30. juli 2018

SHHH løtan

Tað sigur seg sjálv, at tá ið so nógv ungfólk eru savnað á einum so lítlum umráði, sum vit eru á her niðri í Oldenburg, ja so er eitt øgiligt lív í og nógvur larmur allan dagin.

Men siðvenja er á TeenStreet, at kl 11 hvønn dag er friður í ein hálvan tíma, og á slagnum 11 hoyra vit úr hátalarunum: “Shhhh”, og so steðgar alt upp. Fólk seta seg niður í einingi, júst har tey eru. Summi sita úti og onnur inni. Løtan verður hjá summum kanska brúkt til at hugsavna seg um tað, sum hevur verið frammi í bíbliutímanum fyrr um morgunin. Onkur situr og lesur, onkur lurtar eftir tónleiki og annar liggur kanska og fær sær ein blund. Men her er púra friðarligt og ongin tosar hart, – tað harðasta, tú hoyrir, er, at nøkur sita og teska saman.

Og so tá ið hálvur tími er farin, kl 11.30, hoyrist róligur tónleikur úr hátalarunum á øllum økinum, og hetta merkir, at nú er SHHH løtan av. Og so gongur ikki long tíð, og lív er aftur í, og tú kennir líkasum staðið aftur.

Skrivað: Eyðun á Lakjuni