13. mai 2020

Tanja í Suðurafrika: Vit vilja røkka út í koronatíðum

Tanja Mortensen, sum virkar við OM í Suðurafrika, hevur skrivað okkum eina heilsan, og hon vísir eisini á hvussu vit kunnu vera við til at stuðla arbeiði teirra í hesum serligu korona tíðum.

Eg havi tað gott, hóast støðan í landinum er broytt seinastu mánaðirnar. Støðan í Suðurafrika er góð á tann hátt, at myndugleikarnir settu hørð tiltøk í verk sera tíðliga. Landið hevur verið í sera strengum lockdown síðan 26.mars. Nú komandi dagarnar letur landið eitt sindur meiri upp, men tey eru sera varðin enn. Hesi strengu tiltøkini síggjast eisini í gongdini av virusinum. Landið hevur kunnað fylgt við gongdini uttan størri trýst. Tey væntað tó, at covid-19 kreppan nær hæddini her í september.

Hetta hevur tí ávirkað okkara virksemi. Vanliga hava vit 30+ børn og ung her hvønn seinnapart. Eisini plaga vit at fara út í nærumhvørvi at hitta rúsevnismisnýtarar. Alt hetta er steðga í løtuni. Men tíbetur fingu vit serloyvi í byrjanini av lockdown til at halda á við at heinta mat frá handlum og bera tað út til tær 30 familjurnar, sum hvørja viku fáa mat frá okkum.  Hetta eru vit sera takksom fyri.

Av tí at vit mugu fylgja øllum tilmælunum, sum eru fyri at verja onnur og okkum sjálv, so eru tað bara tvey, ið fara javnan út av økinum í tænastuørindum. Eg eri ein av teimum, ið er eftir her og fari tí bara til handils aðru hvørja viku. Tað er sjálvandi ringt ikki at kunna fara út og síggja tey, ið vit vanliga hava samband við her í Mamelodi. Men tað er nokk at gera her á økinum, s.s. viðlíkahald og hjálpa til við ymsum fyrifallandi.

Vit royna at hjálpa og tæna fólkunum her í Mamelodi. Eftirsum børnini ikki hava verið í skúla síðan 16.mars og ei heldur koma til okkum, so gera vit arbeiðsheftir hvørja viku við bíbliusøgum og ymsum uppgávum í. Eisini seyma vit toymaskur, sum vit geva út eftir tørvi. Higartil hava vit givið til m.a. politistøðina og ellisheim í økinum. Ein stórur tørvur í Mamelodi nú, tá ið fólk ikki hava verið til arbeiðis í longri tíð, er matur. Nógv fáa ikki endarnir at røkka saman, so tey kunnu breyðføða familjum sínum, tí royna vit eisini at hjálpa til har.

Tað kemur tí væl við, at tit vilja stuðla verkinum her. Teir pengarnir, sum koma inn fara til okkara covid-19 projekt, so vit í størri mun m.a. kunnu røkka út við eini máltíð til rúsevnismisnýtarar, kunnu halda samband við tey ungu, sum vanliga koma á sentrið og kunnu koyra út við mati til familjur hvørja viku. Eg kann nevna, at tað kostar umleið 300 kr. at føða einari familju her um mánaðin.

Um tú vilt vera við til at stuðla tænastuni hjá Tanju og OM í Suðurafrika, kanst tú flyta eina upphædd á konto í Betri Banka 9181-426.219.2. Viðmerk ‘Suðurafrika korona’.

Les meiri um hvussu OM í Suðurafrika røkkur út í hesum døgum: AIDShope Relief for COVID19 pdf

AidsHope (tænastan sum Tanja arbeiðir við) hevur fingið nýggja heimasíðu og nýggja facebook síðu, so nú ber til at fylgja enn meiri við í arbeiði teirra.

aidshope.org

facebook.com/aidshope.meetse