólki til at taka ein part av hansara ábyrgd. Tí gleðast vit um, at Robert Gutke varð settur í starv í februar í ár nakrar tímar til at umsita KT kervið, m.a. heimasíðuna. Pól Andrias heldur fram við arbeiðnum at seta blaðið og katalogið upp. Vit eru sera takksom fyri øll hesi starvsfólkini, tí tey gera eitt týdningarmikið arbeiði.
Vit hava ein stóran hóp av starvsfólki, sum arbeiðir ólønt og brúkar nógv av síni tíð til OM. Í næstum verður skipað fyri einum hugnakvøldi, sum er ætlað øllum starvsfólki, bæði løntum og óløntum.
Fólk úti við OM seinasta árið
2014
Vit kunnu gleðast um og takka fyri øll hesi:
Craig og Claire Niclasen, sum virka millum kurdar í Birmingham – langtíðar
Johannes og Cecil Mortensen, sum virka í Nantes í Fraklandi og koma heim til Føroya í august, tá tey fara at virka hálva tíð við OM Føroyum.
Høgni Johannesen, sum arbeiðir við trúarverju
Eirikur Lauritsen, maskinmaður umborð á Logos Hope – er umborð enn
Hjalmar og Jakobina Andreasen umborð á Logos Hope, hann sum maskinmaður. Komu heim í oktober.
Birita Poulsen av Strondum, sum var 3 mánaðir í Spania og nú er á All Nation skúla í Onglandi og verður toymisleiðari fyri TiM Moldova.
Rósa Rasmussen úr Runavík, sum var 3 mánaðir í Moldova – hjálpir á skrivstovuni av og á.
Annika Christiansen av Strondum, sum var 3 mánaðir í Moldova – hjálpir á skrivstovuni av og á. Fer á Love Moldova outreach í summar og vil fegin vera longri tíðarskeið til Moldova.
TiM – 14 ung og 3 vaksin
Love Moldova outreach 14 dagar: Helena Djurhuus og Rebekka Ósá
2015
Tórur Zachariassen (Jordan) og Petur Pauli Christiansen (Logos Hope) fóru avstað í januar.
Dánial og Bjørg í Skemmuni fara umborð á Logos Hope í september. Fleiri onnur vísa áhuga, men einki er avgjørt enn. Tað er eingin loyna, at nógv krevst fyri at senda fólk út, um tað so er í styttri ella longri tíð. Men vit eru takksom fyri allan tann stuðul og undirtøku, tey fáa frá samkomum og missiónshúsum kring landið. Hóast vit hava nakað eftir, áðrenn øll eru kunnað um OM, so uppliva vit sera góða undirtøku frá øllum. Hjartans tøkk fyri tað.
Limir
Vit kunnu fegnast um, at limatalið er vaksandi. Í dag eru gott 500 limir. Vit eru serliga takksom fyri so nógvar limir, tí hetta eru biðjandi limir. Vit eru sannførd um, at um limir okkara bera okkum bæði fíggjarliga og serliga í bøn, kunnu vit við Guds náði røkka longri út við gleðiboðskapinum.
Vit vilja fegin fáa enn fleiri limir í komandi ári. Tí hevði tað glett okkum sera nógv, um tit kunnu vera við at heita á fleiri í samkomu og missiónshúsi tykkara um at gerast limir í OM Føroyum. Tað er stórur tørvur á forbøn og fíggjarligum stuðli, um vit skulu vera við í Guds missión, og tað eru vit! Takk fyri tykkara stuðul og ídni fyri Guds missión.
Vit hava í samband við strategi okkara lagt eina ætlan fyri at menna leiðslur okkara. Í hesum sambandi arbeiða vit at fáa dugnalig fólk í OM at koma til Føroya at skipa fyri leiðsluskeiðum. Vit vilja fegin menna allar okkara leiðarar. Hetta fer eisini at geva samkomum og missiónshúsum eitt gott íkast til dagliga virksemið. Vit hava stóra avbjóðing við at útvega nýggjar leiðarar og meta, at hetta tiltak kann verða eitt av mongum, sum er við til at fáa fleiri at leiða í framtíðini, so menniskju finna til Jesus.
Tiltøk og vitjanir
Vit kunnu gleðast um og takka fyri tann stóra áhuga altjóða at koma á vitjan her í Føroyum. Vit hava havt fleiri vitjanir hetta seinasta árið.
