OM Noreg vil náa ónáddu tilflytararnar
Adventsinnsavningin hjá OM Føroyum fer í ár til OM í Norðurlondum. Í desembur fara vit at leggja videobrot og myndir út frá ymisku londunum, har vit greiða frá virkseminum í ymisku norðurlondunum. Fyrsta landið, sum vit varpa ljós á í advent í ár er Noreg. Tú kanst vera við at stuðla arbeiðinum við at gera eina flyting á 9181-426.219.2 og viðmerkja advent.
Bente Hinz var trúboðari við OM í India í nøkur ár, men hevur seinastu seks árini verið leiðari fyri arbeiði hjá OM í Noregi.
Seinastu fýra árini hava tey lagt seg eftir at náa út til býarpartin Slettheia í Kristiansand. Hetta er eitt økið við sera nógvum tilflytarum, fyrst og fremst úr muslimskum londum, og mong av hesum londunum eru roknaði sum ónádd, tá vit tosa um missión.
Hetta er tí eitt upplagt stað at boða gleðiboðskapin, er niðurstøðan hjá OM í Noregi. Tey skipa fyri málkafé fyri kvinnum og monnum, tey skipa fyri matgerðarkvøldum, har fólk úr ymiskum londum koma og læra hini at gera sín mat, tey hava ein endurnýtsluhandil og nú í advent hava tey jólaverkstovu, so hvønn dag kunnu fólk koma á gátt.
Í videobrotinum greiðir Abigail, sum arbeiðir hjá OM í Noregi meiri frá, hvat OM ger. Undir videobrotinum er ein samandráttur av tí, sum hon hevur at siga.
Í Slettheia í Kristiansand hava tey í fleiri ár havt málkafé fyri kvinnur, og nýliga eru tey byrjaði við málkaféum fyri menn eisini.
Hvørt summar skipa tey fyri summarleguni Love Slettheia, sum er væl umtókt millum børnini á staðnum.
Fyrr í ár keypti OM Noreg ein bygning í Slettheia, sum kann vera basan hjá teimum í át náa út til hetta økið, har sera nógvir tilflytarar úr ónáddum londum búgva.
OM Noreg hevur tørv á fleiri arbeiðarum, bæði norðmonnum og útlendingum.
Í vár keypti OM Noreg so eisini eitt legustað stutt uttanfyri Kristiansand, har ætlanin er at skipa fyri fleiri tiltøkum og legum og eisini at byrja ein 3-mánaðar missiónsskúla, har høvuðsdentur verður lagdur á at náa tey ónáddu í Evropa.
Hetta komandi árið fara tey eisini at leggja dent á at gera ung til lærusveinar, at gera TeenStreet meiri kent (føroyska Jóhanna Rasmussen er leiðari av TeenStreet í Noregi), og tey fara eisini at skipa fyri summartoymum fyri ung.
Adventsinnsavningin hjá OM Føroyum fer í ár til OM í Norðurlondum. Í desembur fara vit at leggja videobrot og myndir út frá ymisku londunum, har vit greiða frá virkseminum í ymisku norðurlondunum. Tú kanst vera við at stuðla arbeiðinum við at gera eina flyting á 9181-426.219.2 og viðmerkja advent.