16. desember 2024

OM byrjar nýggjar samkomur í Danmark

Adventsinnsavningin hjá OM Føroyum fer í ár til OM í Norðurlondum. Í desembur fara vit at leggja videobrot og myndir út frá ymisku londunum, har vit greiða frá virkseminum í ymisku norðurlondunum. Annað landið, sum vit varpa ljós á í advent í ár er Svøríki. Tú kanst vera við at stuðla arbeiðinum við at gera eina flyting á 9181-426.219.2 og viðmerkja advent.

Seinasta árið hevur OM sent fleiri fólk út á missiónsmarkina, bæði við skipunum og eisini til Kambodja. Harumframt hava tey eisini økt um sítt virksemi í Danmark. Tey hava tikið ímóti trúboðarum, sum eru komnir til Danmarkar at boða evangeliið, bæði á Bornholm og í Nakskov á Lollandi.

- Tað er tíverri soleiðis, at her í Danmark eru nógv fólk, sum ongantíð hoyra um Jesus og alsamt fleiri samkomur í smærri býum, sum lata aftur, greiðir Helle Rønne Samuelsen, sum er dagligur leiðari í OM í Danmark, frá.

 

Hoyr Helle Rønne Samuelsen, sum er dagligur leiðari í OM í Danmark, greiða nærri frá. Á myndini omanfyri stendur hon saman við Pernille S. Kristensen, sum er næstformaður í nevndini hjá OM Danmark.

At stovna nýggjar samkomur hevur víst seg at vera ein tann besti hátturin at veksa um talið á trúgvandi í einum økið, og tí hevur OM lagt seg eftir at seta fleiri samkomur á stovn í Evropa og hesum tekur OM Danmark eisini undir við.
- Vit syrgja um, at samkomur lata aftur og vilja fegin vera við til at venda hesi gongdini. Tí gleðast vit um møguleikan, sum vit hava, at vera við í arbeiðinum at byrja eina nýggja samkomu í Nakskov. Vit vóna eisini, at vit næsta ár bæði fáa møguleikan at senda fleiri fólk út í heimin við evangeliinum, og kunnu luta gleðiboðskapin um Jesus her í Danmark og síggja nýggjar samkomur spretta fram, sigur hon.

 

Umframt hetta vónar OM Danmark veruliga at megna at seta missión á dagsskránna hjá samkomum í Danmark, so at øll trúgvandi og allar samkomur taka lut í arbeiðinum at luta evangeliið við tey, sum ikki hava hoyrt um Jesus.

 

Adventsinnsavningin hjá OM Føroyum fer í ár til OM í Norðurlondum. Í desembur fara vit at leggja videobrot og myndir út frá ymisku londunum, har vit greiða frá virkseminum í ymisku norðurlondunum. Tú kanst vera við at stuðla arbeiðinum við at gera eina flyting á 9181-426.219.2 og viðmerkja advent.