Gary Witherall var við okkum á seinasta aðalfundi
Juhani, OM leiðari fyri Norðurlond og Háland, vitjaði nevnd og leiðslu í november
Isak frá MENA hjá OM í Mið-Eystri var á vitjan og hevði ungdómsmøtir í november
Ger og Ewout frá Teenstreet leiðsluni luttóku á TS reunion í oktober
Global Village var eisini her í fjør. 12 svenskarar vóru í Føroyum í 3 vikur, har teir settu Global Village upp og skipaðu tiltakið. Global Village varð sera væl vitjað. Meir enn 700 føroyingar úr øllum samkomum og kirkjum vóru í Global Village.
Í ár kunnu vit gleðast serliga nógv, tí vit hava fingið stovnaran av OM, George Verwer, á vitjan í Føroyum. Nógv kundi verið sagt um George Verwer, men vit lata hann sjálvan sleppa framat seinni í dag. Vit takka Gudi fyri hesa vitjan og takka George Verwer fyri, at hann setir hesar dagar av til vitjanina, og ynskja honum hjartaliga vælkomnum ímillum okkum hesar dagar.
Eg skal eisini takka tykkum í fyrireikingarbólkinum í sambandi við vitjanina hjá George Verwer, sum hava brúkt so nógva tíð og orku til at skipa øll tiltøkini hetta vikuskiftið. Ein hjartans tøkk fyri tykkara stóra íkast, so vit kunnu hava hetta stóra tiltak í Klaksvík.
Øll eru tit hjartaliga vælkomin til tiltøkini, og eg eri vísur í, at tit fáa nógv burturúr.
OM blaðið
Sum tit vita, geva vit eitt blað út hvønn ársfjóðing. Anita Tausen, Rúna Berghamar, sum rættlesur, og fleiri við teimum gera eitt stórt arbeiði. Sum limir eru tit vælkomin at kunna okkum á blaðnum, um tað er eitthvørt, vit kundu skrivað um, ella um tað er nakað tiltak, sum verður lokalt í OM samanhangi.
Skrivstovan
Vit hava nú í skjótt tvey ár húsast á Toftum. Tað hevur verið gott, og vit kunnu gleðast um, at vit í næstum fáa eitt fundarhøli afturat skrivstovuni. So tit eru altíð vælkomin at støkka inn á gólvið hjá okkum. Vit hava eina bókasølu, og tit kunnu eisini keypa á heimasíðu okkara. Har er eisini nakað til tín!
Logos Hope
Logos Hope er okkara flaggskip. Hvønn dag eru 400 fólk í virknari missión umborð á Logos Hope. Tí hevur skipið so stóran týdning, bæði í sambandi við lærusveinaskap, at menna tey heilagu til tænastu, men eisini at hesir 400 lærusveinar koma út í allan heimin við Guds orði. Av tí at manningin telur 400, so er tørvurin sera stórur. Tað er brúk fyri ungum og eldri, á royndum og óroyndum, á praktikarum og boðberum. Stutt sagt er tað ein stórur tørvur at manna skipið, so vit áhaldandi kunnu koma út við gleðiboðskapinum. Tað er at undrast á, at vit kunnu koma so at siga inn í hvørja havn, eisini í sera stongdum londum annars, við gleðiboðskapinum um Jesus Kristus.
Tað er stórur tørvur á forbøn og fíggjarligum stuðli, men eisini at vit áhaldandi kunnu kalla og senda fólk at virka í tænastu umborð á Logos Hope.
Logos Hope kom inn í 14 havnir í 2014. Tilsamans 741.365 fólk vitjaðu umborð á skipinum. Av øllum hesum varð eitt met sett í søgu skipsins. Tað hendi 27. september 2014, tá 28.931 fólk vitjaðu umborð á Logos Hope, tá skipið lá í havn í Anping í Taiwan.
Teenstreet
Í 2014 varð nýggj leiðsla sett fyri Teenstreet Føroyar. Tey eru Símun og Randi Hansen og Elisabeth Christiansen. Vit eru glað fyri hesa sera dugnaligu og góðu leiðslu. Tey gera eitt stórt arbeiði, sum skal til fyri at senda og fáa aftur til Føroya meir enn 300 ung fólk. Tað besta er, at hesi ungu koma heimaftur við størri ídni í hjartanum at kenna Jesus. Teenstreet er uttan iva okkara størsta tiltak í OM Føroyum. Men avbjóðingin er at fáa tey ungu víðari í missión, tá tey koma heimaftur, og tí er tað ikki nóg mikið við eini góðari leiðslu. Vit vilja fegin, at tit í samkomum og missiónshúsum eisini síggja henda ríka møguleika at menna tey ungu og teirra lærusveinaskap.
