Transform

Transform var fyrstu ferð í 2010, og var til stóra signing og frelsu fyri mong menniskju.

Transform er samansett av:
· Konferansu í 1 viku í Spania
· Outreach í Spania og grannalondunum

Úr øllum heiminum møtast hundraðtals fólk í Spania, har tey í eina viku fáa undirvísing og venjing, brúka tíð í bøn, tilbiðjan og bólkaarbeiði – alt fyri at fyrireika seg til tað outreach, sum liggur fyri framman.

Tú kanst velja at bara fara til konferansuna, men um tú ynskir ta heilt stóru upplivingina, so skalt tú fara á outreach eisini. Vel eitt land, sum tú ynskir at evangelisera í og vel, um tú ynskir at verða burturi í eina viku ella eitt longri tíðarskeið.
Ljóðar Transform spennandi fyri teg, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við OM Føroyar á teldupost info.fo@om.org. Meira kunning um Transform er eisini á transform.om.org.

Transform 2018

Transform 2018 hevur fingið heiti "Vibrant" 

Nær: Konferansan byrjar 9. juli

Hvussu leingi: Konferansan er í 5 dagar, og síðani er outreach í 1-4 vikur

Hvar: Konferansan er í  Tarragona, Spania. Outreach er í Spania og grannalondunum hjá Spania. 

Tilmelding: Tilmelding fer fram her á síðuni, ella við at venda sær til okkum, á info.fo@om.org

Meir at vita: Fylg Transform á facebook