Trýstigsrakettin hjá OM Føroyum
OM Føroyar telur í dag trý starvsfólk, Danjal av Rana er dagligur leiðari av felagsskapinum, Helena Olsen er bókhaldari og skrivstovufólk og Jóhan Petur Johannesen er bønar- og missiónscoach. Afturat teimum eru mong onnur, sum gera ymiskar sjálvbodnar uppgávur fyri felagsskapin, innan blaðuppseting, KT-hjálp, fundraising og ikki minst tey trý, sum leggja alt til rættis við TeenStreet hvørt ár, Andrias Magnussen og Símun og Randi Hansen.
Júst TeenStreet er eisini ein av kjarnuuppgávunum hjá OM í Føroyum. Endamálið við TeenStreet er, at tey ungu skulu fáa eitt tættari samband við Jesus og eisini fáa eyguni upp fyri tørvinum á at boða evangeliið. Á tann hátt hugsa vit, at TeenStreet bæði tænir samkomunum í Føroyum og missiónsuppgávuni hjá OM.
TeenStreet verður á tann hátt kanska fyrsta møti hjá tí unga við missión. Og hvør veit, vónandi er ein spíri eisini lagdur í onkran teirra at fara út í heim við gleðiboðskapinum.
Í OM Føroyum hugsa vit um tilgongdina til at gerast trúboðari sum ein trýstigsrakett, har TeenStreet er fyrsta stigið.
Næsta stigið er at fara ein missiónstúr. Tí skipa vit í OM hvørt ár fyri summartoymum og seinastu árini eisini til aðrar tíðir. Endamálið er at geva ungum og eldri ein møguleika at royna trúboðaralívið og at fara á eina ferð, sum kanska hevur eitt annað og kanska djúpri innihald enn ein ferð suðureftir at sóla sær.
Triðja stigið er at eggja fólki at fara á missiónsvenjingarskúlar. Í OM-høpi kalla við teir Reach. Hetta eru skúlar ymsa staðni runt um í heiminum, har ein bæði fær Bíbliuundirvísing og ger missiónsarbeiði. Skúlarnir eru vanliga fýra til seks mánaðir, við møguleika at leingja uppihaldið.
Eisini ber til at mynstra við einum av skipum okkara, Logos Hope og Doulos Hope, ella at tæna á gistingarhúsum hjá OM, á basum ymsa staðni í heiminum ella hjá trúboðarum ymsa staðni.
Seinasta fetið er at fara – At siga farvæl við hesar kendu gøtur og leggja heimin fyri tínar smáu føtur. Høvuðsuppgávan hjá OM er at senda fólk út í langtíðarmissión. Tørvurin á trúboðarum er risastórur, tí at tað enn eru milliardir av fólkum, sum ongantíð hava hoyrt um Jesus og aðrar milliardir, sum hava hoyrt, men ikki veruliga skilt boðskapin.
Tú kanst stuðla arbeiðinum hjá OM Føroyum at senda fleiri út í missión við at gera eina fasta flyting á kontu 9181-426.219.2 og viðmerkja OM Føroyar.