Hjálp kvinnum úr skøkjulevnaði

Gev gávu  

Marcel Georgel arbeiður við at hjálpa kvinnum úr skøkjulevnaði  í Frankaríki. Hann greiður soleiðis frá um arbeið hansara:

2-3 nýggjar gentur hvørja viku

Talið av kvinnum í skøkjulevnaði er ikki fallandi. Toymið, sum fer út á gøturnar at tosa við kvinnur í skøkjulevnaði, møtir 2-3 nýggjum gentum hvørja viku. Tær flestu komu gjøgnum Italia, eftir at hava silgt um miðalhavið. Vit hava møtt 500 ymiskar gentur síðani 2009. Aldurin á gentunum er lágur.

Løgreglan fær lítið gjørt

Løgreglan í Nantes, Frankaríkið hevur ikki starvsfólk nokk til at seta eina lóg í verk sum ger, at keyp av tænastum frá skøkjum verða revsuverdar. Samfelagsviðurskiftini sum fylgja eini tílíkari lóg byrja at taka skap og stjórnin sendir útbjóðingartilboð til ymiskar felagskapir, sum kunnu taka ábyrgd av teimum sum ynskja at koma út úr skøkjulevnaði. So stríðið heldur fram. Hetta er trúboðaravirksemi.

Ein-til-ein

Í 2016 hava vit regluliga hitt 20-25 kvinnur sum eru givnar at arbeiða á gøtunum, og vit royna at finna sjálvboðin sum vilja takað sær av teimum á einum meir persónligum støðið. Vit royna at draga fleiri systrar og brøður, úr samkomunum vit samarbeiða við, inn í hetta arbeiðið. Við persónligum ein-til-ein samrøðum, er mál okkara at fylgja hesum kvinnum á einum andaligum støðið. Nógvar hava ikki skilt evangeliið, hóast tær kalla seg kristnar. Vit miðja eftir at tær skulu gerast ein partur av fronskum kirkjum og samkomum. At vera rótfest í Gudi og orði hansara er neyðugt fyri at standa ímóti freisting.

Vitjan á gøtuni

Í 7 ár hava vit vitja á gøtuni eina ferð um vikuna. Vit arbeiða okkum spakuliga upp móti at kunna fara út tvey kvøld um vikuna. Hósdagar kl. 16-18 hava vit opið á eini móttøkustøð í eini kirkju, har kvinnurnar eru vælkomnar at hitta okkum. Ein trúfastur bønarbólkur stuðlar okkum og vit ynskja at hendan bønartænasta skal vaksa, tí álopini eru mong. Fjúrtanda hvønn dag bera vit mat út til tær, sum enn liva í skiftandi umstøðum. Triðja hvønn mánaða hittist ein lítil nevnd og avgerð hvørjum tørvar fíggjarligan stuðul – bæði fyribils og regluliga.

Arbeiða í øllum Frankaríki

Arbeiðið hjá Marcel hevur breitt seg úr Nantes, til hesar býir: Paris, Orleans, Lyon, Montpellier, Marseille, Bordeaux, Rouen, Mulhouse, Colmar, Strasbourg og Grenoble. Marcel vónar at kunna brúka meir tíð til at eggja og stuðla sínum systrum og brøðrum í hinum býunum.

Søgan um Blessing

Í oktobur setti ein ung kvinna seg í samband við okkum. Vit kallað hana Blessing. Tá vit hittust, greiddi hon frá, at hon var givin at arbeiða á gøtuni, tá ein kundi hevði lopið á hana. Hon hevði merkir, frá at verða sligin, á andliti sínum.  Undir samrøðuni funnu vit útav, at hon, fyri lítla kamar sítt í eini íbúð, mátti gjalda eina ósamsvarandi høga leigu. Útleigarin var ein óerligur persónur. Onnur fólk búði eisini í hesi íbúð og máttu gjalda somu høgu leigu. Tað var skakandi at síggja at allur peningurin sum Blessings fekk gjøgnum tað almenna, fór til at gjalda leigu, og at hon sostatt ikki hevði nakað at liva fyri. Í Frankaríki er tað ólógligt at framleiga, so hvat kundu vit gera? Vit bóðu, saman við øðrum, um at Gud vildi vísa okkum hvat vit skuldu gera. Tveir dagar seinni ringdi Blessing til okkum, og greiddi frá at hon ikki slapp inn í íbúð sína, tí ein fúti saman við løgregluni hevði avbyrgt inngongina til íbúðina. Hóast høgu leiguna hevði óerligi útleigarin ikki havt ráð at gjalda fyri íbúðina. Gud hevði svarað.

Vit hjálptu Blessing við at fáa allar ognarlutir sínar og við at finna henni eitt nýtt stað at búgva. Í dag fær hon ein-til-ein samrøður á einum andaligum, fyrisitingarligum og sosialum støðið. Á, tann munur ið sæst á tí ungu gentuni sum var í skøkjulevnaði og myrkri, og sum nú er smílandi og vónrík. Biðið um at Blessing fær friðskjól tá hon skal møta í landsrættinum sera skjótt. Má Gud verða henni náðigur. 

Stuðla arbeiðinum hjá Marcel

Ver við at stuðla arbeiðinum hjá Marcel. Gev eina gávu her á síðuni ella á konto 9181-426.219.2 og viðmerk “Marcel”.