Tit sum ferðast sjálvi: Bussamband við millum Barcelona airport og Teenstreet – melda til!
Tey sum ferðast sjálvið: Shuttle bussarnir koyra frá floghavnini í Barcelona kl 11...
Les meiraTey sum ferðast sjálvið: Shuttle bussarnir koyra frá floghavnini í Barcelona kl 11...
Les meiraFlogtíðirnar eru fluttar ein tíma fram: Úr Vágum 07. august: Vágar (...
Les meiraGEVIÐ GÆTUR! Vit í leiðsluni hava avgjørt, at vit skulu hava avrit av revsiváttan...
Les meiraHotellið og guesthouse "on site" eru nú full. Tvs., at hesin møguleikin er ikki til sta...
Les meiraMøta 7., fara 13. august. Beinleiðis flogfarið hjá Atlantic Airways flýgur tíðliga 14. August, tvs., at tey sum flúgva við leiguflogfarinum sova eina nátt eyka og hugna sær í Spania 13. auguast!
Møta á staðnum millum kl 17 og 18. Ikki fyrr og ikki seinni!
Adressa:
Casa de colonies El Collell
Crta. De Sant Miquel de Campmajor al Torn, s/n,
17850 Sant Ferriol
Girona
Spania
Tilmeldingin til TeenStreet 2022 er enda!
Luttøkgjald 2022:
Tannáringar: 2.500 kr
Vaksin: 1.500 kr
Børn: 700 kr
Flogfar og bussur:
Báðar vegir 5.400 kr
GG: Møguligt oljuavgjald kann vera lagt omaná seinni.
T-blusur kosta: 150 kr.
Guesthouse og hotel, á staðnum, fyri vaksin og familjur:
GG: Hetta er ein partur av tilmeldingini, um mann ynskir tað.
Hotel guesthouse:
2 mans kamar: 320 euro fyri alla leguna
4 mans kamar: 520 euro fyri alla leguna
Hotel
2 mans kamar: 520 euro fyri alla leguna
4 mans kamar: 720 euro fyri alla leguna
Tilmeldingin letur upp 2. apríl í SALT á Tvøroyri! …be there!
Tá tú meldar til, hav so hetta hjá tær:
– Gjaldskort (Bæði luttøkugjaldið og ferðaseðilin skal gjaldast við endan av tilmeldingini)
– Pass (Bæði navn og nummar)
– Ferðatryggingarnummar kann viðmerkjast. Tryggi tykkum at tit eru tryggjaði í Europa.
Teenstreet tekur ikki ábyrgdina av møguligum útreiðslum í samband við manglandi ferðatrygging!
– Mynd til navnaskeltið (Hon skal vera GÓÐ og KLÁR, og vísa hvør tú ert og uttan sólbrillur ella líknandi. Hygg beint í kameraið)
– Navn á einum viðmælara (persóni í kirkjuni/samkomuni, har tú kemur).
Um tú avlýsir TeenStreet tilmeldingina verður ein partur av legugjaldinum og ferðagjaldinum afturhildið!
Áðrenn 1. juni:
Tú rindar 500 kr. av legugjaldinum og 500 kr. av ferðakkostnaðinum.
Millum 1. juni og 1. juli:
Tú rindar 650 kr. av legugjaldinum og 1000 kr av ferðakostnaðinum
Aftaná 1. juli:
Tú rindar fult legugjald og ferðakostnað!
Úr Vágum (GG: Tíðirnar eru broyttar 16. juni 2022!)
07. august: Vágar (FAE) – Barcelona (BCN): 05:00 – 09:30. Ver á flogvøllinum kl 04.
14. august: Barcelona – Vágar: 06.00 – 08:50
Allar tíðir eru lokalar.
Beinleiðis busssamband til El Collell.
Ferðaleiðarar:
Andrias (230070) og Elsbet Magnussen (789287)
Armgarð á Regni (580797)
Bjarta Á. Arge (267176)
Elin Neshamar (280104)
Tey sum ferðast sjálvið:
Bussarnir koyra frá floghavnini í Barcelona kl 11.30 (terminal 2) og kl 16.30. (terminal kemur seinni)
Meldað til bussarnar á hesari leinkjuni: trýst her!
2022:
Ymiskt sum er umráðandi at hava við á TeenStreet:
Bíbliu – Gamla og nýggja testamenti!
Pass – goym á tryggum stað!
Koyggjusengur eru á kømurunum. Løk ella undirlag at leggja á madrassina.
Soviposa
Papír/blokk og penn
Toilettasku
Sólkrem…:D
Handklæði og evt. svimjiklæðir
Uttanduraklæðir og heit klæðir
Oyramikrofonir – smátalarar
RAG stuðulspappír, klæðir og skógvar
Tak egnan “powerbank” við. Á TeenStreet økinum eru nógvar stikkontaktir at løða powerbankan við
Har er heitt, so tak klæðir til tað.
Svimjiklæðir – 4 svimjihylar eru á staðnum.
Ítróttarklæðir og skógvar/gaggir.
Tað er ein stuðulsrenning á hvørjum ári á TeenStreet. Øll, sum luttaka á TeenStreet, bæði luttakarar, leiðarar og hjálparfólk, kunnu samla sær stuðlar heimanifrá, har til ber at stuðla við fastari upphædd ella oyrum pr. metur.
Tað verður gjørt nógv burturúr hendan dagin á TeenStreet. Tað er sera festligt at vera við í renningini. Sjálvt um tú ikki orkar so væl at renna, so kanst tú ganga.
Kingdom Lifestyle Statement (KLS)
Leiðreglur um, hvussu vit uppføra okkum
TeenStreet er eitt samfelag við menniskjum frá nógvum ymiskum londum, mentanum og kirkjubakgrundum. Hetta merkir, at vit mugu vera umhugsin, so at vit kunnu vera saman í einleika. The Kingdom Lifestyle Statement og klædnaleiðreglurnar hjálpa okkum við hesum.
