Søgan – OM International

 

Operatión Mobilisatión (Operation Mobilisation) hevur sínar røtur heilt aftur til bønirnar hjá eini amerikanskari húsmóðir. Í 1950’unum byrjaði Dorothea Clapp trúgv at biðja fyri teimum lesandi í framhaldsskúlanum, har hon búði. Hon bað Gud brúka lívini hjá hesum ungu menniskjunum til signing fyri allan heimin. Og Gud svaraði bønum hennara! Mrs Clapp gav einum av næmingunum, sum seinni gav sítt lív til Harran á einum Billy Graham møti, eitt Jóhannesar Evangelium. Tann ungi maðurin var George Verwer, stovnari av OM og høvuðsleiðari í OM í nógv ár.

George og tveir vinir byrjaðu at møtast til regluligar bønarløtur. Teir vóru tyngdir av andaliga tørvinum í Meksiko. Í 1957 vóru teir tríggir vinir, sum seldu nakað av sínum ognum fyri at fáa pening til vega. Teir brúktu sína summarfrítíð til at býta út Jóhannesar Evangelium, og annan kristiligan lesnað í Meksiko. Hesir vinirnir hilda áfram við hesum tvey summur á rað.

Tá teir høvdu fingið sína útbúgving í 1960, ferðaðust George og vinir hansara til Europa. Teir byrjaðu at virka í Spania, har teir lutaðu gleðiboðskapin, og býttu út lesnað. Men arbeiðið at náa restina av Europa, tyktist so stórt.

George og lítla liðið hjá honum kendu, at ætlan Guds var at eggja samkomuni at náa allan heimin. Sum tey byrjaðu at luta sína visjón, vóru hundraðtals kristin, ið reageraðu. Hetta var byrjanin til Operatión Mobilisatión.

Í 1963 høvdu 2000 trúgvandi teknað seg til summarlið í Europa. Sama árið fóru fyrstu “ársliðini” til India og har um vegir og til muslimska heimin. Tey løgdu seg eftir at náa tey, ið ongantíð høvdu hoyrt gleðiboðskapin.

Slíkar einfaldar byrjanir hava myndað OM til hendan dag. Í dag eru yvir 5400 fólk við OM, tey arbeiða í fleiri enn 110 londum, har tey boða óbroytandi sannleika Guds til bókstaviliga “milliónir” av fólki hvørt ár.