Logos Hope

Kom við umborð

Tað er tørvur á fólki umborð, tú kanst fara umborð á Logos Hope í longri tíð 1-2 ár ella á stutttíðarprogrammi hjá teimum, sum eitur STEP.

Stutttíðar møguleikar við Logos Hope

Stutttíðarprogrammi hjá Logos Hope eita STEP (Short Term Mission Exposure Programme). Programini eru uml. 3 mánaðar.
Tað er altíð tørvur á fólki í maskinrúminum, á brúnni og øðrum fakøkjum í styttri og longri tíðarskeið.

STEP 2023 umborð

Kom umborð á Logos Hope ella Doulos Hope við STEP í 2023

Aldur: 18-40 ár

Hvar: Logos Hope

Kostnaður: 10.000-13.000 kr. + ferðing og trygging.

Fá meir at vita: sí meir her og send okkum gjarna ein teldupost á info.fo@om.org

STEP 2023 Florence

Kom við á STEP á OM Ships International Campus í USA

Aldur: 18-40 ár

Hvar: OM Ships International Campus í Florence, South Caroline í USA

Kostnaður: 8.000-10.000 kr. + ferðing og trygging.

Fá meir at vita: sí meir her og send okkum gjarna ein teldupost á info.fo@om.org

Langtíðar møguleikar við Logos Hope

Kom og tæn á Logos Hope í 1 ella fleiri ár. Tað er tørvur á fólki innan nógv fakøkir, so sum maskinmonnum, elektrikarum, timburmonnum, KT, lærarum, grafikarum osv. Sí møguleikar her og send okkum gjarna ein teldupost á info.fo@om.org

Um tú ert áhugað/ur at fara á Logos Hope og ikki hevur førleikar innanfyri júst hesi fakøkir, so vilja vit kortini gjarna hoyra frá tær, fyri at vita um vit kunnu finna eitt starvsøki til tín á Logos Hope.

Lívið umborð

Umleið 400 fólk búgva umborð á Logos Hope, og tey koma úr eini 35 ymiskum londum. Umleið 1000 fólk kunnu vitja umborð í senn, og stór tiltøk kunnu haldast umborð á skipinum.

Endamálið við skipinum er at bera vitan, hjálp og vón til heimsins havnabýir og at venja manningina umborð í trúboðan.

Øll umborð hava ein 8 tímar langan arbeiðsdag á ymiskum arbeiðsøkjum, so sum í maskinrúminum, dekkinum, skúlanum, vaskarínum, bókasøluni, konferasusentrinum ella kaffistovuni. Øll fáa eisini felagskristiliga læru og læra at skilja og umsita boðskapin í Bíbliuni. Harafturat eru valfrí seminar, sum ein kann fara til, í tónleiki, drama, dansi, dukkuteaturi o.ø.

Málið er, at manningin í tíðini umborð finnur og mennir sínar gávur og evni. Felags fyri øll umborð er tann kristna trúgvin og ynski um at vísa Guds kærleika í orði og verki.

Arbeiði úteftir

Skipið siglir runt heimin og er í miðal 3 vikur við hvørja havn. Her er endamálið at veita vitan, hjálp og vón.

  • Vitan verður borin við at skipið hevur ein bókhandil við yvir 5000 heitum, ið verða seld bíliga ella latin lokalum undirvísingarstøðum ella kirkjum.
  • Hjálp verður borin við at manningin hjálpir til við ymiskum praktiskum í lokala samfelagnum, har tørvur er á tí, m.a. gjøgnum neyðhjálp og hjálp til sjálvhjálp.
  • At siga frá vónini í Jesusi er størsta endamálið hjá skipinum.

Í hvørjari havn verða toymir úr skipinum send út til lokalar kirkjur og samkomur, har tey verða involverað í arbeiðinum, sum longu fer fram í bygdini. Tað kann m.a. verða at vitja kjarnubólkar, fongsul, skúlar og barnaheim. Toymi hava eisini ofta hjálpt sjúkrahúsum, skúlum, kirkjum og barnaheimum við bygging teirra.

Krøv

Fyri at koma við Logos Hope skalt tú verða 18 ár ella eldri og hava verið persónliga trúgvandi í minst 1 ár; harafturat skalt tú hava viðmæli frá tíni kirkju/samkomu og hava funnið stuðlar.

Olja og maskinmenn

Tað eru ikki mong heim í Føroyum, sum ikki á ein ella annan hátt eru knýtt at sjólívinum. Føroyar er ein siglandi tjóð, og tí er tænastan hjá Logos Hope eisini ein tænasta, sum liggur tætt at hjartanum hjá nógvum føroyingum.

