TIM Moldova 2025
Toymisferð 2025
Bíblian sigur: "Hvør tann, sum kallar á Harran, skal verða frelstur." Men hvussu kunnu tey biðja til ein, sum tey ikki trúgva á? Hvussu kunnu tey trúgva á ein, sum tey ikki hava hoyrt um? Og hvussu kunnu tey hoyra, uttan at onkur talar? (Paulus, til tey trúgvandi í Róm, kapittul 10, vers 13 og 14. Nýggi Sáttmálin).
Vit hava heimsins besta boðskap at bera fólki. Boðskapin um, at Jesus hevur bjargað teimum. Men hvat nyttar ein góður boðskapur, um eingin hoyrir hann? Hvat nyttar tað, at tú hevur bakað heimsins bestu kaku, um eingin annar sleppur at smakka hana? Ella at tú hevur gjørt ein heilivág fyri deyðiligar sjúkur, men eingin annar fær tað at vita?
Boðskapurin má út. Øll mugu hoyra um nýggja heilivágin, sum tú hevur ment. Øll mugu sleppa at smakka lekru kakuna. Og øll mugu hoyra boðskapin um Jesus, so at tey kunnu kalla á Hann og verða frelst.
Í summar fært tú møguleikan at koma við OM Føroyum at boða gleðiboðini fyri teimum, sum enn ikki hava kalla á Jesus. Í ár fara vit nevniliga aftur til Moldova.
Túrurin er fyri teg, sum er millum 15 og 18 ár, sum elskar Jesus og ynskir at fortelja øðrum um Hann. Fyri teg, sum torir at bjóða tær sjálvum av og taka nýggj stig, sum er við upp á tað mesta og sum elskar at hava tað stuttligt.
Kom við til Moldova í summar. Vit fara at skipa fyri barnafestivalum, hjálpa við praktiskum uppgávum og vitja tey eldru og treingjandi við mati og øðrum gávum.
TiM toymisferð til Moldova
TiM er toymisferð fyri trúgvandi tannáringar í aldrinum 15 til 18 ár. Kom og uppliv eina ella tvær vikur við upplæring og outreach.
Hetta er eitt høvi hjá tannáringum at uppliva missión, at vísa teirra trúgv í verki og uppliva, at Gud brúkar tey til at luta Jesus við onnur. Vit fara at tæna fólkinum í Moldova. Hetta eru børn, ung, vaksin og familjur. Vit fara at skipa fyri barnafestivalum, hjálpa við praktiskum uppgávum og vitja tey eldru og treingjandi við mati og øðrum gávum.
Hvar: Moldova
Nær: 19. - 31. juli 2025
Aldursmark: 15-18 ár
Luttakarar: max 12 fólk
Ferð: Ætlanin er at fara úr Vágum tann 19. juli. Heimaftur verður farið tann 30 ella 31. juli.
Tey, ið ætla sær á Teenstreet aftaná, flúgva úr Moldova til Týsklands 30. ella 31. juli. Heimferðin úr Týsklandi aftaná TeenStreet verður antin við føroyska ella danska ferðalagnum.
GG. Ferðaætlanin kann broytast.
Prísur: 10.000-12.000 kr. (fyri ferðing og uppihald, trygging er ikki íroknað)
Leiðarar: Ikki kunngjørt enn.
Tilmeldingarfreist: 30. apríl. 2025
Depositum: Tá tú teknar teg, skal tú gjalda eitt depositum á 1.000 kr. beinavegin. Hetta verður gjørt við at gera eina flyting til OM Føroyar í Betri Banka: 9181 4262192 og viðmerkja "TiM Pólland"
Avlýsing: Um tú avlýsir tína tilmelding eftir tilmeldingarfreistina (30. apríl 2025), so fært tú ikki depositumið aftur. Um tú avlýsir tína tilmelding eftir, at vit hava keypt flogferðaseðlar, so rindar tú fullan ferðakostnað. Flogferðaseðlarnir verða keyptir skjótt aftaná tilmeldingarfreistina.
Annað: Um tú ætlar tær á TeenStreet, mást tú eisini melda teg til á teenstreet.fo. Minst bara til ikki at bíleggja ferðing, men einans melda til sjálva leguna.
Um tit vilja frætta meir um hetta ella tit hava spurningar, skrivað til okkum á email info.fo@om.org

