Dátuverndarkunning frá OM
Vælkomin til dátuverndarkunning frá OM. Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá OM at tryggja, at viðgerðin av tínum persónupplýsingunum er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini og at tann skrásetti (tað er tú) er kunnaður um, hvat er skrásett um viðkomandi.
Vit hava árliga ymisk tiltøk, skeið og hjálpararbeiði í OM, sum tú kanst tekna teg til og luttaka á. Tá tú boðar frá luttøku, verður tú møguliga biðin um ymiskar persónupplýsingar.
Vit taka dátuvernd í álvara, og hava tí samtykt hendan privatlívspolitikkin, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar í sambandi við tiltøk hjá OM.
1. Vit eru dátuábyrgdari – Hvussu kanst tú seta teg í samband við okkum?
OM er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava móttikið um teg. Um tú ynskir at venda tær til okkum viðvíkjandi okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú venda tær til:
Skrivstovan hjá OM Føroyar
J. H. Schrøtersgøta 11
FO-100 Tórshavn
Telefon: +298 219923
Teldupost: info.fo@om.org ella finance.fo@om.org
2. Samskiftisupplýsingar hjá dátuverndarráðgeva
Um tú hevur spurningar til okkara viðgerð av tínum upplýsingum, ert tú eisini vælkomin at seta teg í samband við okkara dátuverndarráðgeva, umvegis fylgjandi møguleikar:
- teldupost: jco@eirin.fo
- telefon: +298 784070
- bræv: Jens Chr. Olsen, Undir Nesinum 14, FO-650 Toftir
3. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum
Vit viðgera tínar persónupplýsingar til hesi endamál:
- At tryggja, at hvør persónur, sum vil verða við í einum tiltakið, fær røttu upplýsingar til rætta tíð og harumframt at alt er væl fyriskipað.
- At skipa hjálpararbeiðið soleiðis, at trygdarreglar og ásetingar í reglugerðini, um OM, verða hildnar, so at luttakarar er tryggir.
- At tryggja at hjálparfólk annars eru sett til allar neyðugar uppgávur.
Heimildargrundarlagið fyri okkara viðgerð er:
- Heimildargrundarlagið fyri viðgerðina er antin, at vit hava fingið samtykkið, ella at tað er grundað á eina avtalu, sum vit hava gjørt við teg, ella at vit skulu gera hetta grundað á rættarligar skyldur ella grundað á heimilað áhugamál.
Heimilaði endamál við viðgerðini
Av teimum omanfyri nevndu heimildargrundarløgum, fer okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram, fyri tað mesta grundað á heimilað áhugamál, sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6, í dátuverndarlógini, og §12 stk 1, nr 5 fyri viðkvæmar persónupplýsingar
Heimildirnar eru:
- Samtykki. §8, stk. 1, nr. 1
- Avtala. §8, stk. 1, nr. 2
- Rættarlig skylda. §8, stk. 1, nr. 3 og sum nevnt omanfyri
- Heimilað áhugamál. §8, stk. 1, nr. 6
- Heimilað virksemi. §12, stk. 1, nr. 5
4. Sløg av persónupplýsingum
Vit viðgera hesi sløg av persónupplýsingum um teg:
- Vanligar persónupplýsingar. Talan er fyri tað mesta um vanligar persónupplýsingar, so sum navn, bústað, føðidato, og samskiftisupplýsingar sum telefonnummar og teldupostadressa.
- Myndir. Í samband við tiltøk hjá OM og TeenStreet verða myndir og filmar tiknar, sum kunnu verða deildar á heimasíðuni og sosialu miðlunum hjá OM og TeenStreet og sendar vanligu miðlunum, fyri at vísa tað arbeiði, sum OM ger. Liðmyndir verða eisini tiknar. Hvør leguluttakari og leiðari á myndini fær eitt eintak, umframt at OM og TeenStreet goyma eitt eintak av liðmyndunum.
- Viðkvæmar persónupplýsingar. Í sambandi við missión/tiltak kann tað verða, at tú hevur upplýst okkum viðkvæmar persónupplýsingar, so sum heilsuupplýsingar, og átrúnaðarligar samføring. Gjaldsupplýsingar: Gjaldið fyri missión er skrásett hjá OM.
