Olja til Logos Hope

Vit hava áður greitt frá tørvinum og avbjóðingini í siglandi evangelisering. Við trúboðaraskipi eru nógvir fyrimunir, sum tað ikki ber til at fáa á annan hátt.

Samstundis er tað ein veruleiki, at skipið við manning, ið telur 400, er dýrt amboð at reka. Størsta avbjóðingin er oljan. Hóast skipið hevur lagt um til at brúka tyngri og bíligari olju, so eru oljuútreiðslurnar alt størri og størri postur, tí oljan dýrkar støðugt.

Hví halda á í hesi tænastu, tá tað er so kostnaðarmikið? Síðani 1970 hava OM skipini vitjað í 470 ymiskum havnum í 151 ymiskum londum. 48 milliónir fólk hava vitjað umborð og harvið, á ein ella annan hátt, hoyrt um Jesus. Logos Hope fór í sigling í 2007 og yvir 8,5 millión fólk hava vitjað umborð.

Tí halda vit á við hesi tænastu. Dagliga eru søgur at hoyra um tey, sum hava møtt Jesusi fyri fyrstu ferð, ella eru eggjað í trúnni. Samkomur styrkjast og fáa hjálp og hava tí orku at halda á í verkinum, eftir at Logos Hope er farið avstað aftur.

Logos Hope siglir 14 túsund fjórðingar um árið. Kostnaðurin fyri oljuna er 16 milliónir krónur um árið. 9 milliónir verða brúktar, meðan skipið er í sigling og 7 milliónir, meðan skipið liggur í havn.

Tú kanst vera við í hesi tænastu við at stuðla “Fuel the Hope” átakinum og harvið hjálpa Logos Hope at halda á í tænastuni.
– fyri kr. 150 um mánaðin gert tú tað møguligt hjá 40 fólkum at koma umborð á Logos Hope hvønn mánað, ella 240 fólk um árið.
– fyri kr. 600 kanst tú bera kostnaðin fyri eina av teimum 14.365 sjómílunum sum skipið siglir hvørt ár.
– fyri kr. 30.000 kanst tú bera kostnaðin fyri tveir heilar dagar í einari havn, har fleiri tíggju túsund fólk vitja umborð.

Stuðla einaferð ella ger eina fasta flyting umvegis heimabankan. Konto hjá OM Føroyar í Betri Banka: 9181 – 426.219.2 Viðmerk “Olja”