Formansfrágreiðing 2012

OM aðalfundur 20. apríl 2013

Góðan dag og enn eina ferð vælkomin til hendan fyrsta aðalfundin, sum OM Føroyar skipar fyri.

 

OM Føroyar meira sjálvstøðugt

Tá eg sigi, at hetta er fyrsti aðalfundurin, so er tað ikki tí, at OM er nakað nýtt fyribrigdi í Føroyum. Men hetta seinasta árið er tó ein broyting hend, og tí vil eg heilt stutt siga eitt sindur frá søguni hjá OM Føroyar.

Tað var longu fyrst í 60’unum (altso fyri 50 árum síðani), at føroyingar komu í samband við OM, og gjøgnum 60’ini fóru fleiri føroyingar við summarliðum hjá OM. Og longu síðst í 60’unum fór onkur føroyingur út við OM í longri tíð, og m.a. var ein føroyingur við á fyrstu túrunum hjá Logos, sum var fyrsta skipið, ið OM keypti í 1971. (Alt hetta er at lesa í fyrsta blaðnum OM Føroyar í sera áhugaverdu greinini hjá Poul Jóhan Djurhuus “OM og Føroyar”).

Í 1983 var Logos í Føroyum og vitjaði (skipið hevði itið Ummanaq og hevði siglt millum Danmark og Grønland og á ferðini lagt at í Føroyum), og síðani vitjaði Logos II í Føroyum í 2001 og 2007, Doulos í 2004 og Logos Hope í 2009.

Eisini hava nógvir føroyingar verið úti við OM í styttri og longri tíð – ja, millum 250-300 føroyingar hava verið við OM gjøgnum árini. Og so mugu vit sjálvandi ikki gloyma allan ungdómin, sum hevur verið á TeenStreet .

Í sambandi við skipavitjanina í 1983 bleiv heitt á Giddu og Hjørleif Vang um at virka sum umboðsfólk fyri OM í Føroyum og eftir at hava røkt hetta í mong ár, varð ábyrgdin latin víðari til yngri fólk, og at enda var tað Anita Tausen, sum røkti hesa uppgávu.

Og tað kann av sonnum sigast, at OM hevur havt sera stóran týdning fyri nógvar føroyingar.

Øll hesi árini hevur OM í Føroyum verið partur av tí danska OM, og tey, sum hava teknað seg sum lim í OM, eru vorðin limir í danska OM. Samstarvið við OM í Danmark hevur verið sera gott, og vit hava fingið stóra vælvild frá teimum.

Hóast hetta, so hevur leingi eitt ynski verið um at sleppa at stovna eina meira sjálvstøðuga OM deild í Føroyum. Og frá 1. januar 2012 bleiv OM Føroyar viðurkent sum ein sjálvstøðugur partur av tí stóru OM familjuni.

Ein OM nevnd er sett, viðtøkur eru gjørdar og dagligur leiðari er settur (ella rættari: Anita heldur fram). Hesa tíðina hava vit havt sera spennandi vitjanir og eisini hevur verið skipað fyri onkrum tiltøkum, og tað er nakað av tí, sum eg nú ynski at greiða eitt sindur meira frá.

OM-nevndin sett

Tann, sum stóð fyri arbeiðinum at stovna OM Føroyar sum ein sjálvstøðugan part av OM familjuni, var Anita Tausen – við góðari hjálp og stuðli frá manninum Oddmar. Sum eg nevndi, so hevði Anita tá longu virkað sum OM umboðsfólk í Føroyum eina tíð.

Eitt tað fyrsta, tey løgdu seg eftir, var at seta eina føroyska OM nevnd. Altjóða OM er ein felagskristiligur felagsskapur, og hetta skuldi síggjast aftur í OM Føroyar og sjálvandi eisini í føroysku OM-nevndini.

