Kom við OM til Fraklands í summar

Outreach fyri teg, sum er millum 18 og 29 ár

Kom til Fraklands í summar og deil gleðiboðskapin við tey, sum ongantíð hava hoyrt fyrr í L’Isle sur la Sorgue. Sum toymi fara vit at arbeiða saman við einari lokalari samkomu við evangelisering og outreach av ymsum slagi. Eisini fara vit at brúka tíð saman við lokalum trúgvandi. Ert tú klár/ur at tæna tínum Skapara upp á allar mátar? Líka sum vit lesa í Filippibrævinum kapitul 2, vers 5-8? “Sama sinnalag veri í tykkum, sum var í Kristi Jesusi! Táið Hann var eins og Gud, roknaði Hann tað ikki fyri býti at vera javnlíki Guds; nei, av Sær sjálvum segðist Hann undan tí, gjørdi Seg eins og tænara og varð menniskjum líkur. Og táið Hann var stigin fram sum menniskja, setti Hann Seg sjálvan lágt, so hann var lýiðin…”.

Toymisferðin er fyri trúgvandi ung í aldrinum 18 ár til 29 ár, sum ynskja upplæring í at bera gleðiboðskapin til onnur og at evangelisera í verki (outreach)

Hetta er eitt høvi hjá tær at uppliva mission í einum toymi, at vísa trúnna í verki og at uppliva, at Gud brúkar teg til at luta Jesus við onnur.

Outreach í Suðurfraklandi

Toymisferðin we fyri trúgvandi ung í aldrinum 18 til 25 ár.

Hetta er eitt høvi hjá ungum at uppliva missión, at vísa trúnna í verki og uppliva, at Gud brúkar okkum til at luta Jesus við onnur. Vit fara at tæna saman við lokalari samkomu í L'Isle sur la Sorgue í Suðurfraklandi.

Hvar: L’Isle sur la Sorgue í Suðurfraklandi
Nær: 3. – 13. juli 2026
Aldursmark: 18-29 ár (Undantøk kunnu gerast fyri 17 ára gomul)
Pláss fyri: 10 fólkum

Ferðing: Ætlanin er at ferðast beinleiðis til Paris tann 3. juli og heimaftur til Føroyar tann 13. juli.

GG. Ferðaætlanin kann broytast.

Prísur:

  • Luttøkugjald, uppihald og matur: 4.000 kr
  • Harumframt kemur kostnaður fyri ferðaseðlar
  • Ferðatrygging er persónlig og skal teknast av hvørjum einstøkum

Leiðarar: Ikki kunngjørt enn.

Tilmeldingarfreist: 15. apríl. 2026

Gjaldstreytir:

Byrjanargjald: Tá tú teknar teg, skal tú gjalda eitt byrjanargjald á 2.500 krónur. Vinarliga flyt upphæddina á kontu: 9181 4262192 og viðmerk "OUT Frakland".

Restgjald: Restin skal gjaldast eftir áheitan, tá ferðaseðlarnir eru keyptir.

Við avlýsing:

  • Um tú avlýsir áðrenn 15/4-2026, eftirheldur OM eitt umsitingargjald á 700 krónur.
  • Um tú avlýsir tína tilmelding aftaná 15. Apríl, men áðrenn at ferðaseðlarnir eru keyptir, eftirheldur OM byrjanargjaldið á 2.500 krónur.
  • Um tú avlýsir aftaná, at OM hevur keypt ferðaseðlarnar (uml. 20/4). Rindar tú fult ferðaseðlagjald umframt byrjanargjaldið á 2.500 krónur.

Um tú vilt frætta meir um hetta ella tú hevur spurningar, skrivað til okkara á info.fo@om.org ella ring á 219923.