Nú nærkast – Hvussu fært tú mest burturúr TeenStreet 2017?
Nøkur ráð frá Daniu, sum m.a kemur at leiða sangin á TeenStreet.
1 MÁNAÐUR TIL TEENSTREET 2017!!!
Hey! Eg eiti Dania, eri 18 ár, búgvi á Toftum og gangi til dagligt á hugbreyt á Miðnámi á Kambsdali og arbeiði í Bónus í Saltangará. Og her er mítt íkast til hvussu tú kanst gera TeenStreet 2017 til bestu vikuna nakrantíð!
Í gjøgnum TeenStreet leguna (og aftaná) fara fólk allarhelst at spyrja teg tann begávaða spurningin: “Hvat er tað besta á TeenStreet?” ella “Hvat er hæddarpunktið á leguni?” og tað eru 1000 svar uppá tann spurningin.
Tú hevur møguleikan at gera alt í millum himmal og jørð. Og eg vil ráða tær til at verða aktivur og fáa mest gjørligt burturúr! Tað er jú bara ein vika og tíðin flýgur avstað. So keyp nógvar ísar, kips og cocktails! Tak tær tíð at fara á seminar og til okkurt stuttligt workshop. Tekna teg til flogbólts- ella fótbóltskappingar, renn RAG-race, spæl vatnkríggj. Tor at tosa við fremmand! Set teg við tínum NÝGGJU ÚTLENDSKU vinum og gjamma ella spæl okkurt spæl. Far og njót Offenburg. Sum sagt… Tað eru 10.000 ting at fáa tíðina at ganga við.
Men skemt til viks, so er mín erfaring tó, at rættuliga ofta tá tey ungu fáa spurningin: “Hvat er tað besta á leguni?”, tá er svarið: “Throne Room.”
“Throne Room” er á góðum gomlum føroyskum ein sangløta. Hendan sangløtan gongur fyri seg í umleið ein tíma. Mær dámar væl navnið, tí tað minnir meg á, at tað er faktiskt meiri enn bara ein sangløta. Tí vit stíga inn í eitt rúm, eina høll, og søkja SAMAN Trónu Guds. Og mest av øllum stilla vit okkum frammanfyri Trónu Guds í totalum og ektaðum eyðmjúkleika, yvirgevilsi og bøn. Við øllum tí fyri eyga, sum Hann hevur gjørt fyri okkum og kunnu av tí sama ikki gera nógv annað, enn at takka og prísa okkara Pápa í Himli, sum (Í TAÐ MINSTA) hevur uppiborið okkara prís (og soooooooo nógv afturat).
Eg haldi eisini sjálv, at tað er ein tann lekkrasta kenslan í verðini. At syngja í fullkomnum tryggleika og friði saman við 4000 øðrum trúgvandi. Tá kann alt annað vera líka mikið. Tónleikabólkurin er bara heilt vanlig fólk eins og øll onnur. “Throne Room” er bara ein høll. Í roynd og veru er alt sera, sera einfalt.
Sálmur 51:8 sigur soleiðis: “Tú elskar jú sannleik innast í hjartanum – so lær meg tá vísdóm í hjartadýpinum!”
Fyri summi hevur tónleikur lítið og einki at siga. Onnur klára næstan ikki at fokusera uppá boðskap og orð, tá ov nógvur (og góður) tónleikur gongur fyri seg! (eg eri ofta sjálv sek í hesum…) Og fyri ikki at fara at tosa um genrir og stíl, so er best bara at siga, at vit eru øll ymisk og dáma ymiskt. MEN tað, sum er so ótrúliga vigtugt – TAÐ TÝDNINGARMESTA – tá tað kemur til lovsang er, at vit eru opin og ektað. So kann eg lova tær, at tað verður ein løta, sum tú ikki fert at gloyma.
Eg kom fyri fyrstu ferð á TeenStreet sum 7 ára gomul. Tá skilti eg ikki nógv av tí, sum gekk fyri seg, men eg eygleiddi alt sum hendi og tað var ikki ringt at skilja, at hetta var nakað serligt. Eg sá ungar gentur gráta og fáa troyst. Eg sá drongir standa saman í rundingi og biðja fyri hvørjum øðrum. Eg sá upplyftar hendur og boygd knø. Eg sá fólk tekna, mála og dansa í lovprísan. Er tað løgið at tað fangaði meg? Tað var ikki nakað eg var von at síggja heima á Toftum. Og eg trúgvi at tað er tað, sum gjørdi at eg kom aftur ár eftir ár. Ikki fyri at hyggja eftir hinum… Nei, fyri at uppliva tað sjálv.
Í ár fari eg so fyri 11. ferð, men 1. ferð sum starvsfólk. Eg ætli mær at ganga og taka myndir av tykkum øllum og spyrja tykkum spurningar, sum: “Hvat er hæddarpunktið á leguni?!?!” og alt hatta har, men so fekk eg eisini møguleikan at vera við í altjóða lovsangstoyminum á TeenStreet í ár og tað eri eg ekstremt spent uppá. Tey eru øll nøkur fantastisk menniskju og tónleikarar, sum eg gjarna vil presentera fyri tykkum! Vit hava:
– Ty úr USA, lovsangsleiðari og á akustiskum guitara.
– Rachelle úr Frankaríki, sangari og á violin, harmoniku, klokkuspæli osfr…
– Matt úr Australia, sangari og á el-guitara.
– Femke úr Hollandi (konan hjá Matt), sangari.
– Simon úr Belgia á bassi.
– Bart úr Hollandi á el-guitara.
– Thomas úr Týsklandi á trummum.
Og so havi eg fingið heiðurin at umboða Føroyar í ár (woohoo!)
Ein playlisti er deildur á FB bólkinum hjá TeenStreet Føroyar. Far og lær teg sangirnar, so veit eg at sangurin skal nokk vera í góðum hondum 😉
Eg vóni í øllum førum alvorliga, at tit koma við so nógvari orku og gleði at tit ikki kunnu annað enn verða “Vijupadaa”! Men tá tað er sagt, so er tað einasta eg vil hava burtur úr hesi greinini tað, at tit koma á TeenStreet við opnum sinni og hjarta. At tit tora at siga sum Dávid í sálmi 51: “Gud, skap í mær reint hjarta, og gev mær av nýggjum støðugan anda innan í mær! Kasta meg ikki burtur frá ásjón Tíni, og tak ikki Heilaga Anda Tín frá mær! Gev mær aftur at gleðast um frelsu Tína, og halt mær uppi við fúsum anda!”
Lat summarið 2017 verða summarið, har tú gavst títt lív til Jesus. Alt sum tað var. Fyri fyrstu ferð ella av nýggjum. Lat tað vera líkamikið hvat onnur halda ella siga. Ver bara erligur yvirfyri tær sjálvum og Gudi. Um tú gert tað, skal stuttleikin og tann FULLKOMNA gleðin 100% koma óansæð – og títt sinni skal verða fylt – meiri enn tú nakrantíð hevði trúð at tað kundi fyllast. Tú fert ikki at angra tað. TeenStreet kann vera títt vendipunkt.
Torir tú í summar, at vera “shakeable” fyri at verða “Unshakeable”?
Dania O. Tausen