Toymisferðir
Toymisferðir 2023
Endiliga kunnu vit aftur skipa fyri summartoymum. OM Føroyar hevur havt sum fastan tátt at skipa fyri summartoymum út í onnur lond, so ungir føroyingar hava møguleikan at uppliva trúboðaralívið í summarfrítíðini. Seinastu trý árini hava vit ikki kunnað gjørt tað vegna korona.
Í ár skipar OM aftur fyri TiM-toymisferðunum, umframt at skipað verður eisini fyri ein toymisferð fyri luttakarar 18-29 ár.
Á toymisferðunum er endamálið at tæna fólki í øðrum londum á ymiskan hátt saman við lokalum kirkjum og samkomum. Toymini taka ofta lut í ymiskum barnaarbeiði og at vitja fólk, sum eru illa fyri.
TiM toymisferð til Moldova
TiM er toymisferð fyri trúgvandi tannáringar í aldrinum 15 til 18 ár. Kom og uppliv tvær vikur við upplæring og outreach.
Hetta er eitt høvi hjá tannáringum at uppliva missión, at vísa teirra trúgv í verki og uppliva, at Gud brúkar tey til at luta Jesus við onnur. Vit fara at skipa fyri barnatiltøkum, vitja eldraheim og hjálpa til við praktiskum uppgávum annars. Hetta er túrurin fyri teg, sum ynskir at læra meiri um Jesus og at fortelja øðrum um Jesus.
Hvar: Moldova
Nær: 15./16. - 29./30. juli 2023
Aldursmark: 15-18 ár
Ferð: Ætlanin er at fara úr Vágum tann 15. juli til Keypmannahavnar, síðani verður sovið í Keypmannahavn. Dagin eftir verður farið víðari til Moldova. Heimaftur verður farið til Keypmannahavnar tann 29. juli og síðani verður sovið í Keypmannahavn. Dagin eftir verður flogið heim.
Tey, ið fara til Teenstreet flúgva beinleiðis frá Moldova til Týskland tann 29. juli.
GG. Ferðaætlanin kann broytast.
Prísur: 10.000-12.000 kr. (fyri ferðing og uppihald, trygging er ikki íroknað)
Leiðarar: Helena og Jann Zachariasen
Tilmeldingarfreistin: 14. mai. 2023
Annað: Um tú ætlar tær á TeenStreet, mást tú eisini melda teg til á teenstreet.fo. Minst bara til ikki at bíleggja ferðing úr Føroyum, men einans melda til sjálva leguna.
Um tit vilja frætta meir um hetta ella tit hava spurningar, skrivað til okkum á email info.fo@om.org
Toymisferð til Moldova fyri 18-29 ára gomul
Kærleiki í verki - tænasta til bygdir:
Vit arbeiða saman við lokalum samkomum í tveimum ymiskum bygdum. Kærleiki í verki merkir, at gera teimum væl, sum búgva í bygdini og at vísa teimum kærleika Guds. Hetta gera vit gjøgnum barnatiltøk, húsavitjanir, praktiska hjálp, samkomuvitjanir og annað.
Ynskir tú at fortelja øðrum um Jesus, at tæna við hondunum og samstundis eggja og stuðla teimum lokalu trúgvandi? So er hetta túrurin fyri teg.
Hvar: Moldova
Nær: 15./16. - 29./30. juli 2023
Aldursmark: 18-29 ár
Ferð: Ætlanin er at fara úr Vágum tann 15. juli til Keypmannahavnar, síðani verður sovið í Keypmannahavn. Dagin eftir verður farið víðari til Moldova. Heimaftur verður farið til Keypmannahavnar tann 29. juli og síðani verður sovið í Keypmannahavn. Dagin eftir verður flogið heim.
Tey, ið fara til Teenstreet flúgva beinleiðis frá Moldova til Týskland tann 29. juli.
GG. Ferðaætlanin kann broytast.
Prísur: 10.000-12.000 kr. (fyri ferðing og uppihald, trygging er ikki íroknað)
Leiðarar: Durita Joenna og David Dam Jacobsen
Tilmeldingarfreistin: 14. mai. 2023
Annað: Um tú ætlar tær á TeenStreet, mást tú eisini melda teg til á teenstreet.fo. Minst bara til ikki at bíleggja ferðing úr Føroyum, men einans melda til sjálva leguna.
Um tit vilja frætta meir um hetta ellar tit hava spurningar skrivað til okkum á email info.fo@om.org

