23. februar 2017

Transform 2017

Kom við á Transform 2017.

Ert tú 18 ár ella eldri, og brennur fyri at náa onnur menniskju við kærleika Guds, so er Transform kanska nakað fyri teg.

10. juli byrjar Transform, við eini konferansu, við upplæring og spennandi verkstøðum. Síðani verður farið á outreach. Í ár er møguligt at fara á ymisk outreach í hesum londum:

Frankaríki
Malta
Portugal
Spania (Tenerife og Lanzarote)
Turkaland

Tað er møguligt at fara á t.d. surfing-outreach, dansi-outreach, ella outreach sum hava fokus á børnum, fátækum, flóttum og nógvum, nógvum øðrum. Tú kanst lesa meir um ymisku møguleikarnar og síggjá tíðir og annað við at trýsta her.

Tveir føroyingar hava longu teknað seg og vit vóna at senda enn fleiri føroyingar á Transform í ár.

Melda teg til her.