Tí varð avgjørt, at nevndin skuldi hava fimm limir, har tveir limir skuldu koma úr brøðrasamkomum, tveir úr Heimamissiónini og ein úr karismatisku samkomunum. Tey, sum komu at mynda fyrstu føroysku OM nevndina, eru Margith Latupeirissa og eg sjálvur vegna brøðrasamkomurnar, Maja Jakobsen og Heri Kjærbo vegna Heimamissiónina og Jóhan Petur Johannesen vegna karismatisku samkomurnar.

Eg varð valdur til formann í nevndini, og Maja Jakobsen varð vald næstforkvinna og skrivari. Hini trý eru nevndarlimir.

Vit hava síðani havt regluligar fundir, og samstarvið og samfelagið í nevndini hevur verið sera gott.

 

Viðtøkur gjørdar

Eitt tað fyrsta, sum nevndin fór at arbeiða við, var at gera nakrar viðtøkur fyri OM Føroyar. Vit fingu góðan løgfrøðiligan stuðul til arbeiðið, og viðtøkurnar vórðu gjørdar og samtyktar.

Viðtøkurnar eru hesar:

 

OM Føroyar er sett saman við einari felagskristiligari nevnd og einari dagligari leiðslu. OM Føroyar er í 2012 stovnað sum ein grunnur.

 

Viðtøkur fyri OM Føroyar

 

§1 Navn

Navnið á grunninum er Operation Mobilisation Føroyar (OM Føroyar). Grunnurin er ikki vinnurekandi.

 

§ 2 Endamál

Endamál grunsins er:
– at eggja og hjálpa fólki at bera gleðiboðskapin út um allan heim
– at styrkja kirkjur og samkomur, serliga í økjum, har Kristus er minst kendur
– at útvega møguleikar fyri venjing og praktiska evangelisering í altjóða toymum í ymiskum mentanum og londum
– at upplýsa og eggja til forbøn fyri teimum, sum ikki enn hava havt møguleikan at hoyra gleðiboðskapin um Jesus Kristus
– at umsita fíggjarligan stuðul til trúboðaravenjing, trúboðarar og annað trúboðaravirksemi.

 

§ 3 Aðalfundur

– Aðalfundur verður hildin á hvørjum ári áðrenn 1. mai.
– Dagsskrá fyri aðalfundin.
– Val av orðstýrara
– Val av fundarskrivara
– Formansfrágreiðing
– Framløga av roknskapi
– Ymiskt

 

§ 4 Nevndin

Nevndin hevur fimm limir, sum skulu vera búsitandi í Føroyum. Nevndin verður samansett av tveimum umboðum úr Heimamissiónini, tveimum úr Brøðrasamkomuni og einum úr Karismatisku rørsluni. Um nevndin metir tað vera neyðugt, kann ein nevndarlimur afturat veljast fyri Hvítusunnurørsluna.

Nevndin verður vald fyri tvey ár og velur seg sjálva eftir tilmæli frá ávikavist Heimamissiónini, Brøðrasamkomunum og Karismatisku rørsluni. Annað umboðið fyri Heimamissiónina og annað umboðið fyri Brøðrasamkomurnar standa tó fyri vali eftir fyrsta árið.

Nevndarlimur kann til eina og hvørja tíð fara úr nevndini. Tá ið ein nevndarlimur fer úr nevndini, verður beinanvegin valdur nýggjur nevndarlimur. Nýggi nevndarlimurin skal vera úr somu kirkju/samkomu sum tann fráfarandi nevndarlimurin.

Nevndin skipar seg sjálva við formanni, næstformanni og skrivara. Formaður og næstformaður eru frá hvør sínari kirkju/samkomu. Formansval er annaðhvørt ár, og formaðurin skal skifta millum kirkjurnar/samkomurnar, um til ber.

Dagligir leiðarar kunnu luttaka á nevndarfundi, tó uttan atkvøðurætt.

Starvið sum nevndarlimur er ólønt.

§ 5 Daglig leiðsla

Nevndin velur dagligu leiðsluna.

