28. juli 2019

Nógvir munnar at metta

Tað er nógv, sum skal rigga og ganga væl í hond, um øll skulu fáa mat til tíðina. Her eru ikki færri enn 3.700 munnar at metta, og tá klokkan er blivin 1 seinnapartin, streyma øll inn í matarsalin við tí fyri eyga at fáa okkurt gott upp á tallerkin og síðani niður í búkin.

Og tað er væl skipað. Mesti maturin verður gjørdur á staðnum í stórum  flytbarum køki, sum OM sjálvt eigur. Í øðrum endanum av høllini standa hjálparfólk við borð og koyra upp á tallerkar. Her skal mann viðhvørt standa eina lítla løtu í kø. Men væl gongur undan.

Í høllini eru borð og benkur uppsett, og tað kann meir enn so henda seg, at tú mást leita eitt sindur fyri at finna eitt pláss. Tað er ikki so, at londini sita hvør fyri seg saman og eta. Tú kanst seta teg, har tú vilt, og hetta er eisini eitt gott høvi at koma í prát við onkran fyri tær fremmandan. Summi seta seg eisini uttanfyri á turra bøin at fáa sær.

Tá ið liðugt er at eta, fer hvør sær yvir til borð við skitna tallerkinum og bestikki. Innanfyri standa hjálparfólk og taka ímóti og koyra í stórar uppvaskimaskinum, sum OM eisini eigur.

Alt sær út til at ganga sera, sera væl. Og tað skal tað helst, tí hetta var bara tann eina ferðin. Vit fáa jú 3 máltíðir á hendan hátt um dagin, so her eru eini 11.000 tallerkar, sum skulu vaskast upp hvønn dag.

 

Skrivað: Eyðun á Lakjuni