Stuðla Ukraina
OM er og hjálpir á markinum til Ukraina í Póllandi, Rumenia, Ungarn og Moldova.
Flóttafólkini eru útlúgvað, tá tey endiliga sleppa um markið. Tey hava sagt farvæl við síni kæru og nøkur teirra hava ferðast í fleiri dagar. OM hevur sett tjøld upp á markinum ella í nærmastu býunum, fyri at kunna hjálpa flóttafólkunum í samsvar við lokalu kirkjum og sjálvbodnum. Flóttafólkini fáa mat, heilivág og aðrar neyðsynjarvørur. Tey fáa heit klæði og teppi. Sera nógv teirra eru gomul fólk, smá børn og kvinnur, sum eru við barn. Tey siga, at sera nógv av flóttafólkunum eru smábarnafamiljur og kvinnur, sum skulu eiga skjótt. Flóttafólkini hava tí eisini tørv á barnamati og blæum.
Stuðla fólkinum í Ukraina og arbeiðinum á markinum til Ukraina
Ynskir tú at hjálpa, kanst tú gera eina flyting á kontu hjá OM Føroyar, konta 9181-426.219.2, viðmerk Ukraina.
Biðið fyri fólkunum í Ukraina og arbeiðinum á markinum til Ukraina
Lat okkum standa saman um at biðja fyri fólkinum, bæði í Ukraina og í Russlandi, og biðja um, at stríðið má enda skjótt, so ikki fleiri ósek skulu líða. Biðið at Gud má møta fólkinum, biðið at tey mugu koma at kenna náði og kærleika Guds og at Gud má gerast vón teirra. Lat okkum eisini biðja fyri arbeiðinum á markinum til Ukraina.
#Prayforukraine #prayforpeace #liveoutlove