9. mars 2019

Tilmeldingin til TiM 2019 er opin

Aftur í ár skipar OM Føroyar fyri TiM-toymisferðum fyri ung 15-18 ár. TiM 2019 verður 13.-26. juli 2019, og síðan fara flestu luttakararnir til Týsklands á TeenStreet 2019. Toymisferðirnar í ár fara til Moldova og Albania.

Føroysku leiðararnir á TiM Moldova verða Kristina Foldbo (Leirvík) og Kristian á Lakjuni (Klaksvík), og føroysku leiðararnir á TiM Albania verða Eyðgerð Nattestad (Miðvági/Havn) og Steffan Klein Poulsen (Hvannasundi).

Lesið meiri um TiM og meldið tykkum til við at trýsta her.

Latið okkum biðja fyri teimum ungu og leiðarunum, sum fara á TiM-toymisferðirnar í ár.