Formansfrágreiðing 2016

Formansfrágreiðing á aðalfundinum hjá OM, Føroyar , 09. Apríl 2016

Byrjan

Í Gamla Testamenti lesa vit lovsangin, Hanna sang. Ein lovsangur, sum fyrst og fremst er, at heiðra Gud og fegnast um hansara frelsuverk. Men skjótt síggjar vit, at dýpdin í lovsanginum er væl størri enn í teimum lovsangum, vit hoyra í dag. Vit lesa um, hvussu Hanna hevur lært at fegnast gjøgnum sínar lívsroyndir við samfelagnum við Gud. Gud svara ikki bara bønum okkara, tá vit rópa. Gud er ikki bara til, fyri at vit skulu fáa sigrar og gleim. Nei, Hanna játtar fyrst og fremst, at eingin er uttan Gud, og eingin er ein klettur sum Hann. Sigurin hoyrir Gudi til.

Hanna sigur nógv meira um Gud. Tað er Gud, sum tekur og gevur lív, tað er Hann, sum ger ein fátækan og annan ríkan. Tað er Gud, sum førir ein í heljarheim og leiðir úr heljarheimi til frelsu. Alt hetta hoyra vit lítið og einki til í okkara parti av heiminum. Vit máta ofta okkara kristnu trúgv við okkara egnu eydnu, og hvørji mál vit megna.

Men sæð við Guds orði, so er tað ikki her hjá okkum, at viðurskiftini er so góð. Heldur hinvegin, frætta vit frá útheiminum, hvussu okkara brøðrir og systrar verða forfylgd, pínd og dripin vegna sína trúgv. Vit frætta um eina líðandi samkomu. Eina kirkju, sum fylgir Jesus eftir inn í deyða. Men sum Hanna syngur, so er tað sami Harri, sum leiðir inn í deyða, sum eisini leiðir tey úr deyðanum inn til lívið. Tað er hetta, vit eiga at síggja og lata okkum uppmuntra av. Men tað eru eisini tey mongu, sum vera leidd í deyða, men uttan at hava hoyrt um Jesus, uttan at hava sæð ein Jesu lærusvein. Tey eru ónádd. Undir vitjanini frá stovnara okkara, Georg Verwer í fjør, vísti Georg á 40 lond, har eingin gleðiboðskapur er at hoyra, ella síggja. 100-tals milliónir hava ongantíð hoyrt?! Georg vísti á eitt ítøkiligt bønarevnið, Turkaland, sum hava 70 milliónir íbúgvar, men har ein ítrottarhøll rúmar øllum teimum kristnu. Hugsa tær hvussu mong aldri, hava hoyrt? Biðja vit fyri hesum menniskjum? senda vit nakran út til hesu menniskju? Hevur tú lurtað eftir Heilaga Andanum, um hann kallar teg at fara?

Tað kostar at luttaka í missión. Tað kostar at fylgja Jesusi eftir. Hetta er eitt lyfti Jesus gav okkum. Men vilja vit gjalda prísin? Vit hava fingið kallið, at kalla, senda og fara út, at bera gleðiboðini um Jesus.

At so mong av brøðrum og systrum okkara líða, eigur at eggja okkum til forbøn, ídni og eftirfylgjan av Harra okkara.

Vit frætta eisini nógv um flóttar í okkara samtíð, og vit bæði síggja og hoyra um teir í grannalondum okkara. Eingin ivi er í, at nøkur vilja okkum tað illa, sum misbrúka støðunar við flóttarfólkastreyminum, men tað eru tey flestu, sum koma til okkum av neyð og sum flýggja undan ræðuleikum. Hvussu møta vit hesum flóttafólki? Jesus elskaði flóttan og tað ger hann eisini í dag. Latið okkum fylla okkum við Jesu kærleika, og opna dyr okkara, so vit eisini kunnu vísa Kristi kærleika yvirfyri honum og henni sum líða so nógv. Og gjøgnum OM, altjóða, kunnu vit eisini fara út, at virka millum flóttar.

