6. desember 2020

Logos Hope ger hjálpararbeiði á Bahamas

Hann hevur opinberað tær, menniskja, hvat gott er! Hvat annað krevur HARRIN av tær, enn at tú skalt gera rætt, fegin vísa kærleika og liva eyðmjúkt við Gudi tínum!  Mika 6:8.

 

Hóast Operation Mobilisering er ein trúboðanarfelagsskapur og okkara fremsta mál er at boða gleðiboðskapin um at Jesus kom at frelsa okkum frá syndum okkara, so leggja vit eisini stóran dent á at vísa Guds kærleika í verki.

 

Næsta verkætlanin, sum vit ynskja at savna pening til her í adventstíðini, er hjálpararbeiðið hjá Logos Hope á Abacooyggjunum.

 

Hetta hevur verið eitt sera avbjóðandi ár hjá Logos Hope. Ætlanin var, at Logos Hope skuldi koma til Evropa í ár fyri fyrstu ferð síðani 2010, men koronafarsóttin steðgaði teimum ætlanunum. Í staðin lá skipið í bíðistøðu í fleiri mánaðir, fyrst í Bahamas og so í Jamaika. Koronatilmælini gjørdu, at skipið mátti lata aftur og eingir gestir sluppu umborð. Manningin slapp bara í land, tá tað var neyðugt. Hetta hevur rakt tænastuna meint, tí bókasølan umborð er ein av stóru inntøkukeldunum hjá skipinum, men í ár hava nærum eingir gestir verið umborð yvirhøvur.

 

Í heyst er tó ein hurð latin upp fyri tænastu við Abacooyggjarnar, sum liggja við Bahamas. OM í karibiska havinum og skipið Pacific Hope, som Youth with a Mission eigur, hava verið virkin í hjálpararbeiði har síðani ein hervilig ódn fór yvir oyggjarnar í fjør heyst. Tað hevur tikið langa tíð at byggja oyggjasamfelagið upp aftur og enn er langt á mál.

 

Tí hevur Logos Hope tikið lut í hjálpararbeiði har, saman við Pacific Hope og OM-kontórunum á staðnum.

 

Tey fáast við at veita heilsuhjálp, tannlæknahjálp, skúlaundirvísing og endurbyggja hús og bygningar á staðnum.

 

Tú kanst vera við at hjálpa. Ger eina flyting til kontuna hjá OM í Betri banka, 9181-426.219.2, og viðmerk Abaco, so senda vit peningin víðari til hjálpararbeiði har yviri.

 

Hetta er liður í eini stuðulsrøð, har OM Føroyar í adventstíðini savnar pening inn til ymiskar verkætlanir.

Fyrsta verkætlanin var til frítíðarskúlar í Moldova. Tær greinarnar kanst tú lesa her og her.

Hetta er fyrsta greinin um verkætlanina hjá Logos Hope.

3. og 4. sunnudag í advent kemur kunning um aðrar verkætlanir.