Okkara fyrsta ynski er at hava ein rættan hugburð: Vit ynskja at elska Gud av øllum hjarta okkara, av allari sál okkara, av øllum huga okkara og allari styrki okkara, og at elska næsta okkara sum okkum sjálv. (Markus 12: 30 – 31).
Vit ynskja at njóta ymiskleikan í okkara lovprísan, hátti at vera, tosa, fólkasiði, mentan og tjóðskapi, meðan vit eru á TeenStreet. Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd! (Matteus 7:1)
Hesar eru leiðreglurnar, sum øll skriva undir uppá, sum eru á TS. (CLS)
TRYGDIN hjá tær og øðrum
1. ÓLÓGLIGUR ATBURÐUR – Ólógligur atburður er sjálvandi ikki loyvdur á TeenStreet. Eg skilji, at leiðarar eru lógarbundnir at boða løgregluni frá lógarbrotum, har undir rúsevnisnýtslu ella tað, at hava rúsevni hjá sær, nýtslu av knívum, harðskapi, hóttanum, vandalismu, rasismu o.s.fr..
2. RÚSDREKKA, SNÚS & TUBBAK – Meðan eg eri á TeenStreet, fari eg ikki at nýta rúsdrekka, hvørki á ella uttanfyri leguøkið. Á TeenStreet fari eg ikki at roykja tubbak ella nýta tubbak á nakran annan hátt, hvørki á ella uttanfyri leguøkið. (G.G. Í Týsklandi er tað ólógligt at nýta tubbak, um tú ert undir 18 ár.)
3. BOÐ – Eg fari at fylgja boðum frá starvsfólki og leiðarum.
4. AV ØKINUM – Eg skilji, at tannáringar einans mugu fara av økinum seinnapartar, mugu vera saman í bólki við trimum ella fleiri persónum og mugu vera aftur á økinum áðrenn kl. 18:00. Tannáringar skulu siga sínum leiðara frá, áðrenn teir fara av økinum.
5. NAVNASKELTI – Eg fari altíð at hava mítt ID (armband og skelti) sjónliga uppi á mær á økinum, og tá eg komi til inngongdirnar.
6. SOVISALUR – Eg skilji, at allir tannáringar og leiðarar mugu vera í sovisalinum kl. 22:30. Kl. 23:30 skal tað verða friður, og øll ljós verða sløkt. Dreingir hava ikki loyvi at koma inn har, sum gentur sova, og gentur hava ikki loyvi at koma inn har, sum dreingir sova.
7. LUTIR & INNANDURA SPÆL – Eg fari ikki at standa á stólunum, tí hetta er bannað á økinum. Eg skilji, at rulluskoytur, skateboard o.t. einans eru loyvd á ávísum økjum, og at bóltspøl, frisbees og líknandi spøl einans eru loyvd uttandura
KÆRLEIKI & VIRÐING fyri tær sjálvum og øðrum
1. KÆRLEIKI & VIRÐING – Eg fari at vísa kærleika og virðing fyri øllum menniskjum á TeenStreet, uttan mun til teirra tjóðskap, samkomubakgrund, mál ella mentan
2. MÁL – Eg fari ikki at banna ella nýta ljótan málburð á TeenStreet.
3. TAK LUT – Eg skilji, at aIlir tannáringar og leiðarar mugu taka lut í tiltøkunum, ið eru á dagligu skránni. Undantøk kunnu bert gerast, um hetta er av heilsuávum og skulu vera í samráð við Medical Team og People Team
4. REGLAR SERVICE TEAM – Eg skilji, at fólk á Service Team kunnu verða uppi inntil kl. 01:00, og at tað skal verða friður frá kl. 22:00 til kl. 06:30, av tí at fólk arbeiða hart og hava brúk fyri svøvni.
5. VEKJARA – Eg skilji, at eg ikki havi loyvi til at fara upp ella seta vekjaran fyrr enn kl. 06:30, og at øll noyðast at vera uppi í seinasta lagi kl. 08:00.
6. LUTIR HJÁ ØÐRUM – Eg fari ikki at læna, flyta ella nerta nakran lut hjá øðrum, uttan at eg havi fingið loyvi frá teimum.
7. KLÆDNALEIÐREGLUR – Eg bindi meg til at fylgja TS klædnaleiðreglunum hesa vikuna
8. MÁLTÍÐ – Eg fari at eta í minsta lagi eina máltíð um dagin.
KLÆDNALEIÐREGLUR
Á TeenStreet mugu vit vera varin og klæða okkum soleiðis, at vit ikki eru til ástoyt ella særa nakran.
1. Lat klæðini heldur fjala ov nógv av kroppinum enn ov lítið.
2. Øll skulu vera í toppi/blusu – eingir gjøgnumskygdir ella ov niðurringaðir toppar eru loyvdir. Dreingir skulu altíð vera ílatnir um yvirkroppin, eisini tá teir eru til ítrótt. Gentur skulu vera í BH ella líknandi.
3. Ikki ganga í klæðum ella smykkum, ið hava óhóskandi mynd ella tekst
4. Nýt sømilig og ikki-gjøgnumskygd svimjiklæði, ið fjala privatu økini á kroppinum væl, og nýt tey bert við svimjiøki.
Tørvur er á nógvum hjálparfólki á TeenStreet.
Hevur tú hug at hjálpa til?
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum um tú ivast í nøkrum.
Ongin Set-Up Week verður í ár. Vit møta øll sama dag, tí alt er klárt.
Teenstreet “UNFOLD” 2022
7. – 14. august
SPANIA