Dagliga leiðslan tekur sær av dagligu umsitingini og altjóða samstarvi.

Starvið sum dagligur leiðari kann vera lønt.

 

§ 6 Tekningarregla

Nevndarformaðurin og tveir nevndarlimir ella nevndarformaðurin og dagligi leiðarin hava í felag heimild at undirskriva vegna grunnin.

Nevndin gevur umboðsfulltrú til dagligu leiðslu grunsins.

Treytir fyri limaupptøku í OM Føroyum:

Ein og hvør, sum góðtekur endamál og trúargrundarlag grunsins, sí §7, kann gerast limur í OM Føroyum.  Um ein limur ikki uppfyllir treytirnar fyri limaskap longur, kann nevndin strika viðkomandi av limalistanum.
§ 7 Trúargrundarlag
Trúargrundarlag grunsins er:
– At vit trúgva, at Skriftirnar, bæði Gamla og Nýggja Testamenti, í tess upprunaliga formi eru fult innblástar av Heilaga Andanum, lýtaleysar og ovasti myndugleiki kirkju/samkomunnar.
– At vit trúgva, at tað er ein Gud, ævigur í trimum persónum – Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin.
– Vit trúgva, at Jesus Kristus sum fullkomin guddómleiki og fullkomið menniskja, føddur av moyggj, livdi eitt syndafrítt lív, gjørdi undur, doyði í okkara stað, reis uppaftur likamliga og tænir í dag sum okkara millummaður í himmalinum.
– Vit trúgva á Heilaga Andans guddómleika og persón. Vit trúgva, at Hann gevur lív, heilagger og gevur øllum trúgvandi kraft og troyst.
– Vit trúgva, at menniskjað varð skapt uttan synd. Freistað av Satani fall menniskjað, og harvið øll mannaættin, undir dóm Guds og ævigan skilnað frá Gudi.
– Vit trúgva, at menniskjað verður frelst við umvending og trúgv á fullkomna verk Kristusar, rættvísgjørd av trúgv eina.
– Vit trúgva, at kirkjan/samkoman er Kristi likam, og at limirnir eru øll sonn trúgvandi. Uppgáva kirkjunnar/samkomunnar er at tilbiðja Gud, uppbyggja tey heilagu og at evangelisera heimin.
– Vit trúgva á likamligu afturkomu Harrans Jesusar, tá ið okkara frelsa verður fullkomin, og Hann stovnar sítt undurfulla ríki.

§ 8 Fíggjarviðurskifti

Roknskaparárið hjá grunninum er kalendaraárið.

Fyrsta roknskaparárið hjá grunninum er frá stovningardegi grunsins til 31. desember 2012.

Hvørki stovnarnir ella tey, sum geva íkast til grunnin, kunnu av hesi orsøk gera krav upp á nakran part av ognum ella peningi grunsins.

Inntøkan skal sum aðalregla koma frá sjálvbodnum stuðli ella limagjaldi til grunnin.

 

§ 9 Ársfrásøgn

Nevndin fyri grunnin skal hvørt ár gera ársfrásøgn.

Nevndin velur grannskoðara, sum ikki skal vera nevndarlimur.

§ 10 Broyting av viðtøkum

Broyting av viðtøkunum grunsins kann bert avgerast við undirtøku av 2/3 av nevndarlimum á tveimum fylgjandi nevndarfundum, sum skulu verða hildnir við í minsta lagi hálvum ári ímillum.

Er tann seinni nevndarfundurin ikki hildin innan eitt ár, ella fær uppskotið ikki neyðuga undirtøku á tí seinna nevndarfundinum, fellur uppskotið burtur.

§ 11 Avtøka

Við avtøku av grunninum skulu ognir grunsins latast altjóða arbeiðinum hjá OM.

 

Limir (limatal)

Sum eg nevndi fyrr, so eru øll tey, sum “fyrr” hava teknað seg sum lim í OM vorðin limir í danska OM. Tí máttu vit út at siga fólki frá, at um tey ynskja at gerast limir í OM Føroyar, so mugu tey tekna seg til hetta.