TIM
TIM er eitt tiltak, sum mennir tey ungu í missión, áðrenn tey fara á Teenstreet. Toymir vóru í Bosnia og í Moldova síðsta summar. Í 2015 senda vit eisini eitt toymi til Hálands. Vit fegnast um at síggja ein menning eisini í TIM, har fleiri leiðarar taka ábyrgd og vilja brúka sína tíð til tey ungu. Við TIM fáa tey ungu, sum vilja vera við í missión, møguleikan at royna ein túr inn í fremmanda mentan og síggja, hvussu missiónsarbeiðið verður gjørt aðrastaðni. Vit hava upplivað, hvussu tey ungu koma heimaftur við einum brennandi hjarta. Nøkur av teimum hava tó brúk fyri, at onkur í samkomu ella missiónshúsi teirra vil stuðla teimum víðari á leiðini. Hetta síggja vit er ein avbjóðing. Hvat kunnu vit gera fyri at stuðla hvør øðrum, so tey ungu kunnu halda fram at vaksa sum lærisveinar Jesusar? Leiðararnir í 2015 eru: Jóhan Petur Johannesen og Birita Poulsen (Moldova), Anita og Oddmar Tausen (Bosnia), Ruth Gaardlykke og Marius á Geilini (Háland).
Transform
Eg var so heppin at vera á Transform síðsta summar saman við Maluni, konu míni. Hetta var ikki bara ein góð uppliving, men sera mennandi andaliga . Tað, sum Transform snúði seg um, var Jesus, bøn og missión, lærusveinaskap og at røkka út til tey ónáddu fólksløgini. At vera Guds signing til fólkasløgini.
Ung, 18 ár og eldri, komu saman í Róm til eina fyrireikandi stevnu í fimm dagar. Síðani vórðu toymir send út í fleiri enn 20 lond við gleðiboðskapinum við orði, hondum og fótum. Har bar til at brúka tær gávur, Gud hevur givið okkum. Eg kann bara eggja tykkum til at fara á Transform. Vit kendu Guds nærveru og serligu signing á hesum tiltaki. Transform er eitt tiltak, har Gud kann møta tær og menna teg til hansara missión.
Tríggjar gentur hava meldað seg til í summar og fara eftir ætlan til Albania. Eg kann bara eggja tykkum til at fara ella fáa onnur at fara avstað.
Nevndin
OM hevur virkað í Føroyum í nógv ár. Men 1. januar 2012 varð OM skipað sum ein føroysk deild og fekk sína egnu nevnd og dagligu leiðslu. Øll hesi árini hevur nevndin verið skipað við somu limum. Eg tori at siga vegna okkum øll, at tað hevur eydnast sera væl, og vit hava havt eitt framúr gott samstarv og ikki minst vinskap.
Í ár skulu vit siga einum nevndarlimi takk og farvæl. Maja Jakobsen hevur verið ein sera dugnaligur nevndarlimur og hevur við sínum jaliga tænastusinni givið eitt stórt íkast til OM. Vit takka tær Maja fyri títt tíðarskeið í nevndini og ynskja tær framhaldandi Guds ríku signing, tí tíðarskeiðið í OM er vónandi ikki av.
Vit fara í komandi tíð at leita eftir tí rætta fólkinum at koma í nevndina fyri Maju. Latum okkum biðja Gud um at geva okkum fólk eftir hansara hjarta í nevndina.
Vit hava í nevndini og dagligu leiðsluni avgjørt at koma út til samkomur og missiónshús at vitja leiðslur og møti í framtíðini. Vit vilja fegin kunna um OM og teir møguleikar, samkomur og missiónshús hava at menna lærusveinaskapin og missiónsvirksemið, bæði úti og heima. Vit fara seinni í dag at kunna meira um hetta og vóna, at undirtøkan verður góð.
Heilsan og tøkk
Til seinast vil eg takka øllum fyri forbøn, gevarasinni og ídni fyri Guds missión. Vit fara nú í gongd við eitt nýtt ár, og tað gera vit í trúgv á Gud, at hann vil geva okkum alt tað, okkum tørvar. Um tað er í viðgongd ella í mótgongd, so leggja vit okkum øll í Hansara hendur og biðja Gud geva okkum áhaldni og úthaldni, so vit kunnu fullføra skeiðið, okkum er givið. Má Gud vælsigna OM um allan heim, at vit eru okkara medmenniskjum til signingar og Gudi til heiðurs.
Takk fyri!
Heri Kjærbo
formaður