Eg gleðist um, at vit bæði hava fólk, sum hava samla pengar inn til at stuðla flóttum, og vit hava sent nøkur avstað úr Føroyum, út frá OM, sum hava virkað millum flóttar. Hetta er ein signing.

Í øllum tí vit uppliva av avbjóðingum, so takki eg mínum Harra Jesusi Kristi, at Hann er trúfastur og er við okkum allar dagar, alt til veraldar enda.  Hóast tað kann tykjast dapurt, so er Jesus ljós okkara. Hetta gevur vón, styrki og gleði, leiðina frameftir.

Visjón, missión og framtíðarætlan

Í fjør settu vit eina nýggja strategi í verk. Fleiri av okkara tiltøkum hava eydnast væl, og vit kenna, hvussu Harrin hevur signað verkið. Men vit mugu samstundis ásanna, at vit ikki komu á mál við fleiri av teimum tiltøkum, vit settu okkum fyri at náa.

Eitt nú, komu vit ikki út til samkomur og missiónshús at vitja leiðslurnar. Vit settu heldur ikki leiðslumenningar tilgongdina ígongd. Orsøkina fyri hesum er, at vit høvdu planlagt at seta tiltøk ígongd um heystið 2015, men av tí at leiðslan segði seg úr starvi, valdu vit at útseta hesar ætlanir, inntil nýggjur leiðari varð settur.

Leiðsla og starvsfólk

Vit hava hava verið sera takksom fyri, at vit hava havt so góðar og dugnaligar dagligar leiðarar í Oddmar og Anitu Tausen. Men sum eg segði í seinastu formansfrágreiðing í fjør, so hava Anita og Oddmar upplivað ymiskar avbjóðingar. Serliga hava bæði upplivað fleiri ferðir at verða rakt av sjúku. Tey tóku avgerð um at siga seg úr starvi móti endanum av 2015. Vit hava fylgt við Anitu og Oddmar, og hava tey verið í uppfylging hjá okkum hesa seinastu tíðina. Vit eru ótrúliga takksom fyri alt íkast, tey bæði hava lagt í OM arbeiði hesi árini, tey hava verið leiðarar. Seinni í dag verður almenn móttøka fyri teimum, og komi eg tá at siga nøkur fleiri orð um okkara fráfarnu leiðarar.

Vit fóru undir eina drúgva tilgongd, við at finna nýggjan leiðara til OM. Gjøgnum tilgongdina, at kanna, samtala og biðja Gud um at geva okkum nýggja leiðaran, vóru vit í nevndini móti endanum av tilgongdini samførd um, at Jóhan Petur var rætti persónurin, at leiða OM víðari. Jóhan Petur játtaði kallið, og eru vit bæði glað og takksom fyri, at Jóhan Petur gjørdist okkara nýggi OM landsleiðari frá 1. mars í ár av.

Seinni í dag verður høvi at heilsa upp á bæði fráfarandi og nýggja leiðaran í OM. Eg vil heita á tykkum øll, um at minnast til Anitu, Oddmar og Jóhan Petur í bønum tykkara framyvir.

Vit royndu okkum við nýggjum OM starvsfólki frá Týsklandi. Tað var Laura Kientz, sum virkaði sum volontørur í 1 ár. Tiltakið gekk væl og fór, Laura, aftur av landinum 13. mars í ár. Vit hava gjørt okkum nakrar royndir, sum ger, at vit hava møguleika at royna hetta aftur í framtíðini.

Robert Gutke hevur umsitið KT kervið, m.a. heimasíðuna. Í løtuni arbeiða vit við, at fara undir at gera eina nýggja heimasíðu, sum er munandi lættari at arbeiða við. Pól Andrias heldur fram við arbeiðnum at seta blaðið upp. Vit hava valt at leggja katalogi fyri toymismøguleikarnar í árinum út á netið, heldur enn at prenta tað sum undanfarin ár. Vit eru sera takksom fyri øll hesi starvsfólkini, tí tey gera eitt týdningarmikið arbeiði.

