Trúarjáttan
Trúarjáttan
Vit trúgva á ein Gud, sum hevur verið til í ævir í trimum persónum, Faðirinum, Soninum og Heilaga Andanum.
Vit trúgva á fullkomna guddómleika og fulla menniskjaleika Harra okkara Jesu Krists. Vit trúgva, at hann var føddur av jómfrú, at Hann livdi uttan synd, og undurverk Hansara vóru verulig. Vit trúgva at hann doyði í okkara stað og soleiðis bøtti fyri okkara synd, vit trúgva á likamligu uppreisn Hansara, og at hann nú er millummaður millum Gud og okkum í Himli.
Vit trúgva á persónleika og guddómleika Heilaga Andans. Vit trúgva at Hann gevur lív, Hann halgar, Hann gevur kraft og troystar øll trúgvandi.
Vit trúgva, at skriftirnar, bæði Gamla og Nýggja Testamenti, í upprunaútgávum teirra, eru til fulnar íblástar av Heilaga Andanum, uttan lýti, og eru endaligi myndugleikin hjá Samkomuni.
Vit trúgva, at Gud skapti menniskja uttan synd. Freistað av Satan fall menniskja og legði tí alla mannaættina undir fordøming og ævigan skilnað frá Gudi.
Vit trúgva, at menniskja er frelst gjøgnum umvending og trúgv á fullkomna verk Kristusar. Rættvísgering er við náði eina.
Vit trúgva, at Samkoman er likam Jesu Krists og er samansett av øllum trúgvandi. Núverandi verk Samkomunar er at tilbiðja Gud, at fullinna tey heiløgu og at boða evangeliið um allan heimin.
Vit trúgva, at Harrin Jesus Kristus persónliga fer at koma aftur í likami sínum at fullfíggja frelsu okkara og at grundfesta stórbæra Ríki Sítt.