Stuðla arbeiðinum hjá OM
Bøn
Tað er av alstórum týdningi, at tey sum eru farin út í Harrans tænastu, verða hildin uppi við bønum.
Á heimasíðuni sæst hvør er úti í missión.
Fíggjarligur stuðul
Fíggjarligur stuðul kann latast við at stovna eina fasta mánaðarliga flyting á kontu hjá OM Føroyum í Betri Banka, kontu nr. 9181-426.219.2.. Um stuðulin er til eitt ávíst arbeiði ella ein ávísan persón, skal hetta viðmerkjast.
Gud arbeiður gjøgnum tínar gávumildu gávur, so OM er ført fyri at spreiða evangeliið til fólk, og síggja lív og samfeløg umbroytast. Takk fyri títt trúfasta samstarv.
Bundin til gott umsjónarstarv
At taka eina avgerð um at geva er týdningarmikið. OM nýtir tínar gávur á ein skynsaman og strategiskan hátt til at boða gleðiboðskapin um Jesus Kristus um allan heim.
Endamál okkara er, at eggja og førleikamenna menniskjum at boða kærleika Guds til menniskju kring allan heim. OM strembar eftir at styrkja kirkjur og samkomur, serliga í økjum, har Kristus er minst kendur.
Allastaðni har tað er møguligt, arbeiðir OM saman við staðbundnum samkomum ella kirkjum, har vit eggja og stuðla teimum trúgvandi á staðnum. Har sum eingin kirkja ella samkoma er, royna vit at planta eina.
Gerst limur
Tú kanst eisini stuðla við at gerast limur í OM Føroyum her.
Limagjaldið er 300 krónur fyri einstaklingar (30 ár og eldri) og 500 krónur fyri hjún.
Ert tú 29 ár ella yngri, kanst tú tekna teg sum lim í OM ung her.
Limagjaldið í OM ung er 150 krónur um árið.