OM Svøríki er størst í Norðurlondum
Adventsinnsavningin hjá OM Føroyum fer í ár til OM í Norðurlondum. Í desembur fara vit at leggja videobrot og myndir út frá ymisku londunum, har vit greiða frá virkseminum í ymisku norðurlondunum. Annað landið, sum vit varpa ljós á í advent í ár er Svøríki. Tú kanst vera við at stuðla arbeiðinum við at gera eina flyting á 9181-426.219.2 og viðmerkja advent.
Størsta OM-kontórið í Norðurlondum er í Svøríki. Tað eru um 40 fólk knýtt at OM Svøríki, sum tæna teimum minst náddu bæði í Svøríki og úti í heiminum.
Gabriel Hammar, sum er dagligur leiðari í OM í Svøríki, greiðir í filmsbrotinum frá, hvat OM Svøríki tekst við.
Gabriel greiðir frá, at seinastu áratíggjuni eru hundraðtúsundatals somaliarar og arabarar , afganar og kurdar og aðrir fólkabólkar, komnir til Svøríkis at búgva.
- Hetta er ein góður møguleiki hjá okkum, nú tey eru flutt higar og njóta tað frælsi, sum vit hava her, at trúgva tí, sum vit vilja, og har tey kunnu venda sær til Jesus.
Hann sigur, at á leið helvtin av teimum 40, sum tæna við OM Svøríki, virka uttanfyri Svøríki. 10 afturat arbeiða við at náa út til tey minst náddu í Svøríki, fyrst og fremst til nógvu somalisku íbúgvarnar. Somalia er eitt tað mest afturlatna landið í heiminum, tá tað kemur til trúboðan, so tað er ein fantastiskur forrættur at kunna náa tey her í vesturheiminum. Fleiri teirra, sum eru komin til trúgv, eru síðani farin heimaftur til Somalia at verða vitni har heima.
Annars arbeiðir OM Svøríki nógv við at ferðast runt í samkomunum í Svøríki og kunnar um arbeiði millum tey minst náddu og tørvin á fleiri arbeiðarum.