20. desember 2024

OM Finnland leggur dent á ítrótt og list

Adventsinnsavningin hjá OM Føroyum fer í ár til OM í Norðurlondum. Í desembur fara vit at leggja videobrot og myndir út frá ymisku londunum, har vit greiða frá virkseminum í ymisku norðurlondunum. Tú kanst vera við at stuðla arbeiðinum við at gera eina flyting á 9181-426.219.2 og viðmerkja advent.

OM í Finnlandi hevur eisini sent okkum eitt videobrot, har tey greiða frá, hvat tey leggja dent á komandi ár.

Eins og í Noregi og Svøríki, eru tey íðin eftir at náa út til tilflytararnar í Finnlandi, sum sjáldan eru trúgvandi og ofta koma úr londum, har tey kristnu og trúboðan annars hava ring kor.

OM Finnland leggur seg eftir at náa út til teirra við at brúka list og ítrótt. Hesi hava bæði evnini til at fanga uppmerksemi hjá fólki og at lata dyr upp til djúpri samtalur við fólk.

Adventsinnsavningin hjá OM Føroyum fer í ár til OM í Norðurlondum. Í desembur fara vit at leggja videobrot og myndir út frá ymisku londunum, har vit greiða frá virkseminum í ymisku norðurlondunum. Tú kanst vera við at stuðla arbeiðinum við at gera eina flyting á 9181-426.219.2 og viðmerkja advent.

OM Finland hevur hesi fimm bønarpunktini til komandi ár.
1. Vit sáa í evangelisering og lærusveinagerð millum tey minst náddu í Finnlandi
2. Vit gera persónligar missiónsrásir fyri trúboðarar
3. Vit ynskja at styrkja TeenStreet og fáa enn fleiri ung við
4. Vit royna at fáa fleiri fólk við skipunum hjá OM
5. Vit ynskja at styrkja sambandið við kirkjur og samkomur
6. Vit royna at finna nýggjar, nýhugsandi hættir at fáast við trúboðaravirksemi