29. apríl 2020

Eingi summartoymi í ár

Hetta gjørdist eitt løgið ár. Vit høvdu stórar vónir um ársskiftið og væntaðu, at 2020 bleiv okkara virknasta ár nakrantíð. Tað var áðrenn koronakrímið gjørdi um seg.

 

Eitt eftir eitt eru tiltøkini, sum vit gleddu okkum til útsett ella avlýst. Logos Hope kemur ikki til Føroya, TeenStreet verður ikki í Týsklandi sum vant, men á netinum, og nú mugu vit eisini avlýsa summartoymini.

 

Ætlanin var at senda fýra toymi avstað í summar, tvey til Moldova, eitt til Albania og eitt til Grikkalands. Harumframt hava ung úr tveimum samkomum í Eysturoynni tikið stig til ein túr til Moldova sjálvi, men gjøgnum OM.

 

Hetta verður alt av ongum. Orsaka av koronakríminum hevur OM avgjørt at avlýsa allar altjóða samlingar fram til 31. august. Hetta merkir, at allar summarlegurnar mugu avlýsast.

 

Vit harmast um at hetta gjørdist neyðugt og at so nógv ung missa møguleikan at uppliva eitt tættari samfelag við Jesus, sum TeenStreet og summarlegur ofta føra til. Men vit gleða okkum til næsta ár, tá vit aftur skipa fyri summartoymum, túri til TeenStreet og væntandi eisini at Logos Hope vitjar Føroyar.

 

Myndin er frá túrinum til Albania í fjør summar.