2. desember 2020

Skótarnir stuðla teimum allarfátækstu

Á fundi hjá úlvunum í KFUM í Havn í gjárkvøldið handaði Skótahjálpin ADHD-felagnum og OM Føroyar kekkarnar frá Skótahjálpini í ár.

 

Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum, tók ímóti kekkinum fyri felagið, meðan Danjal av Rana, dagligur leiðari, tók ímóti kekkinum vegna OM Føroyar.

 

Stuðulin verður sendur beinleiðis víðari til frítíðarskúlarnar, sum OM Moldova rekur har. Moldova verður mett at vera fátæksta landið í Evropa og børnini, sum koma á hesar frítíðarskúlarnar hoyra til tey allarfátækstu í landinum. Soleiðis sæð er talan um fátækstu børnini í Evropa. Eini 400 børn eru í samband við frítíðarskúlarnar.

 

Á frítíðarskúlanum fáa tey eina heita máltíð, hjálp við skúlatingunum, hoyra søgur um Jesus og sleppa annars at spæla, júst sum í frítíðarskúlunum, sum úlvarnir hjá KFUM í Havn sjálvir ganga í.

 

Eugen Ciumac, leiðari hjá OM í Moldova er málleysur um gávuna frá Skótahjálpini og adventsinnsavningini hjá OM Føroyum. Eugen var sjálvur skóti sum barn og gleðist um, at skótarnir enn halda seg til reglurnar um at gera gott.

 

Skótahjálpin hevur latið 60.000 krónur til frítíðarskúlarnar í Moldova. Tú hevur eisini møguleika at vera við í hesi gávuni. Ger eina flyting til OM Føroyar, konta 9181-426.219.2, og viðmerk Moldova, so verður peningurin borin víðari til OM í Moldova.