Stuðla OM Føroyar

Leikluturin hjá OM í likami Kristusar er at eggja, menna og geva fólki amboð til at bera heiminum evangeliið og at styrkja og hjálpa við at seta á stovn kirkjur og samkomur, serliga millum tey ónáddu.

Uppgávan hjá OM er at kenna Gud og dýrmeta Hann í øllum, vit gera. Kirkja/samkoma Jesu Krists er kallað til at boða evangeliið fyri hvørjum einstøkum menniskja og til at seta á stovn kirkjulið/samkomur í øllum fólkabólkum.

Ver við at stuðla hesum endamálið. Ein gáva til OM Føroyar fer, har tørvurin er størst.

Konto í Betri Banka 9181-426.219.2.