Arbeiðsætlan

Búgva út til missión

Vit ynskja at síggja so nógvar føroyingar fara út við gleðiboðskapinum sum gjørligt. Fyri at tað kann eydnast til fullnar, vilja vit fegin koma út til samkomur og kirkjur í Føroyum at vitja, at hava fundir, møtir og tiltøk. Vit hava einki ynski um at taka ella hava ábyrgd fyri samkomuarbeiði, men hinvegin at ganga saman við staðbundnum leiðslum og ábyrgdarfólki, so at fleiri kunnu koma við út í missión. Til dømis, at ung, sum fegin vilja fara út í onnur lond, sleppa avstað, men at staðbundnir leiðarar eru við á ferðini sum ábyrgdarfólk hjá teimum ungu. Eftir at ung og ábyrgdarfólk eru komin heimaftur, kann eitt ídni fyri missión áhaldandi vaksa fram og mennast í teimum ungu og ábyrgdarfólkinum, sum so eisini smittar av í samkomuni/kirkjuni. Tá henda tilgongd hevur verið í eina tíð, trúgva vit, at ein og hvør samkoma/kirkja kann gerast meira íðin í missión og á henda hátt vaksa í heilagleika fyri Gudi.

Ítøkiliga ynskja vit sum nevnd og leiðsla at vitja samkomu- og kirkjuleiðslur runt landið fyri at vísa á, hvat OM er, og hvussu eitt samstarv kann mennast millum OM og samkomuna/kirkjuna á staðnum, uttan at OM á nakran hátt verður annað enn ein stuðul til tað staðbundna arbeiðið.

 

Lærusveinamenning

Tá ung og tilkomin vilja luttaka á til dømis Teenstreet, TIM ella Transform, er tað okkara greiða mál, at viðkomandi ikki bara kemur á eitt tiltak fyri at fáa eina góða uppliving. Vit ynskja, at viðkomandi áhaldandi skal mennast millum tiltøkini. Tá onkur t.d. hevur verið á Teenstreet, vilja vit fegin stuðla samkomuleiðsluni ella ábyrgdarfólkinum áhaldandi við tiltøkum heima í Føroyum, so at fólk áhaldandi halda fram við at søkja Guds orð, bøn og Guds vilja við framtíðini í missión heima og altjóða.

 

Leiðslumenning

Nógv ung luttaka á OM tiltøkum. Men ofta vantar okkum leiðarar frá samkomum/kirkjum, haðani hesi ungu koma. Fyri at styrkja ábyrgdina og lærusveinaskapin hjá ungum vilja vit eisini fegin menna leiðsluskapin, so at fleiri leiðarar kunnu leggjast til, og so at leiðarar eru betri fyri at menna tey ungu. Vit vilja eisini fegin skipa fyri einum leiðsluskeiði hvørt ár við luttøku frá altjóða OM. Vit meta, at ágóðin av slíkum skeiði kann síggja aftur í staðbundna samkomu-/kirkjuvirkseminum. Tað er eisini við til at styrkja um lærusveinamenningina í tí langa tíðarskeiðnum.

 

Teenstreet

Vit ynskja, at tey ungu skulu møta øðrum trúgvandi ungum úr Evropa. At fáa góða frálæru og upplivingar í kristna felagsskapinum er við til at stimbra tey ungu í trúnni og lívinum. Stórur dentur er eisini lagdur á at liva tað kristna lívið, har ein dagliga er staddur. Men málsetningurin er eisini at búgva tey ungu út til at síggja seg í einum størri ætlan í lívinum – í Guds ætlan. Tað merkir, at tey ungu síggja kallið at røkka fólkasløgini við gleðiboðskapinum og hvørja ábyrgd, staðbundna samkoman/kirkjan hevur í hesum sambandi. Teenstreet leggur upp til, at ung gerast íðin og virkin í missión heima og úti.

