TiM

Tannáringar í Missión

TiM er toymisferðir fyri trúgvandi tannáringum í aldrinum 15 til 18 ár. Kom og uppliv tvær vikur við upplæring og outreach áðrenn TeenStreet.
Á toymisferðunum er endamálið at tæna fólki í øðrum londum á ymiskan hátt, í samarbeiði við lokalar kirkjur og samkomur. TiM toymir taka ofta lut í ymiskum barnaarbeiði og at vitja fólk, sum eru illa fyri.

OM Føroyar hevur m.a. skipað fyri TiM í Moldova, Albania, Bosnia og øðrum londum og hava hesar toymisferðir verið til stóra signig, bæði fyri tannáringarnar og tey, sum teir hava verið í samband við.

 

Tilmeldingarfreistin er farin fyri TiM 2019. Tilmelding til  TiM 2020 byrjar á vári 2020, fylg við her á síðuni.

 

TiM 2019

OM Føroyar skipar fyri TiM-toymisferðum

Hvar: Moldova, Albania (fultteknað) & Grikkaland (øll á Grikkaland-toyminum fara síðani á TeenStreet)

Nær: 14.-26. juli 2019

Føroyskir leiðarar: TiM Albania - Eyðgerð Nattestad (Miðvágur/Havn) & Steffan Klein Poulsen (Hvannasund)
TiM Moldova - Kristina Foldbo (Leirvík)
TiM Grikkaland - Jonleif Danielsen (Runavík)

Ferðing: Tit ferðast sum ein bólkur umvegis Keypmannahavn - hetta frætta tit meira um seinni

Prísur: væntandi 8.000-10.000 kr. (endaligur prísur er ikki komin enn)

Tilmelding: tilmeldingarfreistin er fyri TiM 2019 er farin

Meira kunning: set teg í samband við okkum á info.fo@om.org

TiM Albania 2017

TiM Moldova 2016

TiM Albania 2016

TiM Moldova 2015