Í dag eru 262 í OM Føroyar, men málið er, at vit um ikki ov langa tíð – kanska 2-3 ár – eru komin upp á 500 limir.

Limagjalið er 150 kr. um árið fyri einstaklingar og 200 kr. fyri hjún.

Ein málbering, sum vit mangan hava brúkt í OM høpi, er “X OM’arar” – altso fyrrverandi OM’arar. Eg vóni, at vit fram yvir ongar X OM’arar fara at hava, men einans virknar OM’arar heima og úti. Eg vóni, at vit øll somul halda á í verkinum, tá vit eru komin heim aftur eftir at hava verið úti við OM, við stuðli í tíð, orku og peningi og eisini við bøn. “Einaferð OM’ari, altíð OM’ari”.

 

Tiltøk og vitjanir

Í sambandi við umleggingina, hava vit í OM Føroyar skipað fyri onkrum tiltøkum og eisini havt fleiri vitjanir.

Fyri at vísa á, at OM Føroyar var vorðin ein sjálvstøðugur partur av altjóða OM, skipaðu vit í apríl 2012 fyri nøkrum tiltøkum í bygdarhúsinum í Leirvík. Í hesum sambandi komu fleiri gestir at vitja okkum: landsleiðarin fyri OM Danmark, Andrew Berghamar, økisleiðarin fyri Norðanlond, Juhan Ahola (Fin.), og umframt eitt umboð fyri Transform, vóru fleiri frá skipatænastuni.

Og í november 2012 fingu vit aftur stóra vitjan, tá Peter Maiden og konan Win vóru og vitjaðu nakrar dagar. Hann var tá altjóða leiðari fyri OM, men hann hevur síðani lagt frá sær.

 

Altjóða OM tíðindi

Í farna árinum eru eisini stórhendingar farnar fram í altjóða OM. Tann størsta hendingin er helst, at vit hava fingið ein nýggjan altjóða leiðara, og hetta er bara hent einaferð fyrr í tí meira enn 50 ár longu OM søguni.

Sum tey flestu óivað hava hoyrt, so eitur nýggi leiðarin Lawrence Tong, og hann er ættaður úr Singapore.

 

Logos Hope: Power up

Allir føroyingar kenna til skipið hjá OM, Logos Hope (sum jú er okkara egna, gamla Norrøna).

Stórar umvælingar eru gjørdar á skipið, og fleiri umvælingar standa fyri framman – eg havi heitt á Grímur Wang og Esmar Møller at siga eitt sindur um átakið “Power up”.

 

OM blað

Vit hava sett okkum fyri at geva 4 føroysk OM bløð út árliga, har vit siga frá ymsum úr OM heiminum. Blaðið er ókeypis og verður sent øllum limunum.

 

Visjón, missión og strategi

Eitt av tí, sum vit í nevndini hava arbeitt nógv við, er visjón, missión og strategi (við øðrum orðum: hvar eru vit, hvar ynskja vit at verða, og hvussu koma vit hagar).

Vit vilja, saman við Anitu, vísa á strategiina, sum vit eru samd um fyri OM Føroyar.

 

Altjóða OM virkar á sera nógvum økjum kring allan heimin, og tað er sera møtimikið fyri okkum í Føroyum at luttaka innan øll átøk og spreiða okkum yvir alt. Tí hevur OM nevndin saman við leiðsluni nú í eina tíð arbeitt við finna nøkur fokusøkir fyri OM Føroyar. Og tey eru:
– TeenStreet – framløga – sí viðheftan fíl
– Transform – framløga – sí viðheftan fíl
– Global Challenge – framløga – sí viðheftan fíl
– Logos Hope – framløga – sí viðheftan fíl
– Global Action (ikki gjøgnumarbeitt)
Við hesum gevi eg orðið aftur til orðstýraran.