 

TIM

Fyri tey ungu, sum fara á Teenstreet, er møguleiki fyri at geva teimum meira enn eina legu. Á TIM møta tey ungu fólki í øðrum londum, har OM virkar í missión til dagligt. TIM eru føroysk toymir við føroyskum toymisleiðarum, sum eru burtur í 10 dagar, áðrenn leiðin gongur til Teenstreet. Her er lærusveinamenning, leiðslumenning og mest av øllum eitt møti við missión, har tey ungu verða sett í gongd til at virka í missión. Longu í dag kunnu vit vísa á, at fleiri av teimum ungu, sum hava verið á TIM, fara aftur árið eftir. Tey verða gripin av missiónsarbeiðnum og av tí, Gud virkar. TIM er fyri tannáringar og gevur íblástur og royndir til at fara á Transform, tá ein er liðugur at vera tannáringur og gerst sjálvstøðugur. Tá verður farið á Transform.

 

Transform

Transform er ein stevna, har fleiri hundrað ung og tilkomin møtast fyri at fyrireika seg til eina styttri ella longri missiónsferð í lond í Miðalhavinum. Har koma luttakarar beinleiðis í missión, har tey sjálv skulu møta fólki, har tey eru. Hetta kann sigast at vera eitt stig inn í langtíðarmissión. Alt kann henda, og luttakararnir mennast nógv og síggja beinleiðis tørvin á vitnisburðinum úti millum fólkasløgini. Tá tey koma heim frá TF, eru tey ment nógv til at virka í samkomuni/kirkjuni á staðnum.

 

Stuttíðarmissión

Endamálið er at boða Guds ríki, men samstundis fáa tey, ið fara, ein møguleika at kanna, um altjóða missiónsarbeiðið er nakað fyri tey í framtíðini, og um tey ikki sjálvi fara, so kunnu tey stuðla teimum, ið fara út fíggjarliga og andaliga, tí, sum vit siga í OM: Far – gev – og bið.

 

Logos Hope

Í Føroyum er okkara størsta vinnugrein á sjónum, og vit brenna fyri at røkka so nógvum fólkasløgum sum gjørligt. Logos Hope er besta boð okkara, og har vilja vit satsa. Við Logos Hope eru vit á sjónum, og vit koma út til tær mongu tjóðirnar í heiminum við gleðiboðskapinum. Við Logos Hope fáa vit ein hóp av møguleikum, eitt nú lærusveina- og leiðslumenning, tvørmentanarligar royndir saman við 400 kristnum fólkum úr øllum heimspørtum, at møta ónáddum fólkasløgum, møguleika at styrkja og lívga Guds samkomu/kirkju runt heimin og ein hóp av øðrum møguleikum. Stutt sagt er Logos Hope ein gáva frá Gudi til hansara samkomu/kirkju og ein signing til heimin.

 

Langtíðarmissión

Okkara høvuðsmál er at koma út við gleðiboðunum um Guds son Jesus Kristus. Vit vilja búgva kristin út til Guds missión. Vit vilja røkka út til tey ónáddu fólkasløgini, soleiðis sum Harri okkara boðaði okkum. Fyri at tað kann eydnast, og fyri at vit kunnu halda fram, er tað okkara høvuðsmál at senda trúboðarar og kristin fólk út til akurin runt heimin fyri fleiri ár. Orsøkin er einføld. Tá eitt fólk ella familja í fleiri ár er virkin í altjóða missión og sáar Guds orð og vitnisburð, er tað størri møguleiki fyri, at Guds samkoma/kirkja festir røtur í einum fólki. Tær veiku samkomurnar/kirkjurnar styrkjast og vaksa í heilagleika og kunnu gerast ein týdningarmikil partur av missiónsvirkseminum, at koma longri út við gleðiboðunum. Í dag eru umleið 6.000 menniskju virkin í OM. Tað er alneyðugt, at vit áhaldandi kunnu senda fólk út í longri tíðarskeið, fyri at vit kunnu vera við til at røkka út til ytstu endamørk jarðarinnar, og so kemur Jesus aftur.