Formansfrágreiðingar

Formansfrágreiðing á aðalfundinum hjá OM Føroyar, 18. mars 2017

Byrjan

Í ár eru tað 60 ár síðani, at altjóða OM felagsskapurin byrjaði. George Verwer, stovnarin, hevur sagt og skrivað tað fleiri ferðir áður: tað er bønarmenniskja Dorothea Clapp. Hon var ein biðjandi og eyðmjúk kvinna. Har var einki hóvasták, einki drama, eingin stórur skari og eingin heiður at fáa. Men bara áhaldni og gott treysti. At biðja handan afturlatnar dyr. Í dag kunnu vit, nógv ár seinni, uppliva, hvussu Gud hevur svarað bønum hennara, og hvussu stórt verk Gud hevur bygt út frá bønarvirksemi og áhaldni hennara.

Hetta er eitt av høvuðsreiðsskapinum í OM. Bøn. Eg veit ikki, hvussu nógv skilja hetta, ella taka hetta til sín í dagligdegnum, men hetta er nervan í øllum tí, vit uppliva, har vit aftur og aftur kunnu vitna um, at Gud grípur inn. Gud letur okkum síggja, hvussu gleðiboðini um Jesus Kristus verða borin og boðað kring heimin. Jesus møtir menniskjum, og tey verða frelst frá glatan, synd, deyða og dómi. Ein kvinna í bøn. Eg ynski, at henda søga kann eggja okkum til at síggja týdningin av bøn – og at bøn má vera lívsnervan í okkara felagsskapi tey næstu nógvu 60 árini – um Gud vil!

Kenna og dýrmeta Gud. Tað er visjónin í OM! Boða evangeliið fyri hvørjum einstøkum menniskja, tað er visjónin í OM!

Nógv er broytt gjøgnum 60 ár í OM. Fyrst var tað India, og so hevur tað verið eystur Evropa. Í dag eru tað serliga flóttarfólkini, sum er kjarnuøki. Hvat verður tað um 20 ár – um 40 ár? Sum altjóða missiónsfelagsskapur hevur tað sera stóran týdning at fylgjast við Jesusi. Á henda hátt vilja vit hoyra og lata okkum leiða, til áhaldandi at vera til reiðar at fara, har Jesus kallar okkum. Men tað krevur, at vit eru árvakin í bøn og búgva okkum til tænastu og fara til tey nýggju støðini, har vit ikki hava verið áður. Vit hava millum annað tosa um Ísland og Grønland í leiðsluni. Tvey lond har evangeliið ongantíð hevur fest røtur, men menniskju ganga í myrkrinum. Hvør vil fara til tey?

Hava vit visión fyri flóttunum? Hvussu kunnu vit náa teir? Hvør vil fara til teir – ikki bert í nakrar dagar, men í langa tíð?

Ein dag kemur aftur eitt nýtt tíðarskeið eftir flóttar. Hvussu sær tað tíðarskeiðið út? Vit kunnu læra nógv av profetinum Nehemia. Nehemia fyrireikaði seg at taka ímóti fíggindunum í friðartíð. Fólkið skilti ikki Nehemia í byrjanini, men tá Nehemia fortaldi, hvør uppgávan var, og hví tey skuldu byggja ein múr í friðartið, kom fólkið við, og Nehemia kom á mál við ætlanini. Men hvussu við okkum? Eru vit greið yvir, hví vit skulu biðja, savna inn gávur og senda fólk út? Hava samkomur og missiónshús týðulig mál, at røkka longri út til menniskju við evangeliunum?

Menniskju ganga í myrkrinum á veg móti deyðanum. Tey kenna ikki vegin; tey eru blind. Men Guds orð er ein lykt fyri fótum okkara. Guds orð vísir á vegin. Vegurin er Jesus, vegurin, sum førir til lívið. Vit eru send við Guds orði, sum kann verða ljós fyri tey, sum ganga í myrkri, so tey síggja – og kunnu ganga á vegnum – fylgja Jesusi eftir móti tí æviga máli.

 

Hvør er so okkara framtíðardreymur?

Uppgávan hjá OM er at kenna Gud og dýrmeta Hann í øllum, vit gera. Kirkja/samkoma Jesu Krists er kallað til at boða evangeliið fyri hvørjum einstøkum menniskja, og til at seta á stovn kirkjulið/samkomur í øllum fólkabólkum.

