Stutttíðarmissión

Stutttíðarmissión er ein góður møguleiki hjá tær at læra um og royna teg í missión í styttri tíðarskeið, frá eini viku til tvey ár.

Trýst á knøttin niðanfyri og síggj teir nógvu møguleikarnar fyri at fara út í stutttíðarmissión við OM. Um okkurt av hesum hevur tín áhuga, ella tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á info.fo@om.org

STEP - Short Term Exposure Program

STEP stendur fyri Short Term Exposure Program.

STEP eru 2-3 mánaðar program á Logos Hope og á OM Ship International Campus í Florence í USA.

Les meir um hesi programmini á Logos Hope undirsíðu okkara.

REACH lærisveinabíbliuskúli - Equipping for the nations

REACH - lærisveinabíbliuskúlin hjá OM leggur dent á bíbliuundirvísing, vegleiðing og tænastu. Skeiðini vara úr 5 mánaðum til eitt ár.

Møguleiki er at fara á Reach í Bretlandi, Moldova, Suður Afrika, Brasilia, Taiwan og í Chile.

Les meiri  her, skriva ein teldupost til info.fo@om.org ella ring til okkara á 219923 fyri at hoyra nærri.

 

MTT - Middle East North Africa Traveling Team

MTT stendur fyri Middle East North Africa Traveling Team. Endamálið við MTT er at boða gleðiboðskapin um Jesus í MENA økinum.

Hetta er eitt programm sum leggur dent á bíbliska trúarlæru, arabiskt mál, arabiska mentan, bíbilsk leiðsla og yvirlivingarførleikar, programmið vara tvey ár. MTT er ætlað ungum monnum 18-25 ár.

Les meiri her, ella skriva til okkum á info.fo@om.org fyri at hoyra nærri.

https://www.facebook.com/omdanmark.org/videos/624083318030203/

Summit Nepal - Mission Exposure Program

Summit Nepal er eitt programm uppá 5 ella 9 mánaðir í Nepal, programmini byrja í januar og í september.

Endamálið er náa fólk í fjarskotnum bygdum í Himalaya fjøllunum við gleðiboðskapinum. Toymini fáa venjing í Kathmandu, og síðani verður ferðast nógv til gongu við ryggsekki.

Skriva til okkum á info.fo@om.org fyri at hoyra nærri.