Keypstreytir

YVIRSKIPAÐ KUNNING

OM Føroyar
J. H. Schrøtersgt 11
FO-100 Tórshavn
Føroyar
V-tal: Set inn V-tal
Telefon: Set inn telefon
Teldupostur: info.fo@om.org

 

GJALD

OM Føroyar tekur ímóti hesum gjaldskortum: Visakort og Mastercard via Quickpay.

Upphæddin verður trekt av konto tíni, tá vøran er avheintað ella send.

Allar upphæddir eru í DKK við mvg.

 

VØRUR

Á omforoyar.fo ber til at keypa bøkur og atgongumerki til TeenStreet.

 

AVHEINTAN OG ÚTBERING

Vørur keyptar á omforoyar.fo kunnu avheintast í handli okkara:
J. H. Schrøtersgt 11
FO-100 Tórshavn

Vit bíða í seinasta lagi 14 dagar eftir avheintan.

Vørur kunnu somuleiðis sendast við posti. Pakkaflutningur verður avroknaður eftir galdandi prísum.

 

IÐRANARRÆTTUR

Tú hevur sum kundi 14 dagar iðranarrætt, tá tú keypir á omforoyar.fo.

Iðranarrætturin fellur burtur 14 dagar eftir, at tú hevur fingið vøruna.

Um talan er um atgongumerki til TeenStreet, fellur iðranarrætturin burtur, um tiltakið er byrjað.

Eru trupulleikar við vøruni, skalt tú boða okkum frá skjótast gjørligt á info.fo@om.org (seinast dagin eftir, kl. 12.00).

Tú kanst ikki iðra teg bert við at nokta at móttaka ella avheinta vøruna.

 

AFTURSENDING

Um tú ynskir at aftursenda vørur, sum ikki eru talgildar ella bundnar at ávísum tiltaki, skalt tú aftursenda vørurnar til okkum uttan óneyðuga seinkan, í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tú hevur boðað frá iðran.

Tú rindar fyri flutningskostnaðin og hevur ábyrgdina av vørunum, til tær eru móttiknar av okkum.

Afturgjalding av keypsupphædd

Tú fært upphæddina afturgoldna innan 14 dagar eftir, at vit hava móttikið boðini um iðran. Vit endurrinda í sama gjaldsmegi sum upprunakeypi.

Vit kunnu halda endurgjaldinum aftur, til vit hava móttikið aftursendu vøruna.

Iðrar tú keypið, skal vøran sendast til:

OM Føroyar
J. H. Schrøtersgt 11
FO-100 Tórshavn

Hesi vørusløg eru ikki partur av iðranarrættinum:

Atgongumerki til TeenStreet eftir at tiltakið er byrjað.

Vørur, sum hava fingið persónliga tillaging.

 

ENDURGJALDSKRAV

Tú hevur 12 mánaðar endurgjaldskrav, tá tú keypir á omforoyar.fo. Hetta merkir, at tú kanst fáa vøruna umbýtta, fáa peningin aftur, ella fáa avsláttur av prísinum, treytað av umstøðunum.

Tú skalt boða okkum frá innan “rímiliga tíð”, og innan tveir mánaðir eftir, at tú hevur funnið breki, er altíð rokna sum rættstundis.

Hetta er ikki galdandi fyri atgongumerki til TeenStreet og flogferð í tí sambandi.

Vøran skal sendast til:

OM Føroyar
J. H. Schrøtersgt 11
FO-100 Tórshavn

 

PERSÓNSDATAPOLITIKKUR

Les okkara persónsdatapolitikk her.

 

KLAGUR

Vilt tú klaga um keypi, skalt tú skriva til info.fo@om.org. Finna vit ikki eina loysn saman, kanst tú, um tú lýkur treytirnar, senda eina klagu inn til viðkomandi kærunevndir.