Covid-19 – øðrvísi avbjóðingar í missión

Gud er hin sami. Guds kærleiki er tann sami. Guds missión er tann sama.

Mitt í koronakreppuni - bið og stuðla!

Biðið fyri

...at Gud má grípa inn og steðga virusinum nú.

...teimum, sum eru sjúk, at tey skulu fáa ta hjálp og viðgerð, teimum tørvar.

...teimum, sum varða um tey, sum hava COVID-19 - at tey skulu verða vard frá sjúkuni, og fyri megi sum tey arbeiða í longum og hørðum vaktum.

...familjum, ið syrgja, tí koronakrímið hevur tikið teirra kæru.

...samkomuleiðarum og øðrum samkomutænarum, sum tæna flokki av Jesu eftirfylgjarum, sum eru ávirkað og smittað av COVID-19.

...likami Kristusar um allan heimin, at eftirfylgjarar Jesus fara at standa fram at biðja og stuðla tey sjúku og teirra avvarðandi á praktiskar og sjálvuppofrandi hættir.

...stjórnini, ráðharrum og øðrum, ið høgt eru sett, sum leiða lond og felagsskapir gjøgnum hesa kreppuna.

...teimum, sum persónliga eru ávirkað av COVID-19, at tey skulu søkja Harran, sum gevur og heldur øllum lívi uppi.

...trúboðarum um allan heimin, serliga teimum, sum tæna í økjum, har COVID-19 ger ringast um seg.

...teimum minst náddu í heiminum - teimum, sum liva og doyggja uttan at kenna Jesus; biðið um, at tey skulu hoyra um Hann í hesum krepputíðum og taka ímóti Hansara kærleika.

#PrayToEndCOVID19

Stuðla

Koronakreppan hevur rakt stóran part av heiminum og kreppan ávirkar okkum á ymsar hættir.

Trúboðarar kunnu í løtuni ikki halda møtir og vitja fólk á sama hátt sum fyrr, Logos Hope liggur við bryggju í Jamaika og eingi vitjandi koma umborð, í nógvum londum er lítið arbeiði at finna og fólk kunnu ikki vinna sær pening til mat og líknandi.

Vit í OM ynskja at røkka út mitt í hesi koronakreppuni. Tú kanst hjálpa okkum at røkka út við at stuðla fíggjarliga.

Umvegis heimasíðuni hjá OM International kanst tú senda eina upphædd umvegis netið - www.om.org/covid

Tú kanst eisini flyta eina upphædd á konto í Betri Banka 9181-426.219.2. Viðmerk 'koronakreppan'.