Súsanna Poulsen av Skála, hevur arbeitt við bókhaldinum. Súsanna hevur boða frá, at hon ynskir at steðga við hesi uppgávu. Vit hava verið glað fyri hesa hjálp og takka Súsannu fyri innsatsin.

Vit hava tað gleði, at fleiri og fleiri føroyingar fara út í missión. Hetta gevur eisini nógv arbeiði í tí umsitingarliga partinum. Tí hava vit avgjørt at søkja eftir einum starvsfólki, sum skal arbeiða 2 dagar um vikuna á skrivstovuni, við millum annað bókhald og umsiting. Vit vóna, at onkur í samkomunum og missiónshúsi, hoyrir hetta kall, so vit kunnu styrkja umsitingarliga partin í missiónsarbeiðnum.

Vit hava ein stóran hóp av starvsfólki, sum arbeiða ólønt og brúka nógv av síni tíð til OM. Hetta eru vit sera takksom fyri, tí uttan hesi fólk, hevði OM ikki verið tað, tað er í dag.

Fólk úti við OM seinasta árið
2015

Logos Hope:
Fríði Dam.
Petur Pauli Christiansen.
Eirikur Lauritsen
Jón & Katrin Helmsdal og børnini Fríðrikkur, Ingi & Olivia
Dánjal og Bjørg í Skemmui við familju (eru í farloyvi)
Miðeystur:
Vit hava eisini føroyingar í hesum øki
Chile:
Jóhan Tausen
Life Hope:
Graig og Clarie Niclasen við familju.
Transit:
Bjørg Clementsen
Frankríki:
Jóhannes og Cecile Mortensen við familju (hava verið í Føroyum síðan August)

 

2016

Logos Hope:
Fríði Dam.
Petur Pauli Christiansen. (Kemur heim í mai)
Eirikur Lauritsen (Fór av LH í mars)
Jón & Katrin Helmsdal og børnini Fríðrikkur, Ingi & Olivia
Dánjal og Bjørg í Skemmui við familju (eru í farloyvi)
Dánjal Petur Abrahamsen
Elsa Steinberg Joensen
LH miðstøðini í USA:
Rebekka Petersen 3 mánaðar
Art School Italia:
Fríða Gaardlykke 4 mánaðar
Zaventem,Belgia:
Rani Kjærbo Kokkur
Frankaríki:
Jóhannes og Cecile Mortensen við familju (Fara aftur til Fraklands í mai)

 

Limir

Hetta seinasta árið hava vit ikki arbeitt miðvíst fyri at økja limatalið. Í dag eru gott 530 limir. Men vit vilja fegin fáa fleiri limir í komandi árið. Tí hevði tað glett okkum sera nógv, um tit kunnu vera við at heita á fleiri í samkomu og missiónshúsi tykkara um at gerast limir í OM Føroyum.

Tað er stórur tørvur á forbøn og fíggjarligum stuðli, um vit skulu vera við í Guds missión, og tað eru vit! Aftur í ár ynski eg at takka fyri tykkara stuðul og ídni fyri Guds missión!

Vit hava upplivað størri uppbakning til at fáa fleiri leiðarar í OM hetta síðsta árið. Serliga sóu vit, at samkomur og missiónshús tóku ábyrgd fyri sínum unga fólki, sum fór á Teenstreet. Hetta fegnast vit um, og vita, at  tit fáa tað fleiri ferðir aftur til samkomuna og missiónshúsið.

