Teenstreet útlond

TeenStreet í 30 ár

Tað, sum byrjaði við 50 tannáringum í Týsklandi í 1993, er nú voksið til 20.000 luttakarar í 42 ymiskum londum, við tannáringum úr 70 ymiskum londum.

Hjartað í TeenStreet eru smábólkarnir, har tannáringar sjálvir kunnu fordjúpa seg í Orði Guds og læra Jesus betur at kenna. Tað eru hesir smábólkarnir, heldur enn stórar stevnur, sum tær vit kenna úr Týsklandi, sum liggja aftanfyri stóra vøksturin.

Í mongum pørtum av heiminum ber als ikki til at skipa fyri stórum kristiligum stevnum sum TeenStreet. Samstundis er tað ofta júst í hesum londunum, at fá vitni um Jesus eru. Gjøgnum smábólkarnar ber kortini til at bera boðskapin um Jesus víða, frá einum tannáringini til tann næsta.

Seinastu tvey árini hava vit sæð 200 nýggjar bólkar byrja í Sudan. Vit hava júst havt venjing fyri bólkaleiðarum í Marokko og í næstu viku fara vit at hava venjing fyri bólkaleiðarum í Pakistan. Og soleiðis verður gleðiboðskapurin um Jesus borin út, víða um í heiminum.

Seinastu trý árini hava vit savna pening inn í Føroyum til at stuðla menningini av TeenStreet aðrastaðni í heiminum. Málið er at savna eina millión um árið. Fyrsta árið fingu vit 700.000 krónur inn, annað árið 800.000 krónur.

Vilt tú hjálpa okkum at røkka málinum?

Hevur tú møguleika at hjálpa okkum at røkka hesum málinum, so at enn fleiri tannáringar kunnu upplærast í at luta boðskapin um Jesus við sínar vinir og kenningar?

Stuðul kann flytast á kontu nr. 9181- 1667744, viðmerk TeenStreet útland.