Vit ynskja OM altjóða hjartaliga til lukku við føðingarárinum – og takka Gudi fyri trúfesti at svara bønum og ríkiliga at hava vælsignað so nógv menniskju kring allan heimin.

 

Leiðsla og starvsfólk

Jóhan Petur tók við sum dagligur leiðari og hevur røkt hetta starv síðani seinasta aðalfund. Vit hava verið sera glað fyri Jóhan Petur, sum hevur gjørt eitt gott arbeiði. Hann hevur megnað at ført ætlanirnar víðari eftir at Anita og Oddmar fóru úr leiðarastarvinum. Hetta hevur til tíðir kravt nógv, men vit eru komin á mál. Jóhan Petur hevur verið kring landið, og vit takka fyri og gleðast um, at øll hava tikið so væl ímóti Jóhan Peturi. Takk fyri tað.

Vit hava í langa tíð sæð, at tørvurin fyri at seta fleiri fólk í tænastu her heima, hevur verið stórur. Tí avgjørdu vit á heysti 2016 at seta Guðri Larsen í starv á skrivstovuni. Tað hevur munað væl at fingið Guðri í starv. Men tørvurin at fáa fólk til bókhaldið hevur eisini verið stórur. Tí kundu vit serliga gleðast um, at Anita Tausen hevði fingið styrki aftur og kendi kallið at koma aftur í starv at taka sær av bókhaldinum og tí fíggjarliga. Hetta eru vit sera takksom fyri og síggja Guds náði gjøgnum hetta seinasta árið sum ein reyðan tráð. Gud hevur signað OM Føroyar.

Robert Gutke og Pól Andrias Larsen hava umsitið KT kervið í nøkur ár, hóast ikki í føstum starvum. Hetta hevur gingið framúr væl, og eru vit sera takksom fyri, at tað ber til. KT- økið er eitt týdingarmikið øki, sum vit øll brúka í tí dagliga. Saman við Guðri Larsen, hava tey endurnýggjað okkara heimasíðu, sum hevur fingið eitt nýtt snið. Eitt sera vakurt snið! Takk fyri tað!

Vit hava gleðiliga eisini nógv starvsfólk úti í heimi.

 

Fólk úti við OM

2016/17

 

Logos Hope:

Fríði Dam.

Petur Pauli Christiansen.

Eirikur Lauritsen.

Jón & Katrin Helmsdal og børnini Fríðrikkur, Ingi & Olivia.

Dánjal Petur Abrahamsen

Beinta og Grímur Vang og børnini Durita og Jákup.

Elsa Steinberg

Eldrið Meinhardsdóttir

 

Miðeystur:

Tórur Zachariasen

 

USA:

Rebekka Petersen

 

Chile:

Durita Olsen

 

Life Hope:

Graig og Clarie Niclasen við familju.

 

Italia:

Fríða Gaardlykke

 

Frankaríki:

Jóhannes og Cecile Mortensen við familju

 

Belgia:

Rani Kjærbo

 

Logos Hope

Skipað varð aftur fyri eini Logos Hope viku í 2016. Vikan eydnaðist sera væl. Samkomu- og missiónshús fingu vitjanir, og vit vóru væl móttikin. Samstarv var eisini við Lindina, sum varpaði ljós á tiltakið. Vinnulívið fekk eisini vitjan. Til samans komu 720.000,-  inn í gávum og eru vit sera takksom fyri, at tit hava stuðlað hesum tiltaki so væl. Umframt hesar gávur, lat skótahjálpin kr. 75.000,- í gávu til arbeiðið millum børn í Ghana, meðan Logos Hope lá við bryggju í landinum. Mai og Marni Simonsen hava saman við Johan Petur Johannesen ábyrgd fyri Logos Hope vikuni. Hetta er eitt týdningarmikið tiltak og eru vit takksom fyri øll, sum luttaka á ymiskan hátt.

 

Logos Hope kom inn í 17 havnir í 10 ymiskum londum í 2016. Tilsaman 738.267 fólk vitjaðu umborð á skipinum. 27.493 bíbliur og nýggja testamenti eru latin vitjandi. Umleið 700.000 kristnar og aðrar lærubøkur eru farnar úr bókabúðini á Logos Hope. Logos Hope er í hesum døgum í Karibiska havinum.