Tiltøk og vitjanir

Hetta seinasta árið hava vit havt færri vitjanir enn undanfarin ár. Orsøkin er einføld. Vit hava undanfarin ár lagt stóra orku í, at fáa gestir til Føroyar, men hetta hevur eisini kravt nógva orku frá okkara dagligu leiðslu. Vegna leiðsluskiftið, hava vit ikki havt somu orku, at fáa gestir uttanlands frá.

OM blaðið

OM blaðið er komið út fýra ferðir árliga. Hetta krevur nógva orku. Tí arbeiðir daglig leiðsla við at skipa eina blaðnevnd, so tað verður lættari hjá dagligu leiðsluni, og vit fáa fleiri at geva íkast til blaðið framyvir. Tit eru vælkomin at geva til kennar, um tað eru persónar, sum vildu verið egnaðir og kundu kent tað sum sítt kall at luttikið í eini blaðnevnd.

Logos Hope

Logos Hope er framvegis okkara flaggskip. Hvønn dag eru 400 fólk í virknari missión umborð á Logos Hope. Tí hevur skipið so stóran týdning, bæði í sambandi við lærusveinaskap, at menna tey heilagu til tænastu, men eisini at hesir 400 lærusveinar koma út í allan heimin við gleðiboðunum um Jesus. Av tí at manningin telur 400, so er tørvurin sera stórur.

Tað er brúk fyri ungum og eldri, royndum og óroyndum, praktikarum og boðberum. Stutt sagt er tað ein stórur tørvur at manna skipið, so vit áhaldandi kunnu koma út við gleðiboðskapinum. Tað er at undrast á, at vit kunnu koma so at siga inn í hvørja havn, eisini í sera stongdum londum annars, við gleðiboðskapinum um Jesus Kristus.

Tað er stórur tørvur á forbøn og fíggjarligum stuðli, men eisini at vit áhaldandi kunnu kalla og senda fólk at virka í tænastu umborð á Logos Hope.

Í ár høvdu vit tað stóru gleði, at senda Mai og Marna Simonsen, Anitu og Oddmar Tausen á eitt skeið innan fíggjarliga stuðulsøkið. Úrslitið av hesum skeiði varð stóra stuðulstiltakið í heyst, har ein serligur Logos Hope dagur var runt alt landið. Innsamlað varð kr. 580.000,- . Hesa stóru gávu takka vit so hjartaliga fyri!

Í ár fara Mai og Marni Simonsen, saman við Jóhan Petur á eitt uppfylgingarskeið, og er ætlanin, at hava ein árligan Logos Hope stuðulsdag um heysti á hvørjum ári. Vit eru sera takksom fyri, at samkomur og missiónshús hava tikið so væl ímóti hesum tiltaki.

Logos Hope kom inn í 12 havnir í 2015. Tilsamans 1. 034.910 fólk vitjaðu umborð á skipinum. Logos Hope er í hesum døgum í Suðurafrika.

Teenstreet

Í 2014 varð nýggj leiðsla sett fyri Teenstreet Føroyar. Tey eru Símun og Randi Hansen og Elisabeth Christiansen. Í ár hava vit víðka leiðsluna við Margaret Djurhuus. Vit eru glað fyri hesa sera dugnaligu og góðu leiðslu. Tey gera eitt stórt arbeiði, sum skal til fyri at senda og fáa aftur til Føroya 400 ung fólk. Tað besta er, at hesi ungu koma heimaftur við størri ídni í hjartanum at kenna Jesus.

Teenstreet er uttan iva okkara størsta tiltak í OM Føroyum. Men avbjóðingin er at fáa tey ungu víðari í missión, tá tey koma heimaftur, og tí er tað ikki nóg mikið við eini góðari leiðslu. Vit vilja fegin, at tit í samkomum og missiónshúsum eisini síggja henda ríka møguleika at menna tey ungu og teirra lærusveinaskap. 
Hetta eru somu orð, sum eg segði til seinasta aðalfund, men eg finni ikki onnur og betri orð at siga hetta. Teenstreet hevur ein sera stóran týdning fyri okkara unga fólk, samkomu og missión. Teenstreet er ein trygg íløga, sum gevur eitt stórt avkast av sær!

