13. apríl 2026

TeenStreet stuðulsvika

Hesar dagar hava vit Teenstreetstuðulsviku í OM Føroyum. Ger van Veen, ið arbeiðir við førleikamenning av leiðarum hjá TeenStreet International, vitjar í Føroyum í hesum sambandi.

 

Í 2026 setir TeenStreet serligt fokus á:

• TeenStreet í Sahel beltinum í Afrika

• Styrkja lærisveinaskapin millum ungdóm og leiðarar í Kina

• Førleikamenna lærisveinar í Papua Ný Guinea, so at tey kunnu náa út til sítt egna fólk

MEIRA KANN LESAST UM HESI ØKINI NIÐAST.

 

Fíggjarligur tørvur

Samlaði tørvurin í ár er 6 milliónir krónur! Hetta eru ikki smápengar, men vit takka Gudi fyri, at ein partur av upphæddini er longu tryggjaður.

Í Føroyum er okkara mál at savna umleið eina millión krónur til:

• Førleikamenna leiðarar og lærisveinar ígjøgnum TeenStreet legur

• Pengarnir fara til at arbeiða og víðarimenna FireStarter (bíbliugranskingar amboð til smábólkar) til ymisk lond

• TeenStreet legur í nýggjum økjum, umframt at styrkja tær legurnar, ið enn tørva hjálp

Vilja tit standa saman við okkum? Stuðulin kann flytast á kontu 9181 – 1667744 – viðmerk “TS Útlond”

Tykkara stuðul er við til at tendra eitt ættarlið av ungum, sum tora at liva sína trúgv við dirvi og uttan at óttast!

Enn einaferð, hjartaliga takk fyri, at tit trúgva upp á tað, sum Gud ger gjøgnum TeenStreet.

Vit høvdu ikki megnað hetta uttan tykkum!

Meira um fokusøkini í ár:

Kina

Stórur tørvur er á upplæring og førleikamenning av lokalum vaksnum og tannáringum í Kina í at leiða smábólkar við tannáringum. Her vilja vit styrkja tey í lærisveinaskapi mótvegis tannáringum, so at tað kann hava eina varandi ávirkan á samfeløg teirra.

Tannáringar í teimum mest ónáddu og  atsóktu samfeløgunum vaksa ofta upp uttan kristnar vegleiðarar ella trygg støð at mennast sum lærisveinur. Tey vaksnu trúgvandi á staðnum eru fús til at tæna, men mangla ofta praktiska trening og hjálpartól til at upplæra næsta ættarliðið á ein effektivan hátt.

Her eru smábólkar eitt sterkt amboð til at menna lærisveinar, og tað er júst tað, ið er eitt stórt fokus hjá OM og TeenStreet. Okkara mál er at trena staðbundnar leiðarar, læra tey um hvussu smábólkarnir kunna vaksa seg til fleiri og sterkari smábólkar, og at áhaldandi stuðla teimum, so at tað kann blíva til eitt varandi úrslit sum ber nógva frukt.

Vit vænta at síggja:

  • Í minsta lagið 10 trenaðar smábólkaleiðarar
  • Nýggjar smábólkar fyri tannáringar í staðbundnu kirkjunum/samkomunum og samfeløgunum.
  • Eitt styrkt langtíðar samstarv við tey trúgvandi á staðnum, sum áhaldandi gera lærisvainar millum tey ungu.

 

Papua Ný Guinea

Tað hevur verið evangelisera í nógv ár í Papua Ný Guinea, men tíverri hevur tað verið ov lítið fokus á at gera lærisveinar. Í ørðum orðum, so hevur staðbundna fólki ikki fingið nóg góða upplæring í at liva fyri Jesus. Tað er henda partin TeenStreet missiónin nú vil arbeiða fram ímóti.

Tað eru serliga tannáringarnir ímillum sunnudagsskúlan og ungdómsmøtini sum detta burtur. Har er lítið og onki pláss til teirra í kirkjunum, og TeenStreet hevur loysnina!

Vit ynskja at síggja tannáringar í Papua Ný Guinea vaksa upp sum lærisveinar og at blíva partur av missiónsarbeiðinum innanfyri, og hví ikki eisini uttanfyri teirra egna land! Vit hava mangan sæð hvussu TeenStreet hevur nomið hjørtuni á ungum tannáringum, og vit trúgva at tað eisini kann henda har.

Innan tey komandi trý árini ynskja vit at síggja:

  • Eitt lokalt TeenStreet leiðslutoymið sett á stovn og blíva upplært
  • Eitt gott og sterkt TeenStreet í Papua Ný Guinea, sum eisini fer at opna møguleikan fyri fleiri TeenStreet legur í landinum.
  • TeenStreet blíva kent í ørðum oyggjum í Kyrrahavinum og at byrja TeenStreet legur har eisini.

 

Sahel beltið í Afrika

Londini í Sahel beltinum eru Mali, Senegal, Sierra Leone og Tjad, og vit ynskja at upplæra og náa tey ónáddu í hesum økinum, serliga við at stuðla og styrkja ungar og vaksnar leiðarar. Tó, so arbeiða vit bert í teimum londunum, har vit hava onkran at umboða tjóðina, sum tosar teirra mál og hevur samband við lokal trúgvandi.

Vit ynskja at veita teimum upplæring í at førleikamenna teirra egnu tannáringar og vaksnu í Sahel økinum. Stórur tørvur er á praktiskum førleikum í at leiða smábólkar fyri tannáringar, og at styrkja arbeiði so at tað verður effektivt og varandi.

Eins og í Kina, vaksa tey sum oftast upp uttan kristnar vegleiðarar og tryggar rammur. Tey vaksnu trúgvandi vilja sera gjarna tæna, men mangla ofta praktiskan lærdóm og amboð til at styrkja lærisveinaskapin í næsta ættarliðnum á ein effektivan hátt.

Vit vænta at síggja:

  • Í minsta lagið 18 leiðarar, sum eru lærdir til at leiða smábólkar.
  • Nýggjar smábólkar settar á stovn fyri tannáringar innan lokalu samkomurnar og samfeløgini.
  • Øktan møguleika fyri vøkstur, við tað at tey upplærdu fara at upplæra onnur á staðnum.