Tak lut
“Síðani eg fór út í missión, síggi eg veruliga hvussu Gud er aktivur og arbeiður gjøgnum sítt fólk runt um allan heim — frá teimum sum sita á bíbiltíma á bambusgólvi í Filipininum, til kirkjur sum møtast undir trøðum í Afrika, til nýmótans samkomur í Singapor við allari hugsandi tøkni. At vera í missión við OM hevur víst mær tørvin á at øll eru við í Guds arbeiðið — óansæð hvør tú ert og hvar tú kemur frá. Gud hevur givið okkum øllum ymisk evnir og serstakar rollur í Hansara ætlan at leiða fólk aftur til Hann!” - Abby úr USA, Afrika Trek leiðari
Kom og verð við
Ert tú tannáringum er tað kanska TeenStreet ella TiM (Tannáringar í Missión) ið tú skalt royna.
Ert tú ungur so eru Transform og STEP-programmi á Logos Hope ein góður møguleiki. Ella kanska nýggja verkætlanin Riverboat, har siglt verður á mongu áunum í Europa, ljóðar spennandi?
Um tú leitar eftir undirvísing hevur OM fleiri missións- og venjingarskúlar runt um í heiminum.
Umframt hetta, eru møguleikarnir nógvir, fyri fólk í øllum aldri, at fara stutta ella langa tíð út í missión.
Skriva til okkum og hoyr nærri, á info.fo@om.org