TIM

TIM er eitt tiltak, sum mennir tey ungu í missión, áðrenn tey fara á Teenstreet. Toymir vóru í Hollandi og í Moldova síðsta summar. Í 2016 senda vit aftur eitt toymi til Moldova og eitt nýtt toymi til Albania. Toymið til Moldova er longu fullteknað til í summar.

Transform

Í fjør varð Transform skipað í Italia fyri seinatu ferð. Trý ung vóru við úr Føroyum. Tær fóru allar til Albania eftir missiónsstevnuna í Rom. Í ár verður Transform skipað í Barcelona, Spania og verður høvuðsfokus sett á flóttafólkini, sum eru komin til alt Evropa. Eitt nýtt og øðrvísi Transform.

Komandi árið

Vit ynskja at halda á fram við okkara ætlan (strategi), vit settu í gongd í 2015, og sum virkar fram til 2017. Eitt nú vitjanir til samkomur og missiónshús, leiðslumenning og styrkja tey tiltøk, ið vit hava koyrandi. Vit seta ikki nýggj tiltøk ígongd av týdningi, men vit fylgja tí ætlan, vit settu í gongd á aðalfundinum í 2015.

Til komandi ársskifti 2016/17 byrja vit at arbeiða við ætlanum fyri tey komandi árini, tá núverandi ætlan fram til 2017 gongur út.

Nevndin

Í ár skulu vit siga tveimum nevndarlimum takk og farvæl. Margith Latupeirissa hevur verið ein sera dugnaligur nevndarlimur og hevur við sínum jaliga tænastusinni givið eitt stórt íkast til OM.

Vit takka tær Margith fyri títt tíðarskeið í nevndini og ynskja tær framhaldandi Guds ríku signing, tí tíðarskeiðið í OM er vónandi ikki av.

Jóhan Petur, sum hevur verið í nevndini frá byrjan, hevur sitið sum næstformaður fram til 1. mars í ár, tá hann tók við sum dagligur leiðari hjá okkum. Tá tók Jóhan Petur seg úr nevndini. Vit takka tær Jóhan Petur fyri títt tíðarskeið í nevndini og gleðast um, at vit áhaldandi koma at verða á nevndarfundum saman, nú sum nevnd og daglig leiðsla.

Vit hava á seinasta nevndarfundi valt tveir nýggja nevndarlimir fyri Margit og Jóhan Petur. Fyri Margith er Jens Christian Olsen av Toftum valdur í nevndina. Jens Christian er giftur við Duritu og eiga tey 2 børn. Tey koma í samkomuna Nebo á Toftum. Fyri Jóhan Petur er Henrik Mellemgaard valdur í nevndina. Henrik er giftur við Annufíu, og eiga tey 5 børn og nummar 6 er á veg. Tey koma í samkomuna City Church í Havn. Vit takka fyri, at tit hava játtað at verða partur av leiðsluni í OM hesi komandi árini. Má Harrin signa tykkum ríkiliga og gleða vit okkum til samstarvið við tykkum.

Heilsan og tøkk

Til seinast vil eg takka øllum fyri forbøn, gevarasinni og ídni fyri Guds missión. Størsta tøkkin er til Harra og frelsara okkara Jesus Kristus.

Vit fara nú í gongd við eitt nýtt ár, og tað gera vit í trúgv á Gud, at hann vil geva okkum alt tað, okkum tørvar. Um tað er í viðgongd ella í mótgongd, so leggja vit okkum øll í Hansara hendur og biðja Gud geva okkum áhaldni og úthaldni, so vit kunnu fullføra skeiðið, okkum er givið. Má Gud vælsigna OM um allan heim, at vit eru okkara medmenniskjum til signingar og Gudi til heiðurs.

Takk fyri!

Heri Kjærbo
formaður