Visjón

Visjónin hjá OM er at síggja sprelllivandi samfeløg av fólkum, ið fylgja Jesusi, millum tey minst náddu.

Visjónin hjá OM Evropa

Hetta er felags visjónin fyri tað, sum vit trúgva, Gud kallar okkum til í OM Evropa í samstarvi við kirkjur og samkomur í okkara heimsparti.

 

 

 


Evangelisering – at røkka út til grannarnar

Flestu evropearar eru antin ávirkaðir av sekularismu ella post-modernaðari relativismu. Nógv onnur eru eldhugað í sínum átrúnaðarliga arvi ella formligir eftirfylgjarar. Tey flestu hava ongantíð hoyrt um ella upplivað eitt satt, persónligt samfelag við Jesus Kristus.
OM Evropa strembar eftir at dýrmeta Gud við at vera slóðbrótari fyri andaligari og mót-mentanarligari broyting og røkka út til ymsu fólkasløgini í Evropa við at boða evangeliið um Jesus Kristus við prædiku og við lívsbroytandi tænastum.
Vit vóna og hava ætlanir um at senda og fáa eitt vaksandi tal av langtíðarverkafólki í hesar tænastur, og vit hava tað álit á Gudi, at vit kunnu røkka veruligum málum í evangelisering og stovnsetan av kirkjum og samkomum. Staðbundin og tjóðarátøk, Short-Term Mission og Transform eru grundleggjandi partar í okkara langtíðararbeiðsætlan.

At seta á stovn kirkjur og samkomur – samstarv við kirkjur og samkomur

Stórur dentur skal leggjast á átøk at seta á stovn kirkjur og samkomur. Hesum er nýliga boðað frá í okkara “Helsinki Declaration for Church Planting”.
OM Evropa strembar eftir at vera ein profetisk rødd til kirkjuna/samkomuna fyri at vera við til at menna eina bíbilska fatan av, hvat tað merkir at vera ein missiónskirkja/-samkoma. Vit fara at leggja alla orku í at fáa fólk at biðja og fara út í missión í og uttan fyri Evropa. Vit vilja so fegin hava eitt tætt og virkið samstarv við kirkjur og samkomur, bæði tær tjóðarligu og tær við tilflytarum.
Vit ásanna, at tað er neyðugt við eini áhaldandi, andaligari endurnýggjan hjá okkum sjálvum og øllum trúgvandi, og at vit standa fast í bíbilskari trúgv í hesum heimi, sum broytist so skjótt.

Hjálpararbeiði og menning – at byggja upp tey fátøku

OM Evropa vil arbeiða fyri hjálpa og menna tey, sum veruliga líða undir fátækadømi. “Tí at eg var svangur, og tit góvu mær at eta; eg var tystur, og tit góvu mær at drekka; eg var ókunnigur, og tit hýstu mær; eg var nakin, og tit klæddu meg; eg var sjúkur, og tit vitjaðu meg; eg sat í fangahúsi, og tit komu at finna meg. … Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær.” (Matt. 25, 35, – 40b)

 

Rættvísi – umsorgan fyri teimum lítisgjørdu

Vit hava ábyrgd av at verja og tala fyri rættvísi í samfelagnum og serliga hjálpa teimum lítisgjørdu.

Vit vilja fegin vera ein rødd fyri frælsi, at røkka út til tey, sum eru lítisgjørd í samfelagnum, og at geva fólki, sum líða undir órættvísi, vónina aftur í Kristusi. Tey kunnu vera offur fyri menniskjahandli, heimleys, misnýtarar, foreldraleys, einkjur, minnilutabólkar og tilflytarar.

Upplæring og lærisveinaskapur – stuðul til børn og ung

OM Evropa, saman við TeenStreet, virkar fyri at eggja kristin ungfólk og gera tey før fyri at hava eitt veruligt vinalag við Jesus, so tey kunnu endurspegla Hann í gerandisdegnum, har tey búgva og virka.
Við umbroytandi tænastum virkar OM Evropa fyri at røkka út til børn og ung í Evropa at hjálpa teimum við teirra kensluligu, sosialu og andaligu tørvum.
At boða evangeliið í tænastum sum ítrótti, list, legum og klubbum er lykilin til at røkka út til børn og ung um allan heimspartin.

 

Lyklatættir fyri at røkka hesi visjón

Umsorgan fyri okkara egna fólki

Vit vilja vera ein alheims, innbjóðandi og umsorganarfullur felagsskapur. Sálarrøkt og vegleiðing verður veitt øllum limum, og regluligar metingar verða gjørdar.
Vit standa fyri læru gjøgnum alt lívið á øllum løgum í OM Evropa. Vit veita og fremja venjing í tænastum (t.d. evangelisering, lærisveinaskapi og í at seta á stovn kirkjur og samkomur) og leiðslu eftir tørvi.

Styrkja felagsskapin

Vit ynskja at geva leiðarum myndugleika, so teir betur kunnu tæna teimum, sum teir leiða. Vit fara áhaldandi at tillaga og bøta um bygnaðin í okkara felagsskapi, so vit kunnu gerast meira munadygg í tænastuni.
Vit fara miðvíst og strategiskt at kanna, menna og seta í verk nýggjar arbeiðshættir, sum kunnu vera við til at stuðla og styrkja okkara skrivstovur og tænastur í teimum ymsu londunum.

Menna strategisk samstørv

Vit ynskja at styrkja samstarvið við verandi netverk og tænastur í Evropa so sum European Evangelical Alliance (EEA), the European Evangelical Missions Alliance (EEMA), Mission-Net, Wales Evangelical School of Theology (WEST) og onnur. Vit ynskja eisini at vera opin fyri at menna aðrar samstarvsmøguleikar.