 

TeenStreet

TeenStreet-tiltakið eydnaðist sera væl í 2016. Samanlagt vóru 418 persónar í Týsklandi úr Føroyum. Av hesum vóru 239 tannáringar, 22 børn og 157 vaksin. Vit kunnu bara siga, at leiðslan í TeenStreet, saman við øllum leiðarunum og luttakarunum, hava gjørt – og framvegis gera eitt framúr gott arbeiði. Hetta eru vit tykkum sera takksom fyri og trúgva vit, at orðið, sum sáðað hevur verið, ongantíð vendir tómt aftur.

TIM (tannáringar í missión)

Guðrun og Stig Eltør vóru leiðarar fyri 12 tannáringum í Moldova.

Annalisa G. Jacobsen og Jóhan Petur Johannesen leiddu 11 tannáringum til Albania.

Uppgávur, felagsskapurin og tíðin í londunum gekk avbera væl. Fleiri av teimum ungu ynskja at endurtaka missiónsferðina.

 

Transform

Tríggir føroyingar vóru á Transform í 2016. Eftir sjálva stevnuna í Bacelona, tóku tveir luttakarar lut í missiónsarbeiði og barnaarbeiði einum býi uttanfyri Valencia og triði luttakarin var í Barcelona.

 

Nevndin

Vit eru fimm fólk í nevndini. Á síðsta aðalfundi komu tveir nýggir limir í nevndina. Nevndin hevur áhaldandi virkað væl og hildið fast við tær ætlanir, sum vórðu samtyktar í 2014. Stórsta avbjóðingin hevur verið leiðsluskiftið, men hetta hevur eisini gingið sera væl. Vit hava upplivað stóran stuðul, og tað er lætt at virka sum nevnd, har so nógv fólk frá so nógvum ymiskum samkomum eru partur av OM felagsskapinum og taka ábyrgd og uppgávur á seg, soleiðis sum vit uppliva tað í OM. Takk fyri tað!

Á seinasta nevndarfundi undan aðalfundinum í dag, hava vit valt ein nýggjan nevndarlim. Eg havi tað gleði at kunna tykkum um, at í dag verður Kristianna Johannesen av Nesi vald sum nevndarlimur í OM Føroyar. Kristianna er gift við Torleif Johannesen og eiga tey tvey børn. Kristianna er starvsfólk í Bláa Krossi og hevur sína regluligu gongd í Missiónshúsinum á Toftum.

Orsøkin til, at Kristianna er vald inn í nevndina er, at eg sjálvur havi valt at takka fyri meg í nevndini. Eg havi sitið í nevndini í 6 ár – síðani nevndin varð stovnað. Hetta hevur verið ein sera gevandi, spennandi og góð tíð. Eg kenni Guds signing, og eri eg ógvuliga takksamur fyri hesa tíð. Eg havi møtt nógvum fólki frá so ymiskum samkomum, kring alt landið. Tað er stórt, at vit kunnu vera saman í OM, har bøn, missión og Jesus eru okkara felags miðdeplar. Eg havi kent meg at hava verið – og eg eri framvegis saman við Jesu Kristi eftirfylgjarum.

Men sum sagt, takk fyri meg og fyri tíðina í nevndini. Má Harrin signa tykkum, sum nú halda á fram í nevndini. Latum okkum minnast til øll tey, sum sita í nevndini, áhaldandi í bønum okkara – og takið væl ímóti Kristionnu. Í nevndini sita nú: Jens Christian Olsen, Absalon Áargarð, Randi Joensen, Hendrik Mellemgaard og Kristianna Johannesen.

Heilsan og tøkk

Til seinast vil eg nýta høvi at takka tykkum øllum fyri trúfesti, áhaldni og vælvild í tænastuni. Takk fyri, at tit brúka tíð, pening og orku til OM, so visjónin fyri at náa enn fleiri við gleðiboðskapinum kann náast. Eg vil takka mínum Harra Jesusi Kristi, fyri náði og miskunn, at hann hevur leitt okkum og vart okkum. Hansara er æran og allur heiður. Gud signi tykkum øll.

 

Heri Kjærbo

formaður