Kjarnuvirði

Kjarnuvirði okkara

At kenna og æra Gud: Okkara útvortis samband við menniskju floymir úr okkara innara lívi við Gudi, sum hevur okkara hægstu raðfesting. Tað vit gera, má spretta úr tí, vit eru.

At liva undirgivin Orði Guds: Bíblian er grundvøllurin, sum vit venda aftur til, tá vit taka avgerðir, loysa tvístøður og avgera hvussu vit liva og tæna saman.

Eitt náðifólk við heiðursemi: Sum vit fáa lívgevandi náði frá Gudi, geva vit á sama hátt og luta við onnur. Sum vit gerast meiri lík Kristusi, seta vit æru okkara í at vera heil í tanka, talu, samvitsku, lívi og levnaði.

At tæna offrandi: Sum vit liva í skugganum av lýdna ofri Kristusar, finna vit frælsi í líðing, vanæru, vantan og persónligum ampa.

At elska og virðismeta fólk: Kærleiki okkara til Gud opinberar seg í okkara kærleika fyri allari mannaættini, bæði í at taka okkum av okkara samstarvsfeløgum og øðrum trúgvandi, og í virðingini og kærleikanum vit visa teimum, sum eru annarleiðis enn vit og enntá mótarbeiða okkum.

At endurspegla margfeldni í likami Kristusar: Í einum heimi, sum er so býttur upp, so órættvísur og uttan frið, er okkara størsti vitnisburður at arbeiða saman á jøvnum føti, hóast okkara teologisku og etnisku bakgrundir.

At boða heiminum evangeliið: Vit skammast ikki um lýdni okkara til boð Kristusar; heldur nýta vit hvønn møguleika til at visa og boða evangeliið á ein virðiligan og mentanarliga umhugsnan hátt.

At biðja fyri heiminum: Bøn, bæði persónlig og í felag, ærir Gud, broytir okkum og umskapar heimin. Tí er bønin grundarbeiðið, sum kemur undan og gjøgnumsúrgar alt annað arbeiði.

At hámeta samkomuna: Við tað, at tað er gjøgnum samkomuna, at margfeldi vísdómur Guds verður opinberaður, vilja vit æra og upplyfta likam Kristusar á øllum økjum og við hvønn møguleika.