DAGFØRING – Kunning um TeenStreet 2020
Ikki møguligt at hava Teenstreet í Týsklandi
Vónandi hava tú og familjan tað gott í hesum serligu umstøðum. Sum vit harmast um tær keðiligu avleiðingarnar, sum Covid-19 kreppan hevur havt, eru vit eisini spent upp á, hvat Gud ger í og gjøgnum umstøðurnar, vit eru í. Vit eru sannførd um, at Gud hevur okkurt nýtt í væntu til okkum sum TeenStreet og vit eru spent um, at tíðin nú er komin at flyta okkum fram á leiðini.
Við støði í boðunum, sum týska stjórnin kunngjørdi mikudagin 15. apríl 2020, kann legan í Oldenburg ikki vera frá 1. til 8. august. Sjálvt um tað ikki eru neyv tøl fyri, hvussu nógv kunnu samlast, so hevur týska stjórnin sett forboð fyri, at størri mongdir kunnu samlast fyri 31. august.
Við 3.500 luttakarum má TeenStreet koma undir eina størri mongd.
TeenStreet verður
MEN TeenStreet 2020 verður, og meira spennandi enn áðrenn!
Saman við einum nógv størri altjóða samfelagi og á alnótini alt árið! TeenStreet 2020 fer at sambinda teg bæði við Jesus og onnur, sum fylgjast við Jesusi frá øllum heminum og frá Føroyum.
Vit arbeiða enn við smálutunum og kunnu ikki avdúka nógv enn, men vit lova, at í summar – líka sum hvørt ár – so verður tú kveikt/ur og eggjað/ur í tínum sambandi við Jesus. Vit gleða okkum at “síggja” teg á TeenStreet 2020!
Fylg við
Fylg við á Facebook, Instagram og heimasíðuni. Her verður kunning, so skjótt vit hava alt upp á pláss.
Bið
Vit biðja og vóna, at tit– eins og vit – eru spent um, hvat Gud ynskir at geva okkum í summar.
Halt frástøðu, men tætt at Jesusi
Halt teg frískan og halt frástøðu, men halt teg tætt hjá Jesusi!
Vinaliga
Føryska TeenStreet leiðslan