Øll sjófólk og allir reiðarar kenna til stóra postin í fíggjaryvirlitinum, sum eitur OLJA. Tey kenna eisini til, hvussu týdningarmikið tað er at MASKINRÚMIÐ riggar, sum tað skal. Tað er jú hjartað í skipinum. Um hetta skal eydnast, so er tað altavgerandi, at tað eru royndir maskinmenn at røkja krevjandi lyklauppgávuna. Tað er júst í hesum vit halda, at tað ber okkum føroyingum til at gera stóran mun í tænastuni umborð á Logos Hope. OM Føroyar hevur tí gjørt av at seta fokus á hesar báðar tænasturnar.

 

Maskinmenn

Tað hevur gingið striltið at fáa vælútbúnar og royndar maskinmenn umborð á Logos Hope. Tørvurin hevur verið og er stórur. Tað hava verið nógvir góðir og royndir føroyskir maskinmenn umborð. Tí er ynski komið frá Logos Hope um, at OM Føroyar skal taka sær av ábyrgdini at eiga maskinstjóra ella 1. meistarasessin. Tað vil siga, at tað skal vera avbjóðingin og uppgávan hjá okkum at syrgja fyri, at tað altíð er ein royndur maskinmaður í hesum sessinum. Vit hava gjørt av at fara undir ábyrgdina og avbjóðingina, sum vit halda vera góður og spennandi møguleiki hjá royndum maskinmonnum at brúka síni evnir í heilt serligari andaligari tænastu. Eitt stig á leiðini at fáa skipanina at virka er at vit fáa stuðul til vega. Ætlanin er, at vit skulu hava eina rulluskipan, har nakrir maskinmenn skiftast um at røkja uppgávuna. Meðan teir vera umborð fara teir ikki at fáa sína annars føstu inntøku. Tí er neyðugt at fáa til vega inntøkur at stuðla teir við.

Tú kanst vera við í hesi tænastu við at flyta pening til OM Føroyar, 9181-426.219.2 og viðmerkja: Maskinmenn.

 

Olja

Vit hava áður greitt frá tørvinum og avbjóðingini í siglandi evangelisering. Við trúboðaraskipi eru nógvir fyrimunir, sum tað ikki ber til at fáa á annan hátt. Samstundis er tað ein veruleiki, at skipið við manning, ið telur 450, er dýrt amboð at reka. Størsta avbjóðingin er oljan. Hóast skipið hevur lagt um til at brúka tyngri og bíligari olju, so eru oljuútreiðslurnar alt størri og størri postur, tí oljan dýrkar. Hví halda á í hesi tænastu, tá tað er so kostnaðarmikið? Síðani 1970 hava OM skipini vitjað í 470 ymiskum havnum í 150 ymiskum londum. 42 milliónir fólk hava vitjað umborð og harvið, á ein ella annan hátt, hoyrt um Jesus. Logos Hope fór í sigling í 2007 og yvir 1 millión fólk hava vitjað umborð. Tí halda vit á við hesi tænastu. Dagliga eru søgur at hoyra um tey, sum hava møtt Jesusi fyri fyrstu ferð ella eru eggjað í trúnni. Samkomur styrkjast og fáa hjálp og hava tí orku at halda á í verkinum, eftir at Logos Hope er farið avstað aftur.

Logos Hope siglir 14 túsund fjórðingar um árið. Kostnaðurin fyri oljuna er 16 milliónir krónur um árið. 9 milliónir verða brúktar, meðan skipið er í sigling og 7 milliónir, meðan skipið liggur í havn.

Tú kanst vera við í hesi tænastu við at stuðla "Fuel the Hope" átakinum og harvið hjálpa Logos Hope at halda á í tænastuni.

  • fyri kr. 150 um mánaðin gert tú tað møguligt hjá 40 fólkum at koma umborð á Logos Hope hvønn mánað, ella 240 fólk um árið.
  • fyri kr. 600 kanst tú bera kostnaðin fyri eina av teimum 14.365 sjómílunum sum skipið siglir hvørt ár.
  • fyri kr. 30.000 kanst tú bera kostnaðin fyri tveir heilar dagar í einari havn, har fleiri tíggju túsund fólk vitja umborð.

Peningur kann flytast á konto hjá OM Føroyar, 9181 - 426.219.2 og viðmerkja "Fuel the Hope" ella trýst á knøttin niðanfyri