30. apríl 2025

TeenStreet Stuðulsvikan 2025

Hesar dagar hava vit Teenstreetstuðulsviku í OM Føroyum. I’Ching Thomas, ið er altjóða varaleiðari hjá OM International, vitjar í Føroyum í hesum sambandi. Niðanfyri sæst hvørjum møtum, hon luttekur á.

Í 2025 setir TeenStreet serligt fokus á:
• At fáa Firestarter (Login á Føroyskum) út til øll mál og allar pallar, har OM longu virkar.
• At seta TeenStreet á stovn í nýggjum londum – serliga í “spotlight-økjum”, har OM serliga virkar fyri, at menniskju skulu koma at kenna Jesus.

Fíggjarligur tørvur
Samlaða tørvurin í ár er 6,5 milliónir krónur! Hetta eru ikki smápengar, men vit takka Gudi fyri, at ein stór upphædd longu er tryggjað.
Í Føroyum er okkara mál at savna umleið eina millión krónur til:
• FireStarter – 650.000. At fáa FireStarter umsett og út til øll londini har OM er virkið.
• TeenStreet legur 350.000 kr. At stuðla TeenStreet legum kring heimin fíggjarliga, fyri at halda legugjaldið á einum støði, so at foreldur hava ráð at senda sínar tannáringar á legu

Vilja tit standa saman við okkum? Stuðulin kann flytast á kontu 9181 – 1667744 – viðmerk TS Útlond.

Tykkara stuðul er við til at tendra eitt ættarlið av ungum, sum tora at liva sína trúgv við dirvi og uttan at óttast!
Enn einaferð, hjartaliga takk fyri, at tit trúgva upp á tað, sum Gud ger gjøgnum TeenStreet.
Vit høvdu ikki megnað hetta uttan tykkum!

I’Ching Thomas verður við á hesum møtum:

  • Mikudagin 30. apríl:
    • Fríðrikskirkjan á Toftum kl 17:30
    • Nebo á Toftum kl 19:30
  • Sunnudagin 4. mai:
    • Filadelfia Gøta kl 12:30
    • Missionshúsið í Miðvági kl 18
  • Mánadagin 5. mai:
    • Kvinnumøti Lívdin í Hoyvík, kl 20