1. advent – Stuðla fátækum børnum í Moldova hesi jólini
Hon skal eiga son, og tú skalt kalla navn Hansara Jesus; tí Hann skal frelsa fólk Sítt frá syndum teirra. Matt 1:21
Aftur í ár fara vit í OM at savna pening inn í adventstíðini at stuðla ymiskum verkætlanum hjá OM ymsastaðni í heiminum.
Fyrsta verkætlanin er ein frítíðarskúli, sum OM í Moldova rekur. Børn úr sera fátækum familjum fara í frítíðarskúlar eftir skúlatíð. Har fáa tey eina heita máltíð, fáa hjálp við skúlatingum, og hoyra gleðiboðskapin gjøgnum bíbliusøgur.
Frítíðarskúlin gevur OM eina hurð inn til hesar minst náddu familjurnar og gevur okkum høvi at fáa samband við tær og boða teimum evangeliið, so at tey kunnu gerast eftirfylgjarar Jesusar.
Visjónin við frítíðarskúlunum er betra um liviumstøðurnar hjá hesum sera fátæku børnunum, so tey hava betri framtíðarútlit, skilja gleðiboðskapin og fylgja Jesusi. Fyri mong av børnunum er hetta einasta heita máltíðin tey fáa.
Saman við samkomunum ynskja vit at føða børnini, hjálpa teimum við útbúgvingini, hjálpa teimum at menna teirra karakter og hjálpa familjunum við at luta Guds kærleika við tey.
Vónin er at náa 400 familjur á hendan hátt.
Skótahjálpin hevur valt at stuðla hesi verkætlan við 60.000 krónum, og nú fært tú eisini høvi til tað sama.
Gev eina gávu til OM Føroyar, konta 9181-426.219.2 og viðmerk Moldova, so senda vit peningin víðari.