5. Móttakarar ella bólkar av móttakarum
Høvuðsreglan hjá OM er, at vit ikki víðarigeva tínar persónupplýsingar til aðrar móttakarar, og um vit brúka undirveitarar, so eru tað bert veitarar úr EU og Føroyum. Undantøkini eru tó teir sosialu miðlanir, tí OM hevur eina Facebook síðu, ein Instagram profil og eina YouTube kanal.
- OM brúkar týskan veitara til bókhaldið.
- OM/Teenstreet er á sosialu miðlunum og hevur eina Facebook síðu, og ein Instagram profil, og tú eigur at verða vitandi um, at Facebook/Instagram savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá ið tú brúkar Facebook/Instagram síðuna hjá OM/Teenstreet. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Facebook/Instagram brúkar hesar upplýsingar at tillaga tín vanga og vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja. Her kanst tú lesa meira um Privatlívspolitikkin hjá Facebook/Instagram.
- OM/Teenstreet hevur eisini eina YouTube kanal, og eisini her eigur tú at verða vitandi um, at YouTube savnar inn upplýsingar um teg, við at brúka farspor, tá ið tú brúkar YouTube kanalina hjá OM/Teenstreet. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og YouTube brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja. Her kanst tú lesa meira um cookie-politikkin hjá YouTube.
6. Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum
Vit flyta tínar persónupplýsingar til móttakarar [Týskland], í sambandi við at vit brúka skipanir/hýsing í Týsklandi.
Til tína kunning, so er Týskland eitt trygt land at goyma persónupplýsingar, og vit hava dátuviðgeraravtalu við dátuviðgerar hjá okkum.
7. Hvaðani persónupplýsingarnar stava
Persónupplýsingar, sum vit viðgera eru innheintaðar beinleiðis frá tær.
- Persónupplýsingarnar eru fingnar beinleiðis frá tær ella frá foreldrum/verjum, tá ið tú ella foreldur/verjar hava meldað teg til tiltøk ella ferðir hjá OM. Í ávísum førum biðja vit um ummæli frá kontaktpersónum, sum tú sjálv/ur hevur upplýst okkum.
- Tá tú gevur eina gávu til OM verður tað skrásett í bókhaldinum.
8. Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar
Vit goyma tínar persónupplýsingar so leingi, tað er neyðugt í sambandi við tað viðgerð vit hava, ella um skrásettið ynskir persónupplýsingarnar strikaðar.
- Vanligu persónupplýsingar í samband við leguluttøku. Hesar upplýsingar verða goymdar til tað ikki er neyðugt at hava teir meira.
- Viðkvæmar persónupplýsingar, sum verða givnar OM í sambandi við tiltøk og ferðir, verða strikaðar, tá tað ikki er neyðugt at hava tær meira.
- Liðmyndirnar verða ikki strikaðar. Løtumyndir og upptøkur av dagligdegnum hjá OM verða goymdar, og deildar á ymiskum miðlum.
- Sosialumiðlarnir. Myndirnar á socialu miðlunum og heimasíðuni verða ikki strikaðar, men um onkur ynskir at myndir skulu strikast, so verða tær strikaðar – beinanvegin, uttan drál.
- Roknskaparupplýsingar, sum er í pappír formi, verða burturbeind eftir 5 árum.
9. Automatiskar avgerðir verða ikki tiknar, undir hesum profilering
Vit nýta ikki automatiskar avgerðir, og tað er eingin háttur av profilering gjørd.
10. Rættin til at taka samtykki aftur
Um tú hevur givið okkum samtykki, kanst tú altíð taka tað aftur. Hetta kanst tú gera, við at seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í 1. broti).
Um tú velir at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildið av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.
11. Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í 1. broti).
11.1 Rætturin til innlit (§ 26)
Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.
11.2 Rætturin til rætting (§ 27)
Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.
11.3 Rætturin til striking (§ 28)
Í summum førum hevur tú rætt til, at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking.
11.4 Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar.
11.5 Rætturin til dátuflutning (§ 31)
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.
11.6 Rætturin til mótmæli (§ 32)
Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.
12. Kæra til Dátueftirlitið
Tú hevur rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú finnur samskiftisupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á heimasíðuni www.dat.fo.
——
Hetta var seinast dagført 29. sep 2022