Transform 2019
Ein annar góður møguleiki í summar er at fara á Transform.
Transform ráðstevnan verður aftur í døgunum 8.-13. juli 2019 í Athen í Grikkalandi. Hareftir verður møguligt at fara á outreach í Grikkalandi, Turkalandi, Albania, Serbia ella Rumenia. Tað ber eisini til bara at fara á ráðstevnuna.
https://www.facebook.com/OMTransform/videos/793084334408279/
Evnið í ár er UNLEASHED! Les meir um evnið her.
Her av OM-skrivstovuni í Føroyum fer ein luttakari til Transform, og vit vóna at onnur eisini hava hug at koma við.
Vendið tykkum til okkum á info.fo@om.org við spurningum, annars ber til at melda seg til Transform her.