27. juli 2017

Teenstreet dámur

Rætti dámurin er við at leggja seg yvir Teenstreet. Allan fyrrapartin hava fólk streymað inn á økið við sínum kufferti og soviposa leitandi eftir staðnum, har tey skulu sova og vera.

Vit – mediatoymi, tað eru vit sum skriva og leggja myndir og video út, so tit kunnu fylgja við hvat hendir á Teenstreet í ár, vit sita beint aftanfyri stóra pallin har møtini (bíbliutímarnir og Throneroom) eru.

Nú meðan vit sita her og arbeiða, hoyra vit tónleikabólkin, ið skal leiða lovsongin og felagssangin til stóru løturnar hava ljóðroynd. Tað byrjar at ljóða rættiliga væl eftir hondini. Eg spáki mær líka inn í høllina fyri at fregnast. Jú, har standa tey hvør í sínum lagi, og tey royna í samráð við tann, sum mixar at fáa sítt ljóðføri at ljóma so væl sum til ber – og har mitt í rokanum stendur Dania O. Tausen. Hon hevur fingið tann heiður, at vera við í bólkinum í ár at leiða sangin. Hon sigur fyri mær, at tónleikararnir eru 8  í tali og koma úr USA, Fraklandi, Australia,  Hollandi, Belgia og Týsklandi.

Dania hevur skrivað sera áhugaverda grein á heimasíðuni hjá OM, m.a. um hvat lovsangur til Harran týðir fyri hana. Leinkjan til greinina er her niðanfyri.  Royndirnar siga mær, at tað fer at ljóða sera væl í kvøld til fyrsta Throneroomið, so eg eri spentur at hoyra, og annars bara at uppliva hendan rætta “teenstreetdámin” aftur.

Eyðun á Lakjuni

 

Nú nærkast – Hvussu fært tú mest burturúr TeenStreet 2017?