27. juni 2018

Spennandi og avbjóðandi tíðir í Nantes

Gev gávu  

Her kanst tú lesa tíðindabrævið frá Jóhannis og Cecile Mortensen, sum arbeiða í Nantes, í Fraklandi. 
Um tú ynskir at stuðla arbeiðinum hjá Jóhannis og Cecile, ella øðrum verkætlanum, sum tey nevna í brævinum, kunnu tit flyta pening á konto í Betri banka, kontonr: 9181 – 426.219.2 og viðmerkja “Jóhannis og Cecile” ella t.d. “Rahab tænastan, Nantes” 

Tíðindabræv, juni 2018

Hey tit øll!

Her eru nøkur tíðindi frá okkum her í Nantes. Summarið er av álvara komið, og vit fara at líta afturá, og hugsa um, hvat Gud hevur gjørt í okkara lívi, hetta farna árið.

Teir seinastu mánaðarnar eru fýra pastorar farnir úr tænastuni í okkara samkomu og trimum øðrum samkomum, ið vit samstarva við.

Ein amerikumaður fór heim til heimlandið, at njóta tíðina sum eftirløntur, ein týskari flutti til eina samkomu í eystur Fraklandi, ein skoti flutti til eina samkomu í Ný Sælandi, og tann fjórði flutti til eina samkomu í París.

Vit vita um ein ungan pastor, sum kemur til eina av hesum samkomum; hinar samkomurnar, harímillum okkara, leita nú eftir nýggjum pastorum.

Av tí at allir hesir fóru úr tænastuni í senn, liggur ein rúgva av tænastum eftir her í Nantes, t.e. heimavitjanir, sjúkrahúsvitjanir og fongsulsvitjanir. Tað er so ómetaliga nógv, sum kundi verið gjørt.

Vinaliga biðið fyri, at Gud má senda arbeiðsmenn.

 

Tænastan í samkomuni

Sum eg nevndi í seinasta brævi, so eru nøkur yngri pør og onnur farin úr samkomuni. Hetta er torført, tí vit eru ikki so nógv og als ikki nógv ung pør. Fleiri í samkomuni eru mótleys og stúra fyri, at samkoman at enda fer at gevast.

Í september fara vit saman við teimum elstu at tosa um okkara vision fyri samkomuni.

Biðið fyri, at vit mugu venda eygu okkara á Jesus og líta á, at tað verk sum Hann byrjaði í hesari samkomuni fer at røkka á mál, inntil Hann kemur aftur.

Ein av teimum elstu spurdi meg, um eg kundi taka meiri lut á møtinum, ikki bert við lovsonginum, men eisini at leiða ein part av møtinum. Hetta havi eg játtað, so vinaliga biðið Gud um, at geva mær vísdóm til hesa nýggju tænastuna.

 

Ungdómsarbeiðið!

Í seinastu viku hevði ungdómstoymi seinasta fundin um ungdómsarbeiðið. Vit fingu nógvar positivar afturmeldingar frá ungdóminum og eisini frá foreldrunum.

Tað er ein gleði, tá ið Gud vísir okkum ávøkstin av Hansara verki, sum vit eru partur av, hóast mótloysi kemur til sjóndar av og á.

Tað er ikki altíð lætt, men hvør ein forrættur tað er, at vera brúktur av Gudi.

Aftur í ár er ein í toyminum givin. Okkum tørvar fleiri vaksin til eldra bólkin, so har fari eg eisini at hjálpa til.

Vit vilja bara minna tykkum á, at vit arbeiða við trimum ymiskum samkomum nú. Ein fjórða var eisini við, men har er eingin ungdómur meiri, so nú nýta vit ikki teirra bygning longur.

Biðið fyri, at Gud vil kalla menniskju til ungdómsarbeiðið í Nantes. Biðið vinaliga eisini fyri, at vit mugu fáa eina góða byrjan næsta ár.

 

Jpense tænastan!

Vit hava havt tvey møti síðani seinasta bræv. Nógv vantrúgvandi komu til hesi møti, og spurdu spurningar sum: “Er Bíblian álítandi?” og “Hvør er Jesus?”

Biðið fyri Jpense fólkunum, at Gud má geva teimum styrki og mót til næsta ár. Nøkur teirra eru móð, og teimum tørva hvíld. Biðið fyri, at Gud eisini skal geva teimum vísdóm til at seta nýggja samkomu á stovn.

 

Rahab gøtutænastan!

Nøkur tykkara minnast OM gøtutænastuna, sum Marcel og kona hansara Ase virka í. Vit hava greitt frá arbeiði teirra í brøvum og á møtum í Føroyum.

Tey arbeiða fyri, at fáa tær kvinnur av gøtuni, sum eru offur fyri kynsligum trælahandli. Arbeiðið gongur væl, og Gud hevur gjørt stór ting. Um tit eru áhugað í teirra tænastu, so gev mær tykkara t-post adr, so skal eg geva tykkum teirra tíðindabrøv. Biðið fyri teimum, serliga viðv. trygd. Um tit ynskja at geva til hesa tænastuna, so eru tit vælkomin til tað.  (Trýst her fyri at stuðla hesi verkætlan)

Familjan

Vit hava tað gott sum familja, og døturnar hava tað gott. Tær eru sera spentar, tí um Gud vil, so fara tær at fáa eina lítlasystir 🙂 Jú, Cecilie er við barn. Prísið Gudi fyri hesa gávuna! Biðið fyri heilsuni hjá Cecilie og barninum.

Biðið vinaliga eisini fyri beiggja Cecilie (Jean-Francois), sum misti konu sína Anne í februar, sum var rakt av krabbamein – hon var júst fylt fjøruti.

 

Biðið vinaliga fyri okkum sum familju, at vit mugu fáa vísdóm til komandi ár. Her er so nógv at gera her í Nantes. Persónliga havi eg ikki nóg mikið av tíð, tí eg havi mítt dagliga yrki at síggja til.

Kunnu tit vinaliga biðja saman við mær, at Gud vil opna dyr fyri, at eg kann fara at arbeiða hálva ella fulla tíð fyri OM her í Nantes.

Gud hevur aftur víst mær, at tað er so ómetaliga nógv sum skal gerast. Eg má viðganga, at hetta er ein ræðandi hugsan. Biðið fyri, at Hann vil geva mær mót og ikki ótta.

 

Takk fyri, at tit lesa hetta brævið og takk fyri, at tit biðja fyri okkum. Vit vita, at tit eru trúføst! Og tað prísa vit Gudi fyri.

Eisini takk fyri gávurnar, sum vit fáa at útinna hetta verk við.

 

“Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera.”

Josva 1:9

Jóhannis, Cecile, Sarah og Léah