26. september 2017

Stuðla Logos Hope

Gev gávu  

Nú Logos Hope vika er, ynskja vit at seta fokus á tørvin hjá Logos Hope. Vit vóna at nógv vilja standa saman við okkum, at BIÐJA fyri Logos Hope, at GEVA til Logos Hope og um Harrin kallar teg at FARA umborð á Logos Hope, at verða kallinum lýðin.

Tørvur er á nógvari olju, fyri at skipið kann hava streym hvønn dag og kunna sigla millum ymisku havnirnar. Tú kanst stuðla Logos Hope við at flyta pening á konto í Betri Banka: 9181 – 426.219.2 og viðmerkja “Logos Hope olja”. Um tú ynskir at stuðla einum av føroyingunum umborð, kanst tú flyta pening á somu konto og viðmerkja navnið á tí tú ynskir at stuðla. Tað ber eisini til at flyta eingangsupphæddir her á